fríggjadagur 12. januar 2007síða 54
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007
Vikuskifti
- Eg var í starvsvenjing á
Hotel Føroyum, meðan
eg gekk á kokkaskúla í
Klaksvík, og tað var leið
andi kokkurin á hotellinum,
sum mælti mær til at fara
í læru sum slaktari. Fór eg
ongantíð á kokkaskúla,
hevði eg heldur ongantíð
blivið slaktari, sigur kokk
urin umborð á línuskipi
num Eystnesi, Eyðbjørn
Andreasen
Hesaferð hava vit ringt um
borð á línuskipið Eystnes.
Vit høvdu skiparan, Jákup Eli
Ejdesgaard og nýggja kokkin
umborð, Eyðbjørn Andreasen, í
telefonini.
Eystnes byrjaði hendan túrin
seinasta leygardag og miku
dagin, tá ið vit frættu, vóru teir
staddir einar 7-8 fjórðingar úr
endanum á Suðuroynni.
- Vit hava roynt her, síðan vit
komu út. Aftrat okkum er Fugl
túgvan her, og teir komu nakað
seinni enn vit.
Skiparin, Jákup Eli Ejd es
gaard, sigur, at teir fingu
14.500 pund á setuna týsdag
in, men annars hevur fiski
skapurin verið brúkiligur, eini
10.000 pund í miðal um dagin.
Hann vísir á, at teir línubátur,
sum vóru fyrstir úti eftir nýggj
ár og gjørdu ein skjótan túr,
seldu rættiliga væl.
- Onkur fekk ein miðalprís,
sum lá oman fyri 20 krónur fyri
kilo, og tað er óførur prísur.
Línubátarnir eru bundnir at
streymviðurskiftum. Tí fara
ofta fleiri út í senn – og koma
tískil eisini innaftur um somu
tíð. Men tað eru nakrir, sum
eru hepnir og kunnu gera
onkran stuttan túr og selja,
meðan minni línufiskur er á
marknaðinum.
- Vit ætlaða okkum at fiska
í eina lítla viku aftrat. Veðrið
hevur verið gott, men í kvøld
sigur hann storm, sigur Jákup
Eli Ejdesgaard. Eystnes var
til fiskiskap í 237 dagar í fjør.
Skipið fiskaði 1.100 tons, sum
vórðu seld fyri 16,6 miljónir
krónur. Manningarparturin var
452.000 krónur.
Í telefonini hendan dagin,
vit ringdu umborð á Eystnes,
hittu vit eisini kokkin, Eyðbjørn
Andreasen, sum er fyrsta túrin
við skipinum.
- Eg eri nýliga byrjaður at
sigla aftur og var soleiðis
tríggjar túrar fyri jól við Eyst
uroyingi. Nú eri eg komin um
borð á Eystnes, og her dámar
mær sera væl. Fólkið er rakst,
og arbeiðsumstøðurnar sum
kokkur eru sera góðar. Her er
alt, sum mær tørvar.
Eyðbjørn, sum bæði er út
búgvin skipskokkur og handils
slaktari, hevur eisini kokkast
umborð á øðrum skipum.
- Eg haldi, at umstøðurnar
umborð á Eystnesi lutfalsliga
eru líka so góðar, sum umborð
á Akrabergi, ið er eitt nógv
størri skip.
Umborð á Eystnesi eru 14
mans.
- Vanliga eri eg ikki á
dekkinum, men eg tók mær
olju klæðini við, tá eg fór, sigur
fryntligi kokkurin.
Eyðbjørn heldur seg vita, at
hann hevur fingið fastan kjans
við Eystnesi, sum hann heldur
vera eitt stórt og gott skip.
- Um eg sleppi, ætli eg mær
at verða umborð út í eitt í
fyrsta lagi fram til summarið.
Vit eru jú inni ímillum túrar,
og streymur og veður gera, at
vit hóast alt eisini fáa nakrar
dagar í landi.
Eyðbjørn Andreasen hevur
siglt í eini 10 ár tilsamans,
og hesi árini hevur hann verið
umborð á fleiri skipum – heilt
frá trolbátinum Hansu Mariu
til flakatrolaran Akraberg.
- Eg fór á kokkaskúla í Klaks
vík eftir at Beinir, sum eg tá
hevði verið við, var farin av
knóranum í kreppuárunum,
sum tá vóru. Hetta var ein tíð,
har trupult var at fáa kjans við
nøkrum skipi. Eftir at hava ging
ið heima í eitt ár, avgjørdi eg
at fara á kokkaskúla. Prógvið
sum skipskokkur fekk eg í
1994.
Eyðbjørn sigur, at um hann
ongantíð var farin á kokka
skúla, hevði hann heldur ong
antíð blivið slaktari.
