Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. januar 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 1 - 2. januar 2007 tíðindi Nýggjársrøðan 2006: - Mítt størsta fyri 2007 er, at vit so at vit í felag greiða nýggjar gøtur fyri land okkara. Álit, so tað skal bera til at røkk Sum á hvørjum ári, var nýggj­árs­ røða løgmans varpað út til all­ar føroyingar nýggjársaftan. Hetta var triðja árið á rað, at Jó­annes Eidesgaard flutti fram nýggj­ ársrøðu, og sum vant hava vit biðið andstøðuna gera við­merk­ ing­ar til røðuna. Tíverri fingu vit ikki orð á Jenis av Rana, formann Mið­floksins, áðrenn blaðið fór til prentingar Gott kvøld! Tá tað í oktober varð kunngjørt, at Mu­hammad Yunus og Grameen banki fóru at fáa friðarheiðursløn Nobels, gjørdust mong ivaleyst bilsin. Tí hvør var hesin Yunus, og hvussu kundi ein banki fáa eina friðarheiðursløn? Heiðurslønin varð latin teimum fyri teirra drúgva arbeiði at skapa fíggjarliga og sosiala menning millum tey allar fátækastu í heiminum. Og Nobelnevndin metir tað at greiða gøtur burtur úr fátækradømi og armóð at vera ein hátt at skapa frið á jørð. Grameen banki byggir alt sítt virksemi á smálán, har hann lænir fátækum fólki nakrar fáar hundrað ella túsund krónur og krevur einki veðhald afturfyri. Lítla upphæddin kann hjálpa til dømis einari kvinnu at keypa sær eina seymimaskinu ella fyrstu vørurnar til handilin, so hon kann fara undir egið virksemi. Henda hending lærir okkum, hvussu stóran týdning tað hevur at kunna loysa seg frá stirvnari vanahugsan. At vit loyva okkum at hugsa: Hvat, um vit gera heilt øðrvísi, enn vit plaga? Grameen banki hevur brotið skrivaðar og óskrivaðar reglur í fíggjarheiminum. Bankin lænir út pening eftir aðalregluni um menniskjaligt álit og samhaldsfesti heldur enn peningatrygd. Ein meiriluti av heimsins borgarum er fátækur, og fleiri hundrað milliónir menniskju liva á ytsta fátækramarki – fyri eina fimmkrónu um dagin ella minni. Hetta er gott prógv um, at tíðin á ongan hátt er farin frá samhaldsfestinum. Fríu marknaðarkreftirnar greiða so langt ífrá allar trupulleikar. Men fólk, sum hjálpa og eggja øðrum til at nýta síni skapanarevni, tey gera stóran mun! Muhammad Yunus er ein teirra. Hansara grundleggjandi amboð er álit. Og tað er júst álit og virðing millum menniskju, ið skal til fyri at røkka góðum úrslitum – bæði tá vit eru heima, til arbeiðis, í skúla, millum fremmandafólk, og tá vit samráðast við aðrar tjóðir. Mítt størsta ynski fyri 2007 er, at vit sýna hvør øðrum álit og virðing, so at vit í felag greiða nýggjar gøtur fyri land okkara. Álit, so tað skal bera til at røkka politiskum semjum, har vit seta framtíðina hjá hesum landi og fólki í miðdepilin. *** Fyri land okkara hevur 2006 verið eitt hendingaríkt ár. Okkara búskaparstøða er góð. Fyri okkara høvuðsvinnu hevur árið sum heild hilnast væl, serliga hjá pørtum av fiskiflotanum og hjá alivinnuni, sum er væl áleiðis at fóta sær aftur. Arbeiðsloysið er lítið, og vit hava ment samfelagið munandi. Men tað eru framvegis tey, sum ikki hava tað nóg gott og sum kunnu fáa munandi betri kor. Tess færri av okkara borgarum, sum detta niðurímillum, tess ríkari eru vit sum samfelag. Tí vil Landsstýrið varðveita og styrkja samhaldsfestið. Vit leggja serligan dent á vælferðarøkið. Hetta sæst aftur í fíggjarlógini fyri 2007, har peningur er til at seta nógv fleiri starvsfólk á sambýlum, á røktarheimum, í heimahjálpini, í stuðulsskipanum og á sjúkrahúsum. Vit leggja eisini stóran dent á skúla og útbúgving. Vit vilja, at so nógvir ungdómar sum gjørligt fáa sær lærdóm, og at møguleikar verða hjá øllum borgarum at eftirútbúgva seg og menna sínar førleikar alt lívið. Útbúgving og eftirútbúgving eru grundleggjandi treytir fyri, at okkara samfelag fer at standa seg væl í framtíðini. Tí er tað gleðiligt, at vit nú fáa styrkt um nakrar grundleggjandi uppgávur í fólkaskúlanum. Hetta er ein liður í at bøta um vánaliga úrslitið av Pisaundankanningini. Eitt úrslit, sum vit ikki ætla at uppliva aftur! Á samferðsluøkinum hