Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-19, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. januar 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 14 - 19. januar 2007 Ráðgevandi serlærari/talilærari í Norðurstreymoy og Eysturoyar­ bygdum í Sunda kommunu Í Sernámsdeplinum er eitt serlærarastarv leyst til setan 1. mars 2007 ella skjótast til ber eftir hetta. Arbeiðsstað: Sum nevnt omanfyri, men kann verða broytt eftit umstøðum og tørvi. Arbeiðsøki: Á leið ½ av arbeiðstíðini fer ætlandi til talilæraraarbeiði við børnum og ungum ( 0 – 18 ár ), harí vegleiðing viðv. tiltøkum til málsliga menning hjá smábørnum. Á leið ½ av arbeiðstíðini fer ætlandi til sernámsfrøðiliga ráðgeving til skúlar og foreldur/ avvarðandi at børnum við serligum tørvi. Lagt verður til rættis í samráð við Sernámsdepilin og skúlaleiðarar/ stovnsleiðarar í økinum. Uppgávurnar kunnu broytast eftir umstøðum og tørvi í mun til broytingar í sernámsfrøðiligu skipanini, ið Sernámsdepilin skal virka í. Arbeiðstíð: Sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Undirvísingartíð verður roknað eftir avtalu um arbeiðstíð hjá fólkaskúlalærarum. Løn: Sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag, lønarflokkur 23 – 2 til 30 – 3 og 30 –1 til 32 – 2. Fyri koyring við egnum bili ímillum skúlar/ stovnar verður endurgoldið kr. 2,90 fyri hvønn km. Førleikakrav: Serlæraraútbúgvin fólkaskúlalærari við talu/ málmenning sum sergrein ella á annan hátt eftirútbúgvin serlærari við førleika til sernámsfrøðiliga ráðgeving og taliundirvísing/ málmennandi arbeiði. Audiologopedur við sergrein í lesing er eisini skikkaður at søkja starvið. Umsókn við avriti av próvskjølum og møguligum viðmælum skal vera Sernámsdeplinum í hendi í í seinasta lagi týsdagin tann 13. februar 2007. Nærri fæst at vita við at venda sær til Egon Hansen, tali-hoyriráðgeva ella Hans Eli Dahl, stjóra. Sernámsdepilin Frælsið 32 – Postrúm 2036 – FO 165 Argir Tlf. 314522 – Fax 310196 e-postur: sernamsdepilin@snd.fo Besta útgáva Gestir – Burtur frá Toftunum pla bu 1 Fyrsta útgávan hjá Prix Føroyar vinnarunum Gestum hevur fingið góð ummæli úti sum heima, inniligi tónleikurin vinnur við tíðini og bólkurin vinnur sær alt fleiri fjepparar. Makrel - Transcend pla bu 2 Transcend tó tráðin upp eftir Wonderland, og vísir eina enn vakrari og bleytari síðu av tí einaferð so harða rokkbólkinum. Við Transcend er Makrel vorðin ein bólkur við munandi breiðari lurtaraskarða. The Dreams – Tazy pla bu 3 Tazy er føroyski sangskatturin punkaður av Føroya bestu popp punkarum, longu nú er tvey løg vorðin hitt, og nýtulkingarnar hjá The Dreams tykjast at hava rakt føroysku fólkasálina beint í hjarta. Teitur – Stay Under The Stars pla bu 4 Stay Under The Stars hjá Teiti er eitt meistaraverk, hetta tykjast ummælarar kring heimin samdir um. Fløgan vísir ein minnið poleraðan Teit enn á fyrru fløguni, og hetta klæðir unga havnarmanninum. Týr – Ragnarok pla bu 5 Ragnarok er fyrsta nýútgávan hjá Týr á útlendska tungmálmsplátufelagnum Napalm Records. Á fløguni tók Týr víkingamálmin enn eitt fet út