týsdagur 2. januar 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 1 - 2. januar 2007
13
Jóhanna Bjørgheim Torp, fødd Dam, ættað úr
Tórshavn, búsitandi í Reykjavík, andaðist 23.
des. 92 ára gomul. Jarðarferðin verður í Reykjavík
3. januar.
Solok Mikkelsen, Sørvágur, andaðist á Lands
sjúkrahúsinum leygardagin 30. desember, 85 ára
gamal. Kistan fer úr landssjúkrahúskapellinum
týskvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður úr Sørvágs
kirkju mikudagin klokkan 14. Sungið verður úr
sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Solok kunnu lata
Missiónshúsinum í Sørvági eina gávu.
Magdalena Weihe, ættað úr Mykinesi, búsitandi
á Bispebjerg í Keypmannahavn, andaðist jóladag,
91 ára gomul. Jarðarferðin verdur týsdagin 9. januar
kl. 13 úr Grundtvigskirkjuni á Bispebjerg.
Jóhannes Jul Pólsen, vanliga nevndur snikkarin
á Skála, andaðist nýggjársmorgun á Klaksvíkar
sjúkrahúsi, 85 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum
á Klaksvíkar sjúkrahúsi mikukvøldið kl. 18.
Jarðarferðin verður úr Skála kirkju hósdagin kl.
13.30. Tey, ið vilja minnast Jóhannus, kunnu
lata Eldrasambýlinum á Skála eina gávu; konta í
peningastovnum.
Dagny Hellisdal fer til gravar úr Vesturkirkjuni
hósdagin klokkan 13. Tey, ið ynskja at minnast
Dagny, kunna lata eina gávu til giktafelagið; konto
í peningastovnunum.
Hans Debes, Oyri, andaðist sunnudagin 31, des.,
83 ára gamal. Bønarhald verður á Landssjúkrahús
kapellinum í dag kl. 16. Jarðarferðin verður úr Norð
skála kirkju mikudagin 3. jan kl. 13.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá kæri maður mín, pápi, verpápi,
abbi og langabbi okkara
Martin J. Nielsen
andaðist og varð jarðaður
Tøkk til Bjarna Bæk, prest, kirkjutænarar
og sangarar.
Ein serstøk tøkk til heimarøktina.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávu til
Føroyafelag móti krabbameini.
Fyri tey avvarðandi
Ida
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum
mintust meg á 85 ára føðingardegnum.
Eg ynski tykkum eitt gott nýttár.
Heilsan
Gerda Einarsson
Leygardagin 30. desember
2006 var fyrsta brúðarvígslan
á hildin í Klingruni hjá
Føroya Tele í Hoyvík.
Tað vóru Annbritt Brynj
olvsdóttir í Hoyvík og Alex
Jacobsen úr Klaksvík, sum
vórðu vígd av Jógvani
Zachariassen, samkomu
leiðara í Lívdini í Hoyvík.
Umframt
at
Jógvan
Zachariassen helt eina talu
fyri brúðarparinum vóru
eisini solo- og felagssangur
og fiól- og tvørfloytuspæl.
Umleið 250 fólk vóru
komin saman í hølunum,
sum vístu seg at vera sera væl
egnað til hetta endamál.
Veitslan varð fyri inn
bodnum í samkomuhúsinum
Oasuni í Hoyvík.
Fyrsta brúðarvígslan í Klingruni
Fyrsta brúðarvígslan í Klingruni hjá Føroya Tele í Hoyvík, f.v.: brúðurin Annbritt Brynjolvsdóttir, Jógvan Zachariassen,
samkomuleiðari, og brúðgómurin Alex Jacobsen
Mynd: Photo Care
Mikukvøldið 3. januar 2007
kl. 20 verður útgávukonsert
í
Miðlahúsinum
í
Vágsbotni í sambandi við
at leirvíkingurin Allan
Ellingsgaard, búsitandi í
Norðurírlandi, gevur út
fløguna “allan ellingsgaard
going Home”.
Umframt at Allan Ellings
gaard syngur og spælir
klaver,
spælir
Bjarni
Jøkladal bassgittara og John
Ellingsgaard kassagittara.
Fløgan verður eisini at fáa á
útgávukonsertini. Konsertin
er ókeypis.
Brot úr fløguni eru at
hoyra á heimasíðuni: www.
allanellingsgaard.com.
Allan Ellingsgaard í
Miðlahúsinum
Allan Ellingsgaard hevur útgávukonsert í sambandi við fløguna “allan ellingsgaard going Home”
í Miðlahúsinum mikukvøldið 3. januar
Mynd: Magnus Gunnarsson