fríggjadagur 19. januar 2007síða 54
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 • 19. - 21. januar 2007
Vikuskifti
6
Í ár eru tað
liðin 100 ár,
síðani belgiski
teknarin Hergé
var borin í
heim, og tað
skal ver-
uliga haldast í
heimlandinum
hjá honum.
Hergé var ser-
liga kendur fyri
teknirøðina um
Tintin, sum er
víðakend og
framvegis sera
væl umtókt.
Nógv verður
gjørt burtur úr at markera
serliga árið í Belgia, og eitt nú
verða bygningar og tok skrýdd
við tekningum av Tintin. Á
myndin verður ein slík tekning
avdúkað, meðan seinna konan
hjá Hergé, Fanny Rodwell-Vla-
minck er hjástødd .
í stuttum
Lagt til rættis: Eyðun Klakkstein
Rullukøka ella køkurulla
Hóast rullukøka og køkurulla
eru sett saman av somu orðum
og kundu fyri tann skuld verið
tvær síður av somu søk, er
tað stórur munur hjá manni,
sum kemur heim úr býnum
móti morgni, um konan bjóðar
honum rullukøku ella stendur
klár við køkurulluni.
Kinesarar banna film
Nýggi filmurin hjá Martin Scor
cese verður ikki vístur í Kina.
Orsøkin er, at kinesisku mynd
ugleikarnir eru stak misnøgdir
við, at teir í filminum verða
lagdir undir at stjala datatøkni
til ólógligt virksemi. Kinesarar
hava biðið um, at hetta verður
tikið úr spælifilminum, men
hesum ynski hava farmleiðarar
nir sjálvsagt ikki gingið á møti.
Í filminum spæla kendir
sjónleikarar sum Leonardo
DiCaprio, Matt Damon, Jack
Nicholson og Martin Sheen, og
filmurin verður mettur at hava
góðar møguleikar at vinna
onkra Oscar-virðisløn í februar.
Washington best
umtóktur
Amerikanska Harris Poll ger
afturvendandi metingar av,
hvørjir eru eru teir best um
tóktu sjónleikararnir í USA. Í
nýggjasta yvirlitinum er tað
fyri fyrstu ferð í longri tíð,
at Tom Hanks ikki er ovastur
á listanum. Hann má lúta
fyri Denzel Washington,
sum sambært Harris Poll er
best umtókti sjónleikarin í
USA. Tom Hanks er nummar
2, John Wayne nummar
3, Clint Eastwood 4, Will
Smith og Julia Robert numm
ar 5, Johnny Depp og Mel
Gibson nummar 7, George
Clooney 9 og Harrison Ford
nummar 10.
2007 verður Tintin-ár
Høg modell tveitt
úr bussinum
Tann 180 sentimetrar
høga bretska modellin
Josephine Kime var
úti fyri eini heldur
sjáldsamari hending
í London nú um
dagarnar. Hon fór
upp í ein buss í enska
høvuðsstaðnum,
men var so biðin
um at fara úr aftur
bussinum. Josephine
kom at standa
í bussinum, og
bussførarin segði,
at hann sá einki í
speglinum orsaka av
teirri høgu modellini.
- Fyrst helt eg, at bus-
sførarin skemtaði, men so
ótolnaðist hann og gjørdist
illur, og eg mátti úr bussi-
num, greiðir Josephine frá.
Ein talsmaður fyri bussfel-
agið hevur biðið um umbe-
ring fyri hendinga, men tað
hevur ikki eydnast at funnið
fram til, hvør bussførarin
var, skrivar The Sun.