í heim, fjepparaskarðin hjá Týr er alsamt vaksandi. Besti føroyski (bólkur/einstaklingur) 200 pla bf 1 Framførslan hjá 200 á Roskilde Festivalinum í fjør fekk betur ummæli enn flest øll stóru útlendsku nøvnini á festivalinum. Bólkurin hevur í fjør givið Graceland út, og hevur spælt bæði úti og heima. Deja Vu pla bf 2 Deja Vu vann føroysku GBOB finaluna og slapp til London at kappast í heimsfinaluni. Ávegis vann Deja Vu m.a. á Marius, ið vann GBOB í fyrraárið. Deja Vu hevur í fjør verið millum virknastu konsertbólkar í landinum. Høgni Lisberg pla bf 3 Høgni Lisberg hevur í fjør spælt bæði úti og heima. Á bæði G! og Summarfestivalinum gjørdist Høgni millum jaligastu upplivingarnar. Ungi leirvíkingurin hevur fingið útgávuavtalur í fleiri ymiskum londum, og gongur eini spennandi tíð ímóti. Teitur pla bf 4 Teitur hevur spælt nógvar konsertir kring Evropa og í USA, hann er enn Føroya størsta navn uttanlands og alt fleiri fólk tykjast at varnast Teit. Týr pla bf 5 Við útgávusáttmála og útlendskum bookingfelag byrjaði árið hjá Týr sera væl, og sum tíðin fráleið gjørdist árið uppaftur betur. 2006 endaði við nýggjari fløgu og tveimum stórum konsertferðum kring Evropa. Besta songkvinna Eivør pla bk 1 Eivør gjørdist ársins songkvinna í Føroyum í á Planet Awards í fjør. Hon hevur ferðast kring heimin og sungið fyri útseldum húsum í Íslandi og Danmark. Hon vann heiðurin besta song- kvinna og besti vísusangari á DMA Folk, og Útvarpi valdi hana herfyri til ársins tónleikanavn. Guðrið Hansen pla bk 2 Guðrið fekk í Isadora and The Rebels sítt gjøgnumbrot í fjør. Bólkurin er spennandi, men størsta styrkin er uttan iva stóra røddin og útstrálingin hjá Guðrið. Guðrið luttók eisini á fløgum og konsertum saman við øðrum tónleikarum í ár, m.a. hjá Flemming. Lenapla bk 3 Lena fekst í stóran mun við komandi fløgu sína í fjør, men á AME Reykjavík, FO Invasion, Asfalt og øðrum konsertum bæði hesumegin og hinumegin hav vann hon alsamt meira fram, serliga orsakað av frálíku røddini. Maria Guttesen pla bk 4 Maria Guttesen valdi í at standa á egnum beinum. Hon fór burturúr bólkinum Divided Minds og gav sína aðrum solofløgu út; ein konsertfløga, ið vitnar um stóru røddina, ið longu bergtók føroyingar á bandinum hjá Hjørdis og Gentunum. Jensina Olsen pla bk 5 Kórsongkvinnan úr mpiri og mamman hjá Grísaflísa Pætur kom sum snarljós á alljósum degi inn í singer/songwriter kappingina í Hafnia Lounge. Á veg móti sigrinum basti dugnaliga songkvinnan nøkrum av okkara bestu innan fyri stílin. Besti sangari Hans Marius Ziska pla bs 1 Oddamaðurin í Marius vísti á fyrstu fløguni hjá bólkinum, at hann ikki einans er ein góður sangskrivari, men eisini ein góður sangari. Røddin er egin og riggar væl í heildini. Kári Sverrison pla bs 2 Kári Sverrison gav fyrst í árinum fløguna Risastova út saman við Yggdrail, eyðkenda røddin er enn hansara heilt egna, og hansara máti at brúka hana er framúrskarandi. Ólavur Jákupsson pla bs 3 Røddin hjá Ólavi Jákupssyni er eitt av eyðkennunum hjá Gestum, og hevur vunnið pláss í hjørtunum hjá ummælarum uttanlands, Ólavur er heilt egin. Rókur Jákupsson pla bs 4 Á sjálvnevndu EP’ini og á konsertum sum einstaklingur og saman við bólkum sínum hevur Rókur víst seg sum ein av okkara allar bestu sangarum. Teitur pla bs 5 Teitur er Føroya fremsti singer/songwriter. Umframt góðu løgini eigur Teitur eisini eina sera góða rødd. Í fjør ljóðaði røddin hjá Teiti kring alt Evropa ikki minst heima á klettunum og í USA og Kanada. Besti nýggi (bólkur/einstaklingur) Boys In A Band pla nb 1 Boys In Band var eitt heilt óskrivað blað, tá bólkurin meldaði seg til GBOB í heyst. Í finaluni megnaði bólkurin at syfta GBOB vinnaranum í fyrra árið Marius. Budam pla nb 2 Búi Dam lánti eina smáttu í Andalusisku fjøllunum at skriva tónleikin til Budam. Á konsertum hevur bólkurin spælt sín serliga søgutónleik og hvørja ferð sita áskoðarnir bergtiknir. Isadora and The Rebels pla nb 3 Isadora and The Rebels var millum bestu upplivingarnar á Summarfestivalinum í fjør, tað er serliga sterka oddakvinnan Guðrið Hansen, ið bergtekur. Bólkurin brýtur í føroyskum høpi upp úr nýggjum. The Story Ends pla nb 4 Hóast the Story Ends hevur nøkur ár á baki, fekk bólkurin sítt gjøgnumbrot í fjør. Eftir framførsluna á G! í fyrra árið vaks bólkurin alsamt í virðing og í ár kom fyrsta fløgan út. Thor Simonsen pla nb 5 Fyrsta fløgan hjá Thor Simonsen varð gjørd á hansara teldu í sovikamarinum. Hann kallar tað hip hop, men tankarnir kunnu ferðast til nøvn sum Beck Hansen og hansara heilt serliga stíl. Heilt víst eitt av teimum mest spennandi nýggju nøvnunum í fjør. Besti útlendski (bólkur/einstaklingur) Beth Hart pla ub 1 Framførslan hjá Beth Hart á G! fór somikið langt útum pallkantin, at songkvinnan stakk tarnar í Gøtuvík. Rokk-Mama Hart vann hjørtu á Gøtusandi hetta kvøldið. Johnny Deluxe pla ub 2 Johnny Deluxe vóru 9 tímar ávegis til Summarfestivalin, men tá bólkurin trein á pallin kókaði Vágsbøur frá fyrstu stund til seinasti strongur var sligin og seinasta trumman var bukað. Nephew pla ub 3 Kvarti føroyingurin Simon Kvamm legði skemtið á hillina í fjør og gjørdist fulltíðar tónleikari. Úrslitið fløgan Interkom Kom Ind hevur gingið sigursgongd bæði í Danmark og Føroyum. Lagið Igen & Igen & var best umtókta útlendska lag á 15 teimum bestu, og í summar stendur Nephew aftur á palli á G! Red Hot Chili Peppers pla ub 4 Tvífløgan Stadium Arcadium setti Red Hot Chili Peppers aftur á tónlistarliga heimskortið. Serliga lagið Dani California hevur hittað um allan heim. Los Angeles bólkurin hevur gjørt um seg síðan miðskeiðis í 80’unum og er enn á toppinum. Wolfmother pla ub 5 Wolfmother er nýggjur australskur bólkur, ið fekk gjøgnumbrot í fjør við síni fyrstu, og sjálvnevndu útgávu. Talan eru um rokktónleik við tíðiligum ávirkanum frá sjeytiára rokktónleiki, har nøvn sum Black Sabbath og Led Zeppelin teljast millum fyrimyndirnar. send eini sms boð til 1930 Høvuðsstuðlar av tiltakinum eru: lýsingar Daewoo Leganza CDX Árgang 2000, sýnaður sept.2006. Sóltak, leðursetur, klimaanlegg, og mangt annað. Eyka sett av sportfelgum við vetrardekkum fylgja við. Til sølu fyri hægsta boð yvir 84.000,00. Tlf 742002