Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. januar 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 14 - 19. januar 2007 ] ítróttur » Hvør dystur er sum ein finala, tí vit hava ikki ráð at tapa nakran dyst« Hjalti Jacobsen, Kyndil SAMBAND JÁKUP MØRK JAKUP@sosialurin.fo tlf 341800 Bólkur E: Nú skal tað vera hjá dønum Úrslitini hava verið góð í EM- endaspølum, men tá tað kemur til HM, hava úrslitini verið út av lagi hjá dønum, sum nú fáa enn ein møguleika at royna seg millum tey bestu í heiminum HONDBÓLTUR Teitur Joesen teitur@sosialurin.fo Bólkur E er mannaður av m.ø. tveimum norðan­ londum, sum fólk vænta nógv av hesuferð. Meðan Danmark hevur vunnið bronsu­heiðursmerki tríggj­ ar tær seinastu ferðir­nar, teir hava tikið lut í EM, so hevur gingið av skriðuni í HM, har teir ikki hava rokkið hálvfinalunum síð­ ani 1982. Hitt norðanlandið er No­reg, sum eisini hev­ ur eitt spennandi lið. Teir eru, saman við Dan­ mark, favorittar at koma víð­ari í bólkinum, men í bakgrundini lúrir Ungarn, sum kann leypa hvøkk á skandi­navisku granna­lond­ ini. Við Wilbek á odda Danmark hevur altíð verið ein av sterkastu hond­bólts­ tjóðum í heiminum. Í eina tíð var Danmark tó við at sigla afturúr í mans­ hond­bólti, kanska serliga tí at kvinnurnar blivu so sterkar. Seint í 90’unum byrjaðu menninir tó at fóta sær aftur, og hetta hevur m.a. tryggjað teimum trý bronsuheiðursmerki í EM á rað. Meðan úrslitini hava verið fram úr góð í EM-høpi, so hevur als ikki gingið eftir vild í HM-høpi. Ferð aftaná ferð hava teir skuffað, men nú fáa teir so ein nýggjan møguleika. Venjarin hesuferð er eing­ in minni enn Ulrik Wilbek, sum fekk so ómetaliga góð úrslit við kvinnunum upp gjøgnum 90’ini, og danir vóna, at hann er maðurin, sum skal føra donsku menn­ inir fram millum tey allar­ bestu. Noreg ætlar víðari Noreg hevur eisini fleiri góð úrslit at vísa á, men úrslitini hava ikki verið eins góð og hjá Danmark og Svøríki. Noreg hevur ein av heimsins bestu málverjum, Steinar Ege, og hann verður týdningarmikil hesuferð. Teir eru eisini sterkir uppá mótálop, og leikararnir arbeiða væl fyri hvørjum øðrum. Spurningurin er bara, um hetta er nokk til at røkka til milumspælið. Hjá norðmonnum sjálv­ um er tó breið semja um, at teir skulu víðari úr inn­ leiðandi bólkinum. Ungarn hevur eisini møguleikar Triðja liðið í bólkinum, sum hevur møguleika at koma víðari, er Ungarn. Ungarn hevur eitt gott lið við nógvum royndum leikarum. Tætt undan HM hava tveir av berandi kretunum givið avboð. Talan er um Dániel Buday og Carlos Perez. Skal nakar leikari takast fram um aðrar hjá Ungarn, so má høgri bakkurin Lazlo Nagy, sum er 209 cm, nevn­ ast. Seinasti liðið í bólkinum er Angola, sum neyvan hevur nakran møguleika at koma víðari. Tvey av sterkastu londunum í heiminum eru endaði í bólki F, har Kroatia má metast at vera favorittur, meðan Russland eisini kann røkka heilt langt HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Bólkur F tykist skula blíva ein dystur millum tey bæði eysturevropeisku londini, Kroatia og Russland, um hvat teirra skal vinna henda bólkin. Kroatia er favorittur at vinna bólkin. Teir hava fingið sera góð úrslit síðstu nógvu árini, men Russland kann saktans geva teimum ein skarpan gang. Bæði Marokko og Suður Korea fara at fáa tað ómeta­ liga ring ímóti sterku evro­ peisku tjóðunum. Eitt mest sum fullkomið lið Kroatia hevur nøkur sera góð úrslit at vísa á, síðani landið gjørdist sjálvstøðug tjóð. OL-gull í 1996 og 2004, HM-gull í 2003, um­framt tvey silvurmerki í HM. Harafturat hevur liðið vunnið eitt bronsumerki í EM-høpi. Liðið hjá kroatum er næst­ an fullkomið. Ein óvanliga evnaríkan spælstýrara í Ivano Balic, sum er ein tann besti hondbóltsleikarin nakrantíð. Harafturat er teir væl mannaðir á øllum plássum í álopinum, sam­ stundis sum verjan er sera sterk. Trupulleikin hjá kroatum kann tó vera, at teir hava ongar spælarar at seta inná bakplássini, um annar av bakkunum, Petar Metlicic ella Blazenko Lackovic, ikki hava ein góðan dag. Kroatia er undir øllum um­støðum ein av størstu favo­rittunum at vinna HM- heitið. Maksimov aftur við róðrið Seinast HM var á skránni í manshondbólti, stóð Vladi­ mir Maksimov ikki við síðu­linjuna hjá russum, og úrsltið var hareftir. Teir endaðu á einum 8. plássi, og so var Maksimov aftur innkallaður at standa á odda fyri russisku bjørnini. Russland hevur kanska ikki bestu einstaklingarnar í HM, men teir hava eitt sterkt lið, sum kann røkka heilt langt, um teir fáa spæl­ ið at rigga. Skulu nakrir leikarar takast burtur úr, so slepst ikki undan báðum vengrunum, sum eru mill­ um teir fáu, sum ikki spæla í russisku kappingini. Edu­ ard Kokcharov og Denis Krivoshlykov vera tveir av týdningarmestu leikarunum hjá Russlandi í HM. Suður Korea og Marokko Síðstu tvey londini í bólki F eru Suður Kora og Marokko, og hóast tey hava drúgvar royndir í HM-høpi, so hava úrslitini ongantíð verið tey heilt góðu. Suður Korea hevur tó fing­ið okkurt sera gott úr­slit í manshondbólti, og m.a. vunnu teir silvur í OL í Seoul í 1988. Hetta úrslitið hava teir tó ongantíð megnað at livað upp til aftur. Sum heild verður ikki væntað, at Suður Korea og Marokko hava nakran møguleika í hesum bólkinum. Bólkur F: Kroatia er altíð millum favorittarnar Bólkur E: Danmark Noreg Ungarn Angola Bólkur F: Kroatia Russland Marokko Suður Korea Joachim Boldsen er millum mest royndu leikararnar á danska landsliðnum, sum veruliga fær brúk fyri hansara stríðsvilja, um teir ætla sær at røkka hálvfinalunum. Mynd: Scanpix Ivano Balic er kanska besti hondbóltsleikari nakrantíð. Hann er spælstýrari hjá kroatiska liðnum, og hann er maðurin, sum skal føra teir fram í HM í Týsklandi. Mynd: Scanpix