Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 57
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 57

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 r um at venja B68 Hevur nakað at bjóða Súni Fríði spældi í 2005 í næstbestu deildini við AB. Tá væntaðu nógv, at hann fór at trampa niður, men soleiðis var ikki. - Eg skoraði 31 mál hetta árið í næstbestu deildini, og eg helt, at tað var ov óinteressant at spæla í næstbestu deildini. Tí valdi eg at skifta til B68, sum júst var flutt upp í bestu deildina. Vit fluttu tíverri niður, men tað gekk væl hjá mær persónliga. Eg haldi enn, at eg havi nakað at bjóða í bestu deildini, og tí valdi eg at skifta aftur til AB sum leikandi hjálparvenjari, sigur hann. Droymir um at venja B68 Súni Fríði hevur ætlanir um at gerast virkin venjari einaferð í framtíðini. - Eg eri byrjaður at taka skeið­ini, og mítt mál er at ger­ast venjari hjá einum liðið í fremstu deildini áðrenn 2012. Nú fari eg at slúsa til mín sum hjálpar­venjari, sigur Súni Fríði, sum hevur ein dreym um at sleppa at venja eitt ávíst felag. - Dreymurin er at gerast venjari hjá B68 ein dag. Eg kenni nakað serligt yvir fyri felagnum, sigur hann. Barbá Súni Fríði Barbá æt einaferð Súni Fríði Johannesen. Hann broytti eftirnavn í 2004. – Áin, sum rennur fram við húsunum í Kvívík, eitur Barbá. Mær hevur altíð dámt væl før­oysk heiti, og tí valdu vit at fáa okkum hetta eftirnavnið, sigur hann. Súni Fríði lesur pedagog sum fjarlestur, samstundis sum hann arbeiðir á dagsstovninum. – Mær dámar best heitið ”náms­frøðingur”, men nógv nýta orðið ”pedagog”. Mær dámar væl at arbeiða við fólk­um. Serliga menningar­ tarnaðum. Tað er spennandi at kunna hjálpa øðrum at menna seg og at fáa tað betri, sigur Súni Fríði. Tá ið Súni Fríði skal kobla av, gongur hann ein túr. – Mær dámar væl at ganga túrar fyri at avstressa. Mangan gangi eg í fjøllunum. Tað fær meg at slappa av, sigur Súni Fríði, sum viðurkennir, at hann er eitt sindur øðrvísi enn flest onnur. – Eg havi mín egna verumáta – eisini sum fótbóltsspælari, sigur málrevurin at enda. Vit kunnu vænta at síggja hann renna runt á fótbólts­ vøllunum í nøkur ár afturat, um hann verður skaðafríur. Súni Fríði um politikk - Eg havi stóran áhuga fyri politikki. Eg vil lýsa meg sjálvan sum ein vinstrasinnaðan hóvligan loysingarmann. Eg eri limur í Tjóðveldisflokkinum. Eg fylgi væl við í politiska spælinum, og eg var einaferð biðin at stilla upp, men eg valdi at lata vera. Føddur 20.10.1972 Unnustan eitur Beinta Nielsen Tey eiga trý børn Fyrsti dystur í 1989 á besta liðnum hjá NSÍ Byrjaði at spæla fótbólt sum 8 ára gamal Fakta Súni Fríði Barbá Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007 Súni Fríði um trúgv - Eg eri kirkjufólk, og eg trúgvi. Tíverri gangi eg ov lítið í kirkju. Tað hevur eisini verið fótbólturin, sum hevur verið í vegin. Tað skal ikki vera nøkur loyna, at eg biði áðrenn hvønn dyst. Tá biði eg fyri øllum.