Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-19, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. januar 2007síða 50

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 – Árið í fjør var okk­ara næstbesta, síð­an vit keyptu út­róðrar­bátin Bragd í 1998 – ikki í nøgd, men í veiði­ virði, sigur John Kári Jacobsen í Hvanna­ sundi, sum saman við Alexanduri Joensen eigur útróðrar­bátin Bragd Tá ið viðrar, og streymurin er góður, er nógvur útróður í Klaks­ vík. Á Stongunum, har tær nógvu línurnar verða egndar, er rætti­ligt lív í, tá ið mest er at gera. Skúlaungdómur, ung­lingar og eldri uppilagstir fiski­menn standa í skúrunum og kýta seg, meðan bátarnir fara og koma. Slíkar dagar teljast Stengurnar millum størstu arbeiðspláss í Klaksvík – um ikki tað størsta. Ein av bátunum, sum sein­ astu árini hevur drivið dúgliga á við útróðri, er stálbáturin Bragd, sum John K. Jacobsen og Alexandur Joensen eiga og reka. Teir keyptu bátin úr Porkeri í 1998. – Tað var Alfred Olsen í Vest­manna, sum í 1978 læt bát­in byggja í Noregi. Upp­­runa­ liga er Bragd systur­skip við Volun­teer. Meðan Volunteer er longdur og inni­­lokaður, hevur Bragd fing­ið kúlu­stevni, og hálvur annar metur er bygdur upp í hekk­una. John sigur, at útróðrar­bát­ urin sambært Skipalistanum er 14 metrar langur, men veruliga longdin er 17 metrar – og breiddin 4, 83 metrar. – Tað er helst gamla mátið, teir hava. Bragd sá eitt sindur ”viðtikin” út, tá ið teir keyptu hann, og í byrjanini vóru nýggju eigararnir eisini eitt sindur óhepnir. – Eftir stuttari tíð brutu vit motorin og noyddust at keypa ein nýggjan. Meðan vit lógu, var lítil og eingin útróður kort­­ini. Í so máta mistu vit ikki nógv. Motorurin, sum brotnaði, var 260 hk. og tann, sum síðan varð settur í bátin, var 380 hk. – Vit skiftu ikki gearið, sum vit kortini vistu var til tann minna motorin. Tá gearið fór fyri umleið tveimum árum síð­an og bleiv skift, fór aksilin at mala eitt sindur skjótari, og nú fekk báturin eisini meira ferð. Bragd er breiður og er ikki bygdur sum gongubátur, men við vanligari ferð sigla vit millum 8 og 8,5 míl, sum er á góðari leið. John sigur, at teir fyri umleið 5-6 árum síðan sandblástu og metaliseraðu bátin, sum tað verður rópt, og síðan motorur og seinni gearið eru skift, hevur alt riggað væl. – Jú, vit eru glaðir fyri Bragd, eingin ivi um tað. Men hvussu hevur so vignast í vetur? – Síðsta ár var eitt av teim­um góðu hjá okkum – ikki í nøgd, men í veiðivirði var hetta okkara næstbesta ár samanlagt, síðan vit keyptu bátin. Tað er undantakið, at veiðan fer niður í 100 pund á línuna. – Vit seta vanliga 60 línur hvørja ferð, og veiðan hevur ligið heilt upp ímóti teimum 14.000 pundunum, sigur hann. Í heyst og í vetur hava teir havt fleiri setur, sum hava giv­ ið meira enn 100.000 krónur í søluvirði. – Vit høvdu tilsamans 13 setur í november og fiskaðu fyri 1,1 miljón krónur. Hetta gevur ein manningarpart upp á einar 108.000 krónur. Og fiskaprísurin hevur verið óføra góður. – So seint sum í næstsíðstu viku seldu vit fyri ein miðalprís upp á 23,52 krónur fyri kilo. Í dag, nú slagið ikki var nakað serligt, og lítið var av gráum fiski, seldu vit fyri miðalprísin 15,79 krónur fyri kilo. Eg plagi at siga, at kunnu vit