Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. januar 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 1 - 2. januar 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Dagurin 3. januar. Enokur, sum gjørdist 365 ára gamal (1. Mós., 5,21-24). Navnið merkir vígdur ella royndur. Takk fyri alt tú lærdi meg sum eg havi við mær á mín veg kærleika, umsorgan tú vísti mær ja, nógv eg havi at takka tær Ja, nógv eg minnist aftur á á songarstokki tú sæt mær hjá fortaldi søgur og sang um Hann sum hekk á krossi, og blóð Hans rann Góði babba tú hvílur nú hjá Gudi, heima í Himnabúð vit møtast har heima aftur ein dag har saman vit syngja takkarlag dóttir tín Sólvá Til minningar um elskaða pápa mín Dánjal Sjúrður Ennistíg f. 10.06.1956 • d. 30.10.2005 Smyril hevur fingið nýggjan tænastuleiðara Fyri stuttum søkti Strand­ ferðslan eftir tænastuleiðara til Smyril. Nú er starvið sett og nýggi tænastuleiðarin er longu farin til verka Tað er 24 ára gamli Svenn Eysturtún Olsen í Havn, ið byrjai sum tænastuleiðari nú á nýggjárinum. Hóast hann er ungur, hevur hann hann longu ávísar royndir í hesum yrki. Hann er útlærdur tænari og hevur royndir bæði úr Danmark og úr Føroyum. Eitt av størv­unum, hann hevur havt í Føroyum, hevði hann á einari av landsins bestu matstovum, Gourmet í Havn, har hann var matstovuleiðari eitt skifti. Nú er hann tænari í mat­ stovuni í Bowling­høllini. Umborð á Smyrli verður samskipa tænastuna umborð, men eisini at menna nýggj tænastutilboð fyri at fáa fólk at ferðast meiri við Smyrli og til menna tilboðini umborð á Smyrli. Endamálið er at fáa Smyril at virka meiri sum eitt hotell, sigur hann. Tveir tænastuleiðarar eru við Smyrli, eina á hvørj­ari manning. Hin tænastuleiðarin er Petur Hentze. -Áki- Svenn skal lyfta tænastustøðið á Smyrli Nú, tann 1. januar byrjaði Svenn Eysturtún Olsen í nýggjum starvi sum tænastuleiðari við Smyrli Væl fyri lýsing, hálvur sjeyndi tími var runnin av sólaringinum næstseinasta dagin í gamla árinum, glamp­ aðu stórtíðindi á port­alinum hjá Sosialinum og FøroyaTele. Áki Bert­hold­sen, sum plagar at vera eftirfarandi, boðar tjóð­ini frá, at formaður Sam­bandsfloksins, Kaj Leo Johannesen, heldur tað vera ein sigur fyri rættvísið, at Saddam Hussein er hongdur. Ongin ivast í, at Saddam var eitt illmenni. Líkur øðr­ um eirindaleysum desp­ot­ um, sum skyna á lívi og deyða hjá øðrum, alt eft­ ir tørvi, fyri at sæta sær sjálvum og egnum valdi. Teir stjórna samfelagnum, sum var tað teirra egna kiosk, mannarættindi og fólka­ræði er teimum líka­ mik­ið. Fyri at varðveita valdið, sum teir hava rænt frá fólkinum, brúka teir allar tær metodur sum neyðugar eru. Harímillum dráp, terror og píning. So langt munna flestu før­ oy­ingar vera samdir. Um ultimativa vápnið, deyða­ revs­ing, eru meiningarnar helst meira nýanseraðir og ymiskar. 