Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. januar 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 14 - 19. januar 2007 tíðindi tíðindi Hóast bæði Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin áður hava sagt seg vilja taka undir við at seta Kyoto-sáttmálan í gildi fyri Føroyar, er nú líkt til, at báðir flokkarnir eru ivingarsamir Umhvørvi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Uppskotið hjá Tjóð­veldis­ flokkinum um at seta í gildi Kyoto-sáttmálan fyri Føroyar, hevur fingið held­ ur kaldliga móttøku hjá sam­ gonguflokkunum. Í fjør heyst segði Sam­bands­ flokkurin í tíðindaskrivi, at flokkurin mælir føroyskum myndugleikum til at taka undir við, at Føroyar ger­ast partur av Kyoto-sátt­málanum. Flokkurin vísti á, at Føroyar í altjóða høpi hava sera vánalig hagtøl at vísa á, og at vit teljast millum tey lond í heiminum, sum hava størst útlát av CO2 í mun til fólkatalið. – Hetta er sera álvarsamt, helt Sambandsflokkurin í fjør heyst. Undan seinasta løg­tings­ vali hevði Javnaðarflokkurin Kyoto-frumskjalið við í sínum valuppleggi. Men hóast hesir báðir sam­ gonguflokkarnir áður hava sagt seg vilja taka undir við at seta í gildi Kyoto- frum­skjalið fyri Føroyar, er flokkarnir nú vorðnir iving­ ar­samir. Tað er tískil ikki vist, at teir eru til reiðar at atkvøða fyri ítøkiliga uppskotinum hjá Tjóðveldisflokkinum. Javnaðartingmaðurin, Kristian Magnussen, hevur sagt, at enn vita vit ov lítið um avleiðingarnar, og hann ásannar, at samgongan hev­ur gjørt ov lítið á um­ hvørvisøkinum. Kaj Leo Johannesen, for­ maður Sambandsfloksins, hevur um dagarnar eisini sagt, at flokkurin ikki vil ”seta nakað upp á spæl” í samgonguni. Tískil er mangt, sum bendir á, at uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum ikki fer at fáa ta undirtøku, sum útlit annars kundu verið til, um hesir báðir stóru sam­ gonguflokkarnir stóðu við síni orð, ávikavist í heyst (Sambandsflokkurin) og undan seinasta løgtingsvali (Javnaðarflokkurin). Tjóðveldisflokkurin vil hava løgtingið at áleggja lands­stýrinum at seta Kyoto- frumskjalið um um­­hvørv­is­ vernd í gildi í Føroyum. Flokkurin skjýtur upp, at løgtingið staðfestir týdn­­ingin av, at Føroyar taka sjálvstøðugan lut og sjálvstøðuga ábyrgd í al­tjóða tiltøkunum at tálma veður­ lagsbroytingunum. Tjóðveldisflokkurin held­ ur, at løgtingið eigur at áleggja landsstýrinum at samráða seg fram til eina kvotu fyri Føroyar fyri mink­ing av CO2-útláti árini 2008-2012. Flokkurin metir eisini, at tað fer at kosta millum 8 og 9 miljónir krónur um árið - árini 2008 til 2012 - at gera hagtøl og seta neyðug tiltøk í verk. Arbeiðsbólkurin, sum hev­ur gjørt uppskot til orku­ politikk, mælir eisini til, at Føroyar fyrireika seg til at lúka ásetingarnar í Kyoto- sáttmálanum. Bólk­urin heldur í stuttum, at Føroyar noyðast at taka krøvini í Kyoto- sáttmálanum í álvara. Arbeiðsbólkurin mælir til, at 20% av orkunýtsluni á landi í 2015 skulu stava frá varandi orkukeldum, og at fiskiflotin skal nýta 15% minni orku í mun til veiðinøgdina í 2015. Leiðarin á umhvørvis­ deild­ini hjá Heilsufrøðiligu Starvs­stovuni, Jákup Pauli Joen­sen, heldur eisini, at Før­ oyar sjálvandi eiga at binda seg til at tálma útlátið av veðurlagsgassum, og hann heldur ikki, at nakað er til hindurs fyri at seta Kyoto-sátt­ málan í gildi fyri Føroyar. Samgongan ivingarsom um Kyoto-sáttmálan – Um Føroya løg­ ting ikki tekur und­ir við uppskoti Tjóð­veldisfloksins um at seta í gildi Kyoto-sáttmálan fyri Føroyar - ella líkn­andi uppskoti - so vil eg í stuttum siga, at tað enn eina­ ferð er prógvað, at Føroyar verða stýrd­ar av nøkrum ábygd­ arleysum klovnum. So avgjørdur er Bogi Hansen, professari í havfrøði Umhvørvi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Bogi Hansen, sum í heyst fekk norðurlendsku um­hvørvisvirðislønina, er ógvuliga avgjørdur í spurninginum um, hvørt føroyskir myndugleikar eiga at seta í