Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. januar 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 - 19. januar 2007 15 tíðindi Hósdagin 11. januar 2007 eru fimm ár liðin síðani Guantánamo- fangalegan á Kuba varð tikin í brúk. Amnesty heitir í hesum sambandi á fólk um at senda heilsanir til fang­ arnar, sum kunnu birta nýggja vón og eisini gera myndug­ leikarnar varugar við, at áhugi er fyri fangunum og fyri at mannarættindi verða vird AMNESTY Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Síðani 2002 hava til­sam­ ans 775 fangar verið aftur­ hildnir á Guantánamo. Í løtuni sita umleið 430 fangar úr 35 ymiskum londum í fangaleguni utt­ an ákæru ell a dóm. Amnesty International arbeiðir fyri at fangarnir á Guantánamo verða settir fyri ein vanligan dómstól samsvarandi øll um al­tjóða standardum, uttan at deyða­ dómur verður nýttur. – Um hetta ikki verður gjørt eiga teir at verða leyslatnir beinanvegin, sig­ ur Amnesty. Tí heitir Amnesty á fólk um at senda nýggj­ árs­heilsanir til fangarnar. Heilsanirnar kunnu birta nýggja vón og eisini gera myndugleikarnar var­ugar við, at áhugi er fyri fangunum og fyri at mannarættindi verða vird – eisini á Guantánamo. Fimm fangar hava fingið loyvi at fáa post uttanífrá og Amnesty heitir í hesum sambandi á fólk um at senda stuðulsheilsanir til fangarnar. – Heilsanirnar kunna birta nýggja vón í einari svárari tíð og somuleiðis gera myndugleikarnar var­ ugar við altjóða áhugan fyri fangunum, sigur fe­lags­­skapurin. Menninir, hvørs søga verður søgd á heimasíðuni hjá Amnesty og prentað her í blaðnum í vikuni, hava brúk fyri tínum stuðli. Amnesty heitir á fólk um at senda teimum eina heilsu – eina áminn­ ing um, at teir ikki eru gloymdir. Fimm ár á Guantánamo Týdningarmikið at hava í huga, tá kort verða send: • Send einfaldar heilsanir, helst á upprunamálinum ella á enskum. • Send ikki politiskar ella átrúnaðarligar heilsanir – einfaldar heilsanir, sum bera boð um samkenslu eru nóg mikið. • Send kort uttan trúarligar ella jólaligar myndir. • Nýt ikki Amnesty kort og nevn ikki Amnesty International. • Bið ikki um aftursvar, men skriva navn og bústað á postkortið. So kann viðkomandi avgera um hann svarar tínum brævi. • Merk brævbjálvan ”Airmail” og set eitt 10 kr. frímerki á. • Seinasta freist at senda kort er 28. februar 2007. Vinarliga send Amnesty eitt avrit, um tú fært nakað svar. Um tú ynskir at senda Omar Khadr eina heilsan er adressan henda: Skriva til: Omar Khadr ISN 766 Camp Delta PO Box 160 WashingtonDC 20053 USA – Eg eri ikki her fyri at hjálpa tær. Eg eri ikki her fyri at gera nakað sum helst fyri teg. Eg eri bara her fyri at fáa upplýsingar, segði eitt umboð fyri kanadisku fregnartænastuna, tá hann avhoyrdi Omar Khadr Omar Khadr er 20 ára gamal og kanadiskur ríkis­ borgari. Hann hevur búð í Afganistan síðani 1993 saman við familju sínari.  – Eg eri ikki her fyri at hjálpa tær. Eg eri ikki her fyri at gera nakað sum helst fyri teg. Eg eri bara her fyri at fáa upplýsingar. Soleiðis segði ein umboðsmaður fyri kanadisku fregnartænastuna meðan hann avhoyrdi Omar á Guantánamo. Omar varð tikin til fanga í Afganistan í juni 2002, tí hann hevði dripið ein amerikanskan hermann. Omar var tá 15 ára gamal. Hann varð fluttur til Guan­ tánamo í november sama ár. Hóast unga aldurin nokt­ aðu amerikansku mynd­ ugleikarnir at koyra hann á serligu deildina fyri børn og ung, av tí at hann hevði fylt 16 ár. Omar er píndur á ymiskan hátt á Guantánamo. Hann hevur verið avbyrgdur frá hinum fangunum í ein mán­að í nógvum kulda, og hann er hóttur við kyns­ ligari eyðmýkjan. Hann er noyddur at standa í strævn­ um støðum í langa tíð. Hann er noyddur at pissa á seg sjálvan og at nýta seg sjálvan sum tvøgu. Kanadiski sakførarin hevur ikki hitt Omar enn og hevur søkt kanadisku myndugleikarnar um hjálp í sambandi við at fáa loyva at hitta Omar. Myndugleikarnir hava ikki gingið umsóknini á møti. Omar hevur dripið ein mann, men hann hevur rætt til eitt rættvíst rættarmál og hesum arbeiðir Amnesty fyri. Vit endurgeva her søguna um Omar Khadr, sum stendur at lesa á www.amnesty.fo Omar Khadr