Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. januar 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 - 19. januar 2007  tíðindi Arbeiðsleys nokta at fara á flakavirki ella við línubáti - Tað vísir seg, at burturúr øllum vinn­ um, er tað torførast at fáa fólk í ALS at taka við arbeiði á flaka­ virkjum og fara við línuskipum, sigur stjórin í ALS Trot á arbeiðsmegi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað er óvanliga torført at útvega flakavirkjum arb­ eiðsfólk og línubátum mann­ing. Tað sigur Ernst Jacobsen stjóri í ALS. Í seinastuni hava vit havt fleiri greinar í Sosialinum um, hvussu álvarsligar av­ leiðingarnar eru av at flakavirkini ikki fáa nokk av fólki til arbeiðis. Vit hava spurt stjóran á ALS, hvussu tað ber til, at tað ikki ber til at fáa fólk á flakavirki at arbeiða, sam­ stundis sum 400-500 før­ oyingar eru skrásettir í ALS at vera arbeiðsleysir. Tað er, sum maðurin segði: Ein góður spurn­ingur. Ernst Jacobsen ásannar, at tað er sera torført at fáa arbeiðsleys at átaka sær arbeiði á flakavirkjunum. Men tað er eisini sera torført at fáa arbeiðsleys at fara við línubátum. – Av øllum vinnum yvir­ høvur, er tað burturav torført at fáa fólk at átaka sær arbeiði á flaka­virkj­ unum og at fara við línu­ skipum. Stjórin á AlS sigur, at soleiðis hevur støðan verið í nú eina tíð. – Tað vísir seg mangan, at fólk vilja heldur verða sett í karantenu, ella koyrd úr ALS, enn at tey vilja fara á flakavirki á arbeiða ella við einum línubáti. Hetta er ein orsøk til, at tað gongur so illa til at tað er so torført at útvega línuskipum og flakavirkjum fólk. Men hann er kortini ikki heilt samdur í, at tað er heilt so knívskorið, sum summir virkisleiðarar vilja vera við. – Tað hendir seg meiri enn so, at flakavirki fáa nøkur skikkað arbeiðsbólk burturúr einum lista, tey fáa frá ALS. Men nú siga arbeiðs­gev­ arar, at tey fólk, tey fáa halda ikki so leingi, men gevast skjótt aftur? – Ja, men tað er ein onnur søga, tí tað hava vit onga ávirkan á, tí tað fáa vit ikki gjørt so nógv við, sigur Ernst Jacobsen. Ongar metingar Stjórin í ALS hevur onga meting um, hví tað er so torført at fáa fólk at fara á flakavirki á arbeiða ella at fara við línubátum. Hann vil tískil heldur ikki meta um, antin orsøkin er, at stuðulin úr ALS er so góður, at fólk missa ov lítið við at ganga fyri onki. Stuðulin er í mesta lagið 70% av eini arbeiðaraløn. Tað merkir, at útgjaldið úr ALS er í mesta føri 12.000 krónur um mánaðin. Men so skal skattur betalast av tí. So kann ein og hvør meta um, hvussu nógv tað er at hava at liva fyri. Og tá skal havast í huga, at heilt nógv fáa væl minni enn tað í stuðuli, sigur Ernst Jacobsen. Nógv fáa kanska 8.000 krónur um mánaðin, so tá ið skattur er farin av, kann so hvør meta um, hvussu nógv tað er at liva av, leggur hann afturat. Men veruleikin er eisini so, at tað eru ikki somu fólk, sum eru alla tíðina. Tey allarflestu eru bara í skipanini og venda eina stutta tíð og fara rættiliga skjótt aftur á arbeiðs­ marknaðin. Nú er arbeiðsloysið eini 2%. Summi siga, at í veru­ leikanum merkir tað, at vit hava trot á arbeiðsmegi? – Tað fari eg ikki at meta um. Summi rópa seg eisini upp á eitt “natúrligt” arb­ eiðsloysi og tað eru eisini tey, sum siga, at vit skulu hava eitt ávíst arbeiðsloysi, fyri ikki at trýsta lønirnar uppeftir. Alt hetta eru sjón­ armið, eg havi hoyrt, men sum eg ikki havi við­ merkingar til. Tað einasta, eg kann siga, er, at vit royna at fáa so nógv í arbeiði, sum gjørligt av teimum, sum eru í skip­an­ ini, sigur Ernst Jacobsen. Royna at menna førleikan Annars sigur hann, at ALS hevur seinastu tíðina gjørt nógv burturúr at før­leika­ menna tey, sum eru í skip­ anini. – Vit hava spurt okkum fyri hjá fakfeløgum og arbeiðsgevarar at kanna, hvar tað kundi verið ein fyrimunur at førleikament fólk. Tvey dømi um slíka førleikamenning, eru, at vit hava havt skeið í sveis­ ing og vit hava eisini givið hjálparfólki á dagstovnum skeið í reinføri. Somueleiðis hava vit