32 tingmenn, harímillum Kaj Leo Johannesen, at­kvøddu 25. mars 2003 fyri at taka av alla deyða­revsing, eisini í hernaðar­høpi. Fáar dagar fyri hesa hending atkvøddu 19 tingmenn, harímillum Kaj Leo Johannesen, sam­an við tjóðveldis- og javn­að­ar­ monnum, fyri at ST skuldi stjórna átøkunum, sum neyð­ug vóru, fyri at Irak og Saddam Hussein skuldu fylgja treytunum, sum hesin millumtjóða felagsskapur hevði álagt landinum, skuldi tað framhaldandi halda seg innanborða í heimssamfelagnum. Tey flestu hildu hetta vera politikk Sambandsfloksins, líka til henda morgunin, tá ið formaður teirra við væl brýndari tungu boðar frá, at nú hava hann og Sam­bandsflokkurin broytt støðu. Tey taka undir við deyða­revsing. Superlativini eru ikki til at misfata: Ótrúliga positivt at Saddam fekk uppiborna revsing. Mað­urin hevði uppiborið at vera dømdur til deyða. Fekk rættvísan dóm. Hetta vísir bara, at rættvísi er til – fyri øll. Til endans tekur hann eirindaleyst saman um og staðfestir, at fyri Saddam Hussein kann stutt sigast, at rættvísi sigraði. Tað er nú einaferð soleiðis, at annaðhvørt er tú fyri ella er tú ímóti deyðarevsing. Hetta er eitt prinsippmál, sum ikki ber til at krúpa undan. Kaj Leo hevur tikið eina greiða støðu, og hon er nýggj í mun til støðuna Sam­ bandsflokkurin hevði fyri sløkum fýra árum síðani, tá ið Løgtingið einmælt sam­tykti, at deyðarevsing ikki longur skuldi vera ein revsingarmøguleiki. Hann er vorðin eitt slag av heyki í føroyskum pol­itikki, og sýnist nú at hava mist orienteringssansin í svávil­ roykinum, sum áhald­andi pumpar upp úr hvítu húsunum í Washington, í hvussu er soleingi George Bush situr við valdinum og spælir at­ljóða løgreglumaður. Ongin ivast í illgerðum Saddams. Hvussu revsingin skuldi takserast eru tað fleiri enn ein meining um. Frægari hevði helst verið at tveitt hann í ein vælvardan kliva, og avvápnað hann fyri alt vald, og harvið fyri allan møguleika fyri valds­misnýstlu. Fyri teir víð­gongdu í muslimska heiminum er hann meira verdur deyður enn livandi. Martýrar eru vandamiklir og kunna brúkast til so mangt, og størsti trupulleikin við teimum er, at hvørki rifl­u­ kúlur, øks ella gálgi bíta á teimum. Hetta er nú heldur ikki tað mest áhugaverda í aktuella málinum. Saddam Hussein hevur sum so ongan týdning í fráboðanini hjá Kaj Leo. Tað avgerandi er, at Kaj Leo og Sambandsflokkurin eftir øllum at døma hava tikið eina nýggja og rættiliga kontroversiella støðu í málinum um deyðarevsing yvirhøvur. Spurningurin tey flestu nú seta sær er: Stendur Sambandsflokkurin sum ein maður aftan fyri for­mannin, Kaj Leo Johanne­sen, í positivu støðuni til deyða­revsing, sum varð lanserað á Portalinum næstseinasta morgunin í árinum sum nú er farið. Flokkurin hev­ur skyldu til at boða frá hes­um, í hvussu er eiga verandi og aðrir møguligir samstarvspartnarar á politiska pallinum at vita hetta. Málið stingur somikið djúpt, er eitt somikið greitt prinsippmál, at støðan, líkamikið hvør hon er, boðar frá einum hugburði, sum sjálvandi er avgerandi fyri so mong onnur av lívsins viðurskiftum. Skarprættarin Kaj Leo eigur at greiða føroyska fólkinum frá, um hann er ein einsamallur heykur í liðnum, ella um allur herurin av sambandsfólki fylgir tropp og akslar síni skinn við honum? viðmerkingar Tórbjørn jacobsen Skarprættarin Kaj Leo