týsdagur 2. januar 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 1 - 2. januar 2007
9
tíðindi
Alt í alt ein fín og
hugnalig konsert
fyri vaksin fólk í
einum hugnaligum
høli skrivar
ummælarin Pauli
Hansen um konsert
í Miðlahúsinum 29.
desember
Konsertummæli
Pauli Hansen
Mynd Jan Müller
Fríggjakvøldið 29.des. var
konsert við Martini Joen
sen og orkestri í Miðla
húsinum.
Byrjað varð í Heygatúni
í Vestmanna, barnaminnum
og hugleiðingum frá eini
farnari tíð. Siðani varð farið
inn í vaksnamannaheimin
við sínum góðu og sínum
beisku síðum, sum Martin
jú dugir so sera væl at
lýsa, uttan tó nakrantíð at
gerast ov sentimentalur.
Vit kenna jú sangirnar so
væl, og hetta kvøld fingu
vit, sum lýddu á, allar teir
bestu. Byrjanin var kanska
heldur spøk, men so við
og við kom meiri gongd
í, og tónleikurin svingaði
ó g v u l i g a
væl. Aftan fyri seg hevði
Martin eina samling av sera
garvaðum
tónleikarum:
Jákup Zachariassen, dobro
og
steelguitar,
Eyðun
Hansen, guitar, Jónleif
Jensen, trummur, Pauli
Magnussen, bass, sang,
og sjálvur sang Martin og
spældi guitar.
Serliga var tað samspælið
millum Jákup og Eyðun,
sum hugtók meg. Eyðun
við sínum fína jasskenda
solospæli og Jákup, sum
ikki forfellur til tað vanliga
countrymjarrið, men spælir
á heilt annan og áhugaverdari
hátt enn so nógvir aðrir
steelguitaristar.
Eyðsýnt var, at áhoyrar
arnir vóru sera væl nøgdir
við konsertina og vildu
hava eykaløg, sum vit eisini
fingu.
Væl vitandi, at orð og
tónleikur hjá Martini eru
sera persónlig og innilig,
sat eg tó og hugsaði. at tað
hevði verið meiri fjølbroytt,
um Eyðun td. hevði spælt
elguitar til nøkur av løgu
num, um Jákup hevði spælt
klaver viðhvørt, og um eitt
sindur varð gjørt burtur úr
fleirraddaðum sangi.
Alt í alt ein fín og hugnalig
konsert fyri vaksin fólk í
einum hugnaligum høli.
Hugnalig konsert við Martin Joensen
Fult hús var tá Martin
og Hinir stigu á pallin í
Miðlahúsinum millum jól og
nýggjár.
Martin Joensen og orkestur
við hugnaligari konsert í
sambandi við fløguútgávu