eina skipan, har tað ber til at skráseta førleikarnar hjá fólkið í ALS nógv neyvari, enn vit hava gjørt. Samstundis hava vit heima­síðuna starv.fo , har arbeiðsgevarar kunnu leita eftir fólki og har tað ber til hjá arbeiðsleysum at leita eftir arbeiði. – Hesi seinastu árini mugu vit eisini ásannað, at arbeiðsloysið er munandi minkað. Ernst Jacobsen er varin við at geva ALS so stóra æru av hesum, tí sjálvandi hava tíðirnar eisini verið góðar. – Men vit mugu so stað­ festa, at arbeiðsloysið er munandi minkað. Og vit mugu eisini staðfesta, at tað gongur ómetaliga illa at fáa fólk at taka av arb­ eiðstilboðum í fiskivinnuni á landi, hóast tey mugu sigast at hava førleika til tað. – Tað er ein veruleiki, at fólk vilja treyðugt á flakavirki at arbeiða og tey vilja heldur ikki við línubátum. Men hví tað er so, veit Ernst Jacobsen stjórin í ALS, ikki. Skulu hava góða grund til at siga nei At fólk noyðast at ansa eini sjúkari mostur heima, ella kunnu tey ikki arbeiða á einum ávísum virki, tí at tey eru skild og gamli hjúnafelagin arbeiðir har, eru tað ikki nóg góðar orsøkir til at sleppa undan at vera sett í karantenu hjá ALS Trot á Arbeiðsmegi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tey, sum eru í ALS og sum fáa tilboð um arbeiði, kun­ nu lata vera við at taka av. Men tey skulu hava eina heilt serliga orsøk til at siga nei, annars verða tey sett í karantenu ella verða koyrd úr skipanini og missa stuðul í eina tíð. – Men viðhvørt hava fólk góðar orsøkir til ikki at taka av einum arbeiðstil­ boði og tá verður tað góð­ tikið, so at tey ikki missa út­­gjald. Grundgevingarnar fyri ikki at taka av einum arb­ eiðstilboðið kunnu vera so ymiskar. Ein grundgeving kann vera, at ferðasambandið er so vánaligt, at tey ikki sleppa heim hvørt kvøld. Ein onnur kann vera, at arbeiðið ikki hevur áhuga, tí hetta er ikki akkurát rætta arbeiði ella tí at løn og arbeiðstíðir ikki akkurát passa. Tað kann eisini vera, at ongin barnaansing er, ella at viðkomandi noyðist at vera um eina sjúka mostur heima. Ein heilt onnur grund­ geving kann vera, at ein kann ikki arbeiða á einum ávísum virki, tí tey eru skild og gamli hjúnafelagin arbeiðir har. – Slíkar frágreiðingar verða ikki góðtiknar, tí tær eru ikki ein nóg góð orsøk til at nokta at taka av einum arbeiðstilboði. Avleiðingin er karantena og ongin stuðul í eina tíð. Men undantak kann ger­ ast, tá ið verkfall ella óveð­ ur leggur ferðasambandið lamið, ella tá ið lækni kann vátta, at sjúka kemur ímill­ um. Undantak kann eisini gerast, er viðkomandi ovur­ viðkvæmur og ikki tolir eitt ávíst arbeiði. Undantak kann eisini gevast, tá ið lønin er lægri enn vanlig sáttmálaløn fyri sama arbeiði, tí ALS tving­ ar ikki fólk at arbeiða fyri undirløn. Ein orsøk til at geva undantak kann somuleiðis verða, at tað ikki ber til at sleppa heim hvørt kvøld og at tað samstundis ikki ber til at fáa nøktandi býli á staðnum, har arbeiði er. Men er talan um einlig foreldur við smáum børn­ um, ella eru ferðamøgu­ leikarnir sera vánaligir, kann ALS eisini blotnað og lata vera við at seta fólk í karantenu. – Yvirhøvur kann sigast, at í hesum føri eru allar Føroyar ein arbeiðsmarkn­ aðurin og tað eru heldur ongi fakmørk. Samstundis er treytin, at fólk skulu vera tøk á arbeiðs­markn­ aðinum, annars fáa tey ikki stuðul úr ALS. Og tøk á arbeiðsmarknaðinum eru tey ikki, vissi tey onga barnaansing hava til smá­ børn, ella vissi tey noyðast at ansa óhjálpnum for­ eldrum ella øðrum skyld­ fólkum heima, sigur Ernst Jacobsen. Men tað ber til at fara í feriu, á stutt skeið uttan at missa stuðulin og tað skal ALS hava boð um hetta. – Tá ið fólk ikki vilja taka av einum arbeiðs­til­ boði, verða orsøkirnar vig­ aðar í hvørjum ein­støkum føri og viðhvørt fáa eru grundgevingarnar hald­ góðar og viðhvørt eru tær ikki, sigur Ernst Jacobsen. Tað skal lítið til at fólk verða sett í karantenu í ALS, tí tað skulu rættiliga góðar grundgevingar til at nokta fyri at taka av einum arbeiðstilboði. Myndin er tilvildarlig