gildi Kyoto-sáttmálan at galda fyriFøroyar. Tað er als eingin ivi í hansara sál um hetta. – Eg vil siga tað heilt stutt og greitt: Tekur Føroya løgting ikki undir við at seta Kyoto-sáttmálan í gildi fyri Føroyar, hava føroyskir politikarar enn einaferð prógvað, at Føroyar verða stýrdar av nøkrum ábyrgdarleysum klovnum. Bogi Hansen sigur, at antin má uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum sam­ tykkj­ast á løgtingi, ella noyð­ ast samgonguflokkarnir í stundini at koma við sínum egna uppskoti, sum byggir á tað sama. Kyoto er byrjanin – At seta Kyoto-sáttmálan í gildi fyri Føroyar er av­gerandi neyðugt, og hetta er tað minsta, vit kunnu og eiga at gera, tí hetta er bert byrjanin. Havfrøðingurin sigur, at fyrr ella seinni noyðast vit at avmarka okkara oljunýtslu og jú longri, vit bíða, tess verri verður tað, tí Kyoto- sáttmálin er bara fyrsta stigið á leiðini ímóti at minka um stóru umhvørvisdálkingina. – Neyðugt verður í fram­ tíðini at taka nógv størri tøk fyri at tryggja, at tær broytingar, vit síggja í umhvørvinum og veður­ lagnum, kunnu tálmast, so heimurin ikki endar í eini vanlukku í framtíðini. Bogi Hansen vísir á, at eitt nú bretska stjórnin arbeiðir við uppskotum, sum eru nógv víðgongdari enn Kyoto- sáttmálin er, og hann vísir í hesum sambandi eisini á uppskotið hjá ES-nevndini, sum av álvara hevur sett umhvørvisvernd á dagsskrá. Veðurlagsbroytingar – Í vetur hava vit sæð stórar broytingar í veðurlagnum her hjá okkum, men neyðugt er sjálvandi, at hesar verða máldar yvir eitt longri áramál, áðrenn til ber at staðfesta, hvussu stórar veruligu broytingarnar eru. Bogi letur kortini ongan iva vera um, at veðurlagsbroytingarnar eru byrjaðar. – Tað er serliga tann stóra nøgdin av CO2 útláti, sum órógvar umhvørvið, og hetta útlát stavar í fyrsta lagi frá olju, gassi og koli, sum vit nýta til orku. Bogi sigur, at útlát av øðrum dálkandi evnum eisini ger um seg í umhvørvinum og soleiðis ger seg inn á veðurlagsskipanina um allan heimin. – Ein týðningarmikil upp­ gáva hjá heimsins íbúgvum í framtíðini verður tískil at spara orku og harvið minka um útlátið av CO2. Her eru nógvir møguleikar, og eingin sum helst ivi er um, at nógv orka kann sparast kring um heimin, bæði á landi og sjógvi, sigur Bogi. Einki er gjørt Bogi Hansen heldur, at landsstýri og løgting hava gjørt alt, alt ov lítið fyri at finna út av, hvussu føroyingar kunnu spara orku. – Føroyar liggja í topp­in­ um, tá ið ræður um útlát fyri hvønn íbúgva, og kort­ini er líkt til, at okkara mynd­ug­ leikar hveppa seg við at seta í gildi Kyoto-sáttmálan fyri Føroyar. Hetta er heilt óskiljandi og fullkomiliga ábyrgdarleyst, heldur hann. Havfrøðingurin sigur, at tað er langt síðan, at hann misti álitið á føroyskar myndugleikar, tá ið ræður um umhvørvisvernd, og skuldi tað hent seg, at Føroya løgting nú sýtir fyri at seta Kyoto-sáttmálan í gildi fyri Føroyar, er ábyrgdarloysið fullkomið. – Sambandsflokkurin hev­ ur fyrr í heyst mælt til at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar, og tað er í mínum hugaheimi púrasta burtur við, um Javnaðarflokkurin, sum gongur á odda í vis­ jónum um alt millum himmal og jørð, ikki tekur undir við at seta sáttmálan í gildi. Og Fólkaflokkurin situr við ábyrgd av bæði umhvørvis-og orkumálum í Landsstýrinum. So, verð­ ur uppskotið hjá Tjóðvelis­ flokkinum ella okkurt, sum líkist tí, ikki viðtikið við stórum meiriluta, so hevur politiska valdið í Føroyum enn eina ferð prógvað, at øll tey føgru orðini eru onki annað enn klovnaspæl, sigur Bogi Hansen. Bogi Hansen, professari í havfrøði: »Føroyskir politikarar eru ábyrgdarleysir klovnar...« - Tekur Føroya løgting ikki undir vi› at seta Kyoto-sáttmálan í gildi fyri Føroyar, hava føroyskir politikarar enn einafer› prógva›, at Føroyar ver›a st‡rdar av nøkrum ábyrgdarleysum klovnum, sigur Bogi Hansen, sum fekk nor›urlendsku umhvørvisvir›islønina í heyst Mynd: Jens Kr. Vang