- Eg var í starvsvenjing á Hot
el Føroyum, meðan eg gekk á
kokkaskúla, og tað var leiðandi
kokkurin á hotellinum, sum
mælti mær til at fara í læru
sum slaktari.
Í 1999 fór hann í læru sum
handilsslaktari í Miklagarði
í SMS, og eftir at hann varð
liðugur at læra í 2003, arbeiddi
hann sum slakari har í eini trý
ár.
- Hotell-kokkurin segði, at
fór eg í læru sum slaktari,
fór eg at læra nógv meira
um tað at hagreiða kjøt. Á
kokkaskúlanum snúði læran
seg meira um ymiskar rættir,
pynt og annað.
Nú er Eyðbjørn so aftur
sjómaður burtur av.
- Mær dámar væl at sigla.
Sum er, verður hetta mítt
lívsstarv fyribils – og eg havi
í løtuni ikki ætlanir um annað
enn at vera verandi sjómaður.
Sjóverkurin bilar ikki, men tá ið
vit fóru avstað hesaferð, hevði
eg sjóverk í eitt gott samdøgur
ella so, sigur Eyðbjørn
Andreasen.
Yngsti maður umborð á Eyst
nesi hendan túrin er 17 – og
tann elsti er 52. Elsti maðurin,
sum annars siglir við skipinum,
er 65 ár, men hann er ikki um
borð hendan túrin.
Umborð er tískil ein góður
blanding-ur av ungum, tilkomn
um og eldri monnum – ella,
sum ein maður tók til her í
blaðnum:
- Vit hava bæði nýtt og gott
gamalt.
Klumman
Eirikur
Lindenskov
blaðstjóri
Cigarin, mannarætt
indi og forstoppilsi
Tað er so herligt at hoyra hvin
ini frá roykjarum, sum halda
tað vera í ordan at forpesta
tilveruna hjá øðrum.
Hósdagin hoyrdu vit ein
advokat – ein serfrøðing í
mannarættindum – halda tað
ganga privatlívinum ov nær, at
hann ikki sleppur at festa sær
í ciruttina á advokatskrivstovu
síni. Men tað skal valdast, hvat
tú heldur ganga privatlívinum
ov nær.
Hetta er eitt gott dømi um,
at tað altíð eru privat áhuga
mál sum koma í fremstu røð.
Advokaturin – og serfrøðingurin
í mannarættindum – heldur
tað vera eina privata søk, at
hann ikki sleppur at forpesta
arbeiðsdagin hjá t. d. skrivara
sínum...
Tað kann vera, men vit onn
ur, sum hava dugað og hava
megnað at leggja heilsuskað
iliga tubbakkið til viks – ella
als ongantíð hava fest okkum
í, kunnu so bara fegnast um, at
landsstýrismaðurin eisini hevur
lagt tubbakkið til viks, og at
hann hevur rygg og vilja til at
leggja hetta uppskotið fram.
Eisini formaður Javnaðar
floksins á tingi hevur fingið ilt
fyri bróstið av hesum. Hann er
so passaliga politiskt ókorrekt
ur, at man ikki kundi væntað
annað, enn ein eina útsøgn sum
»puritanskt forstoppilsi«.
Her er tað aftur privatu áhug
amálini, sum koma í fremstu
røð. Hví hevur hann ikki somu
hugsan, tá hann áleggur okkum
eyka skatt og avjøld? Hví er tað
ikki at ganga privatlívinum ov
nær? Ella tá tingmenn tryggja
síni ellisár við feitari pensjón,
meðan palliba er við sviðusoð?
Tað skal sjálvandi valdast,
hvussu vit seta tingini í perspek
tiv – og hvat endamálið er.
Eg legði av at roykja fyri 19
árum árum síðani. Um eg skuldi
keypt tann dagliga sigarett
pakkan síðani, hevði tað – við
dagsins prísum – kostað mær
346.750 kr, og fyri at goldið
tað skuldi eg tjent tað dupulta:
693.500 kr. Við vanligari tíma
løn skuldi eg arbeitt í yvir trý ár
– bara fyri at goldið tubbakkið!
Umframt heilsuskaðan, so
kann persónliga frælsið eisini
verða dýrt (og tápuliga) keypt...
umborð
Skipskokkur og slaktari við Eystnesi
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
- Nú eri eg so aftur sjómaður, og mær dámar væl at
sigla. Sum er, verður hetta mítt lívsstarv fyribils – og eg
havi í løtuni ikki ætlanir um annað enn at vera verandi
sjómaður, sigur Eyðbjørn Andreasen
Mynd: Vilmund Jacobsen