halda 10 krónur í miðal fyri kilo, so loysir tað seg at rógva út. Fýra mans eru knýttir at Bragd, tríggir umborð og ein í landi. – Vit hava eisini verið fýra umborð, men tá veiddu vit gágguna sjálvir. Nú keypa vit agnið frá báti, sum burtur av fiskar gággu. Hetta er dýrari, men lættir ógvuliga nógv um. At veiða agnið sjálvir, er næstan sum ein útróður aftrat. – Tá uppiløgur var, fiskaðu vit ofta agn niðurfyri. Aðrar dagar noyddust vit at draga rúsurnar á veg aftur til lands. Hetta kundi til tíðir vera ógvu­ liga strævið, tá nógvur útróður var. Í heyst og í vetur hava teir mest egnt høgguslokk og gággu, men tá ið líður út á várið og summarið, egna teir eisini makrel. Tá nógvur útróður er, svevur John viðhvørt í bátinum, og onkuntíð hevur hann verið í bátinum tað mesta av eini viku. John letur eisini væl at egn­ arunum. – Vit hava góðar egnarnar, óføran skúlaungdóm, tilkom­ nar og eldri menn, eisini uppi­­lagstir fiskimenn. Jú, tað gongur sera væl at fáa línuna egnda, og tá haldi eg, at eg tosi fyri allar bátarnar, sum egna á Stongunum, sigur John K. Jacobsen. Klumman Vælferðar- mafian Eg havi altíð rindað skatt við gleði. Tí í mun til meg­ in­partin av heimi­num eru Føroyar eitt væl­ferð­ ar­para­dís, bygt upp av soli­dariskum og demo­krat­ iskum prinsippum. Vit hava gjøgnum mong ár upp­bygt eina skipan, har vit rinda nærum helmingin av inn­ tøkuni í skatti, so at vit hava rætt til ymsar ágóðar, tá ið á stendur. So tá ið fólk spyrja, um tað ikki er súrt at rinda nær­um helmingin av allari inntøkuni í skatti, so havi eg altíð svarað nei, tí eg fái so nógv gott fyri hesar pengarnar: Eg havi rætt til hjálp, tá ið eg verið gomul. Eg havi rætt til hjálp, tá ið eg verið sjúk. Eg havi rætt til feriu, tí øll eiga rætt til hvíld. Eg havi rætt til barsil, um eg verði við barn. Eg havi rætt til hjálp, um eg verði arbeiðsleys. Alt hetta var júst enda­ málið við vælferðar­skip­anini – sum vit kenna hana her í Norðurlondum. Og tí rindi eg skatt við gleði. Men, nú kemur tann stóra andsøgnin, sum eisini ger, at tað ikki altíð er so stuttligt at rinda skatt. Tí áðrenn eg veit av, nærkast tey nærum 50 prosentini teimum 60. Hetta er einar tveir minuttir eftir at lønin er komin inn. Tá verður drigið av til eftirløn, til tá ið eg verði gomul. Tá verður drigið av til sjúkrakassan, til tá ið eg verði sjúk. Tá verður drigið av til feriu, tí eg havi rætt til hvíld. Tá verður drigið av til barsilsgrunn, til teirra, sum verða foreldur. Og tá verður drigið av til ALS, so at eg kann fáa hjálp, um eg verði arbeiðsleys!! Og eg, sum helt, at skatturin skuldi tryggja meg, um/tá eg komi í eina støðu, har eg ikki longur eri før fyri at forsyrgja mær sjálvari. Hvar fer allur hesin skatturin? Høvdu teir gomlu vita. umborð Útró›rarmenn tjentu 108.000 í ein mána› Umborð Vilmund Jac­ob­sen blaðmaður vilmund@sosialurin.fo Rigmor Dam blaðkvinna Nr. 14 • 19. - 21. januar 2007 Teir eiga bátin saman, John K. Jacobsen (th.) og Alexandur Joensen. – Árið í fjør vignaðist væl hjá okkum, sigur John, sum Sosialurin hevur skift orð við Mynd: Birgir W. Høgnesen Smíðiár: 1978 Heimstaður: Klaksvík Longd: 17 metrar Breidd: 4,83 Maskina: Volvo Penta (380 hk) Eigari: Sp/f Bragd Útgerðar- John Kári maður: Jacobsen Fakta Bragd