fríggjadagur 12. januar 2007síða 63
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007
Vikuskifti 11
á frælsinum
Religión og modernitetur
myndina, heldur hon smílandi
fyri.
Ræðandi frælsi
Høvuðsboðskapurin í eksi
stentialistisku heimsmyndini
snýr seg um tað frælsi,
menniskjað hevur fingið – ella
er dømd til. Og studiið um,
hvussu menniskju velja at nýta
sítt frælsi, upptekur Kathrinu.
– Størsti trupulleikin hjá
summum menniskjum er, at
tey tilvitað ella ótilvitað ikki
duga at umsita sítt frælsi. Tey
tora ikki at taka ábyrgd og fáa
tamarhald á egnari lagnu. Og
so fer tað óttafulla menniskja
at flýggja. Frá frælsinum.
Ábyrgdini. Og sær sjálvum. Og
avleiðingarnar av einum slíkum
eksistensformi kunnu vera
skaðiligar, sigur Kathrina.
Men hvussu flýggja menn
iskju frá sær sjálvum? Hvat
eyðkennir eitt menniskja, sum
ikki torir at vera frítt?
– Frælsi er ræðandi og
vandamikið fyri mong. Og
tí tora vit ikki at vera frí
og leita okkum í staðin til
alskyns myndugleikar at
fortelja okkum, hvussu vit
skulu liva okkara lív. Vit
kunnu t.d. flýggja til átrúnað.
Til materialismu. Til alkohol
ella rúsevni. Ella til okkurt
heilt annað. So leingi vit fáa
avreitt okkara frælsi og sleppa
at plasera ábyrgdina onkra
aðrastaðni enn hjá okkum
sjálvum, greiðir Kathrina frá.
Hesin klassiski problema
tikkurin í ekstistentiellari
tankagongd skal sambært
Kathrinu ikki undirmetast.
Sterkar kreftir eru uppá spæl,
tá menniskja fer at flýggja.
Tá menniskja ikki torir at
standa við evstu ábyrgdini.
Tá menniskja finnur sær alibi
og umberingar fyri ikki at
fyrihalda seg til lívið og treytir
tess.
– Modernaða menniskjað
tolir illa at liva við óvissuni
um, hvat tað heila snýr seg
um. Tað megnar illa at liva við
einum “kanska”. Og tí kann tað
vera trupult yvirhøvur at vera
eitt menniskja, sigur Kathrina
Lindenskov Joensen.
Kristus og hin veiki
Men hevur trúgvin á tað yvir
natúrliga so ongan leiklut í
hennara lívi sum sálarfrøðingur
og privatpersónur? Er óvissan
nøktandi, tá deyðin aftur
vitjar? Tá Kathrina aftur má
í arbeiðsklæðini at linna um
sorgina?
– Altso, tá eg eri til arbeiðis,
snýr tað seg bara um klientin.
Hann definerar veruleikan,
og alt, sum hevur týdning
fyri hann, skal tí nýtast
konstruktivt. Trúgvin á Gud
kann í hesum høpi vera ein
konstruktiv megi fyri eitt
menniskja, sum ikki hevur
tað gott. Minnist einaferð ein
fýra ára gamlan drong, sum
hevði krabbamein og lá til tað
seinasta. Hann doyði í trúnni
á, at hann í himni fór at fáa sín
yndisrætt til døgurða hvønn
tann einasta dag, minnist
Kathrina aftur.
Fyri henda drongin var
trúgvin eitt konstruktivt
mentalt tilfeingi, men fyri
onnur er tað øðrvísi. Mong
menniskju, hvørs dagar
nærum eru taldir, stríðast við
skuldarkenslu yvir fyri Gudi og
menniskjum.
– Mær tykir synd í teimum,
sum liggja og óttast dóm og
revsing. Tá er trúgvin ikki
nøkur positiv megi, men heldur
eitt oyðileggjandi element fyri
sálarstøðuna hjá viðkomandi,
sigur Kathrina.
Sjálv uppfatar hon seg sum
kristna og sigur, at fyri hana er
kærleiksboðskapurin sentralur.
Hon trýr á kristindómin
“sum eina menniskjansliga
forteljing”, sum hon sjálv
málber seg, og hon sigur seg
finna vakrar tankar í kristin
dóminum.
– Søgan um, tá Jesus
hongur á krossinum og rópar
eftir faðiri sínum, er jú tann
ultimativa identifikatiónin
við tað einsamalla og niður
undirkomna menniskjað. Og
tað er hesin boðskapurin
um næstrakærleika og
identifikatión við tey veiku og
einsomu, sum vit í nógv størri
mun eiga at dyrka sum kristin,
endar Kathrina Lindenskov
Joensen.
Religión og modernaða
menniskjað
Hvønn týdning hevur átrúnaður fyri modernaða
menniskjað? Hvønn leiklut hevur religión í almenna
rúminum? Og kunnu religión og modernitetur
sameinast? Bæði í altjóða høpi og í Føroyum eru hesir
spurningar meiri viðkomandi enn nakrantíð. Við jøvnum
millumbilum seta átrúnaðarligir og etiskir spurningar
dagsskránna í almenna kjakinum. Seinast í sambandi
við støðu teirra samkyndu. Í greinarøð kastar Heini
í Skorini ljós á hesar spurningar við samrøðum við
persónar, sum hava ymsar tilgongdir til og sjónarmið
viðvíkjandi spurninginum um religión í modernaða
samfelagnum. Hetta er sætti partur.