fríggjadagur 19. januar 2007síða 45
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 - 19. januar 2007
45
HON og HANN, sum hava gjørt nakað GOTT fyri
onnur, fyri síni næstu, sínar vinir, sínar grannar, sítt
arbeiðspláss, sítt yrki, sína heimbygd, sítt land ella fyri
eina ávísa søk, skulu nú veljast sum ÁRSINS MAÐUR
og ÁRSINS KVINNA í Føroyum í 2006
Aftur í ár bjóðar Sosialurin øllum lesarunum, tvs. øllum
Føroya fólki, at velja ársins mann og ársins kvinnu í
Føroyum í 2006. Hetta verður afturvendandi tiltak
á hvørjum ári. Fyrstu ferð var í 2005. Tá vórðu Leila
Solmunde, forkvinna í Meginfelag Teirra Brekaðu,
og Sofus Olsen, stigtakari til listasavn á Sandi, kosin
ávíkavist ársins kvinna og ársins maður.
Vit lata fyrst og fremst tykkum lesarar gera av, hvat tit
halda er besta orsøkin til ella prógvið um, hvør eigur
heiðurin at gerast Ársins maður og Ársins kvinna í
Føroyum í 2006.
Men vit fara so eisini at leggja dent á hetta:
Maður og kvinna, sum hava uppiborið hetta heiti, hava
gjørt nakað GOTT fyri onnur menniskju, síni næstu, tað
veri seg familju, vinir, grannar, starvsfelagar og fólk
annars. Hesi kunnu eisini hava gjørt nakað GOTT fyri
sítt nærumhvørvi, lokalsamfelagið og samfelagið sum
heild, ella fyri eina søk, eitt ávíst felag ella felagsskap,
eitt yrki ella eitt arbeiðspláss. Tað ber eisini til at skjóta
upp fólk, sum tit halda hava gjørt nakað GOTT við
at hava havt serstaka kveikjandi og hitandi ávirkan á
onnur.
Veljið tykkara mann og kvinnu og grundgevið, hví hesi
eru tykkara val!
Fyllið út lepan niðanfyri og sendið hann við brævbjálva
til okkara: Miðlahúsið, Tórsgøta 1, ella Postsmoga 76,
við merkinum: »Ársins maður í 2006« og »Ársins
kvinna í 2006«. Tit kunnu eisini senda uppskot tykkara
sum vanligt bræv. Eisini ber til at senda hetta sum
teldupost til post@sosialurin.fo
Ein dómsnevnd við Jóhonnu á Bergi, stjóra á Faroe
Ship, Andrasi Róin, samfelagsfrøðingi, Esther Djur-
huus, pedagogi á Landssjúkrahúsinum, og Eyðuni
Andreassen, fólkalívsfrøðingi, velur ársins mann og
kvinnu millum mongu uppskotini. Vit loyva okkum eisini
at prenta nøkur av uppskotunum við grundgevingunum
í komandi bløðum.
Freistin at lata inn uppskot er hósdagin 1. februar.
Avdúkingin av ársins manni og ársins kvinnu í Føroyum
í 2006 verður á samkomu í Miðlahúsinum hósdagin 8.
februar kl. 16.00.
M I Ð L A H Ú S I Ð · T Ó R S G Ø T A 1 · B O K S 7 6 · F O - 1 1 0 T Ó R S H A V N · P O S T @ S O S I A L U R I N . F O
Á R S I N S M A Ð U R
&
Á R S I N S K V I N N A
í Føroyum í 2006
Uppskot:
Grundgeving:
Navn:
Bústaður:
Bygd / býur:
Telefon:
lýsingar