fríggjadagur 19. januar 2007síða 58
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 • 19. - 21. januar 2007
Vikuskifti
10
- Eg veit ikki, hví tónleikur
fyllir so nógv í mínum lívið,
men um eg ikki spæli tónleik
í ein dag, er tað sum um
okkurt manglar”. Soleiðis
tekur Angelika Nielsen til,
tá spurt verður um hvønn
týdning tónleikur hevur fyri
hana. Violinin er amboð hjá
Angeliku, at siga tað, ið ikki
kann sigast av mannamunni
Hvonn blívur til
Kvonn
Fyri stuttum kom Angelika upp
til Føroya at vitja familju sína
um jóla hátíðuna, áðrenn hon
so fór niður aftur til Keyp
mannahavnar, har hon lesur
á Kongaliga danska tónleika
konservatorium.
- Eg havi havt nokk av nýggj
um tilfari at læra og venja,
sigur hon brosandi. Sipað
verður til nógvu venjingarnar
í sambandi við konsertir
við Symfoniorkestrinum og
egnum bólki. Angelika luttók
á Nýggjárskonsertini hjá
Symfoniorkestrinum, umframt
at hon spældi við egnum bólki,
Angelika, í Miðlahúsinum í
Vágsbotni. Konsertin í Miðla
húsinum bleiv sera væl mót
tikin av áhoyrarunum.
Síðan konsertina í Miðlahúsi
num hevur bólkurin Angelika
skift navn og eitur nú Kvonn.
- Upprunaliga navnið á
bólkinum var Hvonn, men
so funnu vit útav, at tað var
nýggja navnið á fyrrverandi
Sjómansheiminum. So brúktu
vit bara Angelika fyribils, inntil
skiftið til Kvonn bleiv gjørt,
sigur 23 ára gamla gentan.
Valið fall á violinina
Angelika er uppvaksin í
Vestmanna í einum húsi, ið
var sermerkt við ríkum áhuga
fyri tónleiki. Líka síðan hon var
barn, hevur hon havt ymisk
ljóðføri rundan um seg, og
so smátt byrjaði Angelika at
royna seg við teimum. Serliga
var tað violinin, ið bleiv nógv
spæld uppá, samstundis sum
mamma hennara hjálpti henni
við at læra seg at lesa nótar.
- Tað var ikki tað heilt stóra
at gera í Vestmanna tá. Ítróttur
hevur aldrin havt mín stóra
áhuga, so eg vitjaði mínar
vinkonur, málaði ella var heima
í kjallaranum, tá eg ikki spældi
upp á violinina”.
Skúlagongd
Aftaná 9. flokk í fólkaskúla
num, fekk Angelika møgu
leikan at útbúgva seg til violin
lærara í Íslandi. - Eg haldi tað
var í Ìslandi, at eg fann útav,
at tónleikur skuldi blíva mítt
lívsyrki, sigur Angelika.
Hetta endaði við einum
tíðarskeiði upp á fýra ár við
nógvari venjing og teori sum
gerandiskosti.
Nýggjar avbjóðingar bíðaðu
eftir henni í Malmø í Svøríki,
har hon gekk tvey ár í skúla,
eftir hon var liðug í Íslandi.
Verkætlanir hava síðan verið
At siga tað, ið ikki kann
Á violinini sleppur Angelika
at siga tað, ið ikki kann sigast
av mannamunni. Um hon ikki
spælir tónleik ein dag, so er tað
okkurt, sum manglar greiðir
unga kvinnan úr Vestmanna frá
Samrøða
Fróði Stenberg
post@sosialurin.fo
Kristian Blak um Angeliku:
- Angelika hevur spælt saman við okkum, síðan hon var barn. Eg varð
beinanvegin greiður yvir, at hon hevði serligar gávur. Hon seyg til sín frá
teimum tónleikarum, ið hon spældi saman við. Angelika fatar nýggjan tónleik
beinanvegin og so skjótt, sum hon hevur hoyrt eitt lag dugur hon at spæla tað.
Hetta er ein stórur fyrimunur, tá tú spælir fólkatónleik, har tað í stóran mun
snýr seg um at lurta. Samstundis hevur hon førleikan sum ein konservatorii
tónleikari. Hon er altíð konsentrera øgiliga um sítt ljóðføri, og tí kann hon
uttan trupulleikar skifta millum eitt nú klassiskt og fólkatónlei, jass ella rokk.
Kristian Blak og Angelika
hava spælt saman í
spælimonnunum í nógv ár,
og eru nú saman í bólkinum
Kvonn.