Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 69
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 69

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007 Vikuskifti 17 dømir ongan fyri at fáa svar upp á nakrar spurningar. Tað var so nógv, sum hann ikki skilti, og tað kann eisini vera torført hjá okkum í dag at skilja hugtøk sum t.d. “Guds ríki” og at “vera føddur av anda av vatni”, sum tað verður nevnt í frásøgnini um Nikodemus. Ja, Nikodemus spurdi enntá, um hann skuldi inn aftur í mammu sína, so hann kundi føðast av nýggjum. Men tá var tað, at hann fekk hetta svarið, sum eftirhondini man vera eitt tað mest kenda bíbliuørindið, ja, ein klassikari: “Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív”. Og her skulu vit serliga leggja merki til orðingina: “Trýr á Hann” - tí tað skal nevniliga ikki so nógv annað til! Guð er kærleiki! Størstur av øllum er kærleikin, og tað sum vit gera móti hvørjum øðrum – ja, tað sum vit gera ímóti einum av hansara minstu - tað hava vit eisini gjørt ímóti Honum. Ein prestur segði herfyri, at tað var tí at Jesus trúði upp á menniskju, at fólk trúðu upp á hann. Hetta kann geva okkum okkum okkurt at hugsa um. Og tað er m.a. tað, vit hava kvøldið og náttina til eftir dagsins strev. At hugsa í. Líkasum Viderø og Nikodemus gjørdu. Hetta er altíð aktuelt, bæði á Jesusar døgum fyri 2000 árum síðani eins væl og í dag. Og tað verður altíð aktuelt at vísa næstrakærleika. Tí er tað týdningarmikið at brúka ta tíðina vit hava, at vísa kærleika móti hvørjum øðrum, tí vit skulu ikki stúra fyri morgindegnum, tí morgindagurin hevur nokk við sínum. Onkur hevur sagt at ævinleikin býr í løtuni. Og vit eiga bara løtuna. Hetta eiga vit ikki at gloyma, nú vit eru byrjað upp á eitt nýtt ár. M en vit skulu ikki gera góðar gerningar fyri okkara egnu skyld, tí sum vit hoyrdu í áðni, so er trúgvin nokk fyri okkum í okkara sambandi við Guð. Men teir góðu gerningarnar skulu vit gera ímóti næstanum. Luther gjørdi nógv burturúr, at vit verða ikki rættvísgjørd mótvegis Gudi av gerningum. Ella sagt við einum dømi: Vit skulu ikki hjálpa einari gamlari konu yvirum vegin fyri okkara egnu skyld, men fyri hennara skyld. Tí um vit hjálpa hesi konuni yvir um fyri at vinna nøkur eyka point hjá Guði, so gera vit tað fyri okkara egnu skyld. Og so hava vit sambært Lutheri misskilt tað heila! Men Guðs ríki vinna vit bara við trúgv, og síðani skulu vit gera teir góðu gerningarnar ímóti næstanum av kærleika til næstan og Guð. Tí Guð er kærleiki. H óast kvøldið og náttin eru myrk – serliga hesa ársins tíð – og sjálvt um tíðir kunnu koma í lívinum, har vit kunnu kenna tað, sum tann myrka náttin søkkur oman yvir okkum, so er tað í myrkrinum, vit tendra ljós. Og á jólum tendraðist ljós heimsins, og tað var hesum ljósinum, teir tríggir vísmenninir leitaðu eftir. Og sum teir funnu á trettanda. Kvøldið og náttin eru nakað serligt, sum Viderø segði. Tað var eisini um kvøldið, at Jesus í felagsskapi við lærusveinunum stovnaði ta heilagu kvøldmáltíðina. Líkasum Nikodemus var eitt vanligt menniskja, ið Jesus vildi sita til borðs við, so vildi Jesus eisini sita til borðs saman Pæturi, sum avnoktaði hann, saman við Judasi, sum sveik hann, og við Tummasi, sum ivaðaðist um hann. Tí líkasum náttin hjá Viderø ikki koyrir nakran burtur frá sær, so vildi Jesus sita til borðs saman við hesum monnunum og saman við teimum fáa sær ta heilagu kvøldmáltíðina, sum vit hava til hansara áminningar. Og tað er við gávum og góðum gerningum móti hvørjum øðrum, vit kunnu minnast hvønn annan, tí tað vit gera ímóti einum av hansara minstu, hava vit eisini gjørt ímóti Honum. Lat okkum brúka hetta kvøldið – hesa aftankvirruna - at hugsa um hetta. Amen. Helgi í Brekkunum, limur í kirkjuráðnum í Havnar kirkju, er stigtakari til aftankvirrurnar Mynd: Jens Kristian Vang – Guð er kærleiki! Størstur av øllum er kærleikin, og tað sum vit gera móti hvørjum øðrum – ja, tað sum vit gera ímóti einum av hansara minstu - tað hava vit eisini gjørt ímóti Honum Mynd: Jens Kristian Vang Helgi í Brekkunum: Aftan­kvirran fær góða undir­tøku Aftankvirra er eitt nýtt tiltak í Føroyum, sum vísur seg at hava góða undirtøku millum fólk. Síðani í summar hevur við føstum millumbili verið skipað fyri aftankvirru í dómkirkjuni í Havn Kvirra Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Fyrsta fríggjadag í hvørjum mánað er dómkirkjan í Havn karmur um tiltakið ”aftankvirra”, tá kirkjan er opin fyri fólki, sum koma inn at njóta at sita í friði og lurta eftir tónleiki og eini stuttari andakt. Hesi tiltøk hava fingið góða undirtøku, sigur Helgi í Brekku­ num, sum er limur í kirkjuráðnum í Havnar kirkju og ein av stigtakarunum til aftankvirrurnar. Lutfalsliga nógv fólk koma til hesi tiltøk. Meira enn vit høvdu væntað, áðrenn vit byrjaðu, sigur Helgi. Hetta við aftankvirrum er ikki vanligt í Føroyum. Í okkara grannalondum er tað vanligt at kirkjurnar eru opnar sum t.d. í Danmark, Noregi og Svøríki, har tey hava líknandi tiltøk. Tað hava tey eisini merkt, tí í summar vóru fleiri útlendingar til tiltakið. Útlendingarnir hava bæði verið ung og eldri fólk, men tað hava enn ikki verið nógvir ungir føroyingar. Aftankvirran er frá kl. 22-23. Frá kl. 21 til 22 er friður, tá kunnu fólk koma inn á gólvið og seta seg niður og vera fyri seg sjálvi eina løtu. Hendan løtan kann nýtast til umhugsan og meditatión. Frá kl. 22 er sangur ella tónleikur í ein hálvan tíma. Tann síðsti hálvi tímin verður brúktur til eina stutta andakt, og síðan kunnu fólk fáa sær ein drekkamunn í forkirkjuni, um tey hava hug til tað. Helgi í Brekkunum sigur, at hetta er eitt tilboð til øll, sum ynskja at hvíla eina løtu frá dagsins stríði og bert njóta friðin í hugnaligum umhvørvi.