fríggjadagur 12. januar 2007síða 75
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007
Vikuskifti 23
íroknað forritið »One note« ,
(sí HYPERLINK ”http://www.
microsoft.com/office/onenote/
prodinfo/demo.mspx” http://
www.microsoft.com/office/
onenote/prodinfo/demo.mspx
- OneNote for Students Demo).
Hugsa vit okkum, at tólini hava
eina livitíð upp á 5 ár og verða
fíggjað yvir 5 ár, er hendan
útreiðslan bert ein brøkpartur
av einum prosenti av samtyktu
fíggjarlógini.
Mannagongdum og
undirvísingartilfari
er rímuliga lætt at fáa fatur
á. Okkara umboðsmenn
í Brüssel, London og
Keypmannahavn fáa boð
um at stytta sær stundir
við at finna fram til bestu
skúlarnar í teimum londum
teir umboða okkum í. Síðan
fara teir saman við umboðum
fyri skúlaumsitingina og
lærarafelagið út á útlendsku
skúlarnar at finna tær bestu
mannagongdir og tað besta
undirvísingartilfar á enskum/
donskum ella øðrum máli, sum
vit hava fyrimun av at læna
og/ella keypa (mundi sagt
stjala) frá hesum góðu skúlum.
Innkoyring og
upplæring
krevur upp á seg lítla orku.
Skúlanæmingarnir duga
longu í stóran mun at arbeiða
við teldu. Teir lærarar undir
eftirlønaraldur, sum hava
ein ella fleiri flokkar við
20-25 skúlanæmingum og
sum ikki heilt skjótt læra
av næmingunum at nýta
teldu – teir hava størri tørv
á »psykologhjálp« enn á
it-undirvísing. Annars er tað
sera lætt, um skúlarnir hava
oman fyri nevndu hjálpitól
at veita einum skúla, einum
klassa ella einum næmingi,
neyðuga undirvísing. Fløgur og
geymar eru tøk. Møguleikarnr
eru nærum óavmarkaðir. T. d.
kann ein teldufrøðingur via
sjónvarpið undirvísa øllum
lærarum, øllum næmingum
og øllum starvsfólkum via
flatskermarnar í einum og
sama undirvísingartíma (eisini
okkum øðrum). Hetta kann
verða sera hent, tá kunnast
skal um nýggjar mannagongdir
og nýtt tilfar. Bert ein
mannagongd er alneyðug
áðrenn farið verður í holt við
at arbeiða við nýggju tólunum.
Tað er ein neyv systematisk
allýsing av, hvussu øll einstøk
elektronisk skjøl frá umsiting
til lærara, frá lærarum til
næmingar og aftur o. s.
fr., skulu eyðmerkjast. Har
skal umframt dagfesting og
heiti t. d. framganga: hvønn
skúla, hvønn bólk/árgang,
hvørja lærugrein og hvønn
næming talan er um, uframt
neyðug frámerki hjá skúla og
skúlaumsiting.
Hesi byrjunartiltøk
høvdu upp á seg givið ein sera
stóran »rationaliseringsvinn
ing«. Sjálvandi skulu vit upp
á sikt útvega eina samlaða
»integreraða« it-loysn fyri
skúlaverkið. Men tað krevur
sera stóra orku, sera nógvan
pening, tekur langa tíð og er
torført at »implementera« um
næmingar og lærarar ikki í
forvegin eru kønir at fáast við
teldur og telduskipanir. Og
slíkar skipanir verða betri og
bíligari at útvega sum tíðin fer.
Um onkur ivast í
at hetta kann læta seg gera
og gevur úrslit, kann eg
upplýsa, at eg havi roynt
tað í »praksis« við einum
»klassa« – yvir meira enn
20 árgangir - við upp til 25
næmingum í aldrinum 20
til 65 ár. Greiðar skrivligar/
elektroniskar mannagongdir
frá »leiðslu« til »næmingar«,
greitt undirvísingartilfar
á enskum, donskum og
føroyskum, og góð nýmótast
undirvísingaramboð. Men tá
tað snúi seg um at læra at
nýta teldur og telduskipanir,
tá vendi sjóvarfallið. Tey yngru
lærdu tey eldru - eisini meg.
Saman um tikið gekk tað sum
eftir ánni.
yðug byrjunartiltøk
Lat okkum verja føroyska málið
og kunnleikan um tað, sum serføroyskt er – men ikki við innibyrging.
Mítt uppskot er at geva Fróðskaparsetrinum ein senditíma aftan á hvørja
dag- og vikusending og áleggja setrinum at veita frálæru í føroyskum.
Onki ger, um okkurt av tí hálvvánaliga útlendska tilfarinum verður strikað.
Tá verða Palleba, Marsanna og eg betri til føroyskt og kunnu betri verja
okkum ímóti øllum málsligum og mentanarligum álopum frá Televarpinum
og tí sum verri er.
P. S:
– Ein berbar telda og ein geymi verða lætin
øllum lærara- og fólkaskúlanæmingum, øllum
lærarum og starvsfólkunum í skúlaumsitingini,
sigur Pauli Ellefsen