fríggjadagur 12. januar 2007síða 42
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 9 - 12. januar 2007
Pedagogar
Vøggustovan á Konmansmýru søkir eftir 2 pedagog
um at starvast 30 tímar um vikuna. Størvini verða
sett 01.03.2007 (ella eftir avtalu).
Lønin er sambart sáttmála millum Føroya Pedagog
felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Vøggustovan er ein sjálvsognarstovnur við 35 børn
í aldrinum 1 til 3 ár. Vit hava 3 stovur og 4 starvsfólk
á hvørjari stovu.
Krøvini til tín eru:
• At tú ert fyrikomandi og erligur.
• At tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og
ábyrgdarfult í samráð við børn og starvsfelagar.
• At tú heldur at arbeiði í einari vøggustovu er
spennandi og avbjóðandi.
• At tú dugir at síggja avbjóðingar fram um
avmarkingar.
• At tú er nærverandi og dugir at lurta.
• At tú vil verða við til at menna stovnin og
arbeiða við tí vit seta okkum fyri.
Vit bjóða eitt áhugavert starv, har tú sleppur at
verða við til at mynda títt egna arbeiði og gerandis
dagin hjá børnunum. Vit liggja í einum spennandi
umhvørvi tætt við Hoyvíkstjørn og sniggøtunum á
Konmansmýru.
Meira fæst at vita við at venda sær til leiðaran Katrin
Bjarnadóttir ella álitisfólkinum Jóhannu Laksá á
telefon 313131.
Skrivlig umsókn skal verða okkum í hendi seinast
01.02.2007.
Vøggustovan á Konmansmýru
Hoyvíksvegur 41 B
FO – 100 Tórshavn
Starvið
Mentamálaráðið sóknast eftir dugnaligum, ágrýtnum
og engasjeraðum fulltrúa til Mentamáladeildina. Starvið
verður at seta skjótast til ber.
Høvuðsuppgávurnar hjá fulltrúanum eru m.a. at:
- fyrisita, tryggja menning og samstarv, at
røkja samskiftið við lærustovnar og øki undir
Mentamáladeildini, og at taka sær av málsviðgerð í
hesum sambandi,
- fyrisita og menna gransking og hægri útbúgvingar,
- ráðgeva og vegleiða í spurningum innan gransking
og hægri útbúgving, tilevna uppskot til lógir,
kunngerðir, reglur o.a.,
- fremja samstarv við vinnulívið o.o., ið varða av
økinum,
- taka lut í verkætlanum, her ímillum eisini
verkætlanarleiðslu, og
- røkja aðrar fyrisitingarligar uppgávur.
Fulltrúin skal tryggja, at nevndu uppgávur verða loystar
á einum høgum fakligum stigi, og at mannagongdir eru
í samsvari við nútímans krøv.
Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a., at umsøkjarar
- hava útbúgving frá lærdum háskúla ella aðra
viðkomandi útbúgving,
- kunnu arbeiða sjálvstøðugt umframt samstarva í
arbeiðsbólkum o.l.
- eru tænastusinnaðir, fyrikomandi og hava góð
samstarvsevni
- hava førleika at menna samstarvið við vinnulívið og
áhugafelagsskapir
- hava áhuga fyri avbjóðingum og vilja til at royna
nýggjar leiðir
Vit bjóða
Innan økið eru fl eiri spennandi avbjóðingar, sum
fulltrúin kemur at fáa ávirkan á. M.a. verður arbeitt við
at dagføra, menna og samskipa hægri útbúgvingar og
gransking.
Starvið er áhugavert, fjølbroytt og sjálvstøðugt við
skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti inn- og
úteftir.
Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi, og
møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari
menning eru góðir.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um
stjórnarráðini, Løgmansskrivstovuna og deildir tess.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. o.ø. skal sendast til:
Mentamálaráðið
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella til t-post: mmr@mmr.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
26. januar 2007, kl. 12.00.
Um tú ynskir fl eiri upplýsingar, kanst tú ringja til
Jóannes Dalsgaard, deildarstjóra, á tlf. 355035 ella á
555035.
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi
kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Í aðalskrivstovuni eru stápsfunksjónir innan m.a. løgfrøði, búskap, HR, Kunningartøkni og fyrisiting. Fyriskipanin í Mentamálaráðnum
er býtt í 3 deildir – Fólkaskúladeild, Vinnu- og miðnámsskúladeild og Mentamáladeild – sum stápsfunksjónirnar veita ráðgeving til,
umframt til aðalstjóran og landsstýrismannin.
Økið hjá Mentamáladeildini: Hægri útbúgving og gransking, kirkjumál, mentan og list, siðsøguligu søvnini, fjølmiðlar, børn og ung,
ítrótt, norðurlendskt mentanarsamstarv o.a..
Fulltrúi til Mentamáladeildina
sansir.fo
Tvey størv til ES granskingarsamstarv í Granskingarráðnum eru leys at søkja.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 26. januar 2007, kl. 12.00.
Meira fæst at vita á heimasíðu Mentamálaráðsins: www.mmr.fo (undir teiginum ”leys størv”)
og hjá Granskingarráðnum: www.gransking.fo
Mentamálaráðið
Tvey størv til ES granskingarsamstarv
Barna- og ungdómsdagar
í endurnýtsluhandlinum Iktys
(gamla Køkubúðin)
Av tí at fólk hava latið okkum so nógv
góð klæði, eins og hópin av bamsum og
øðrum leikum, halda vit barna- bamsu- og
ungdómsdagar frá týsdegnum 09.01.07
til og við leygardagin 20.01.07, ella so
leingi vøran røkkur.
Iktys, N. Winthersgøta 9, Tórshavn
lýsingar
veitst tú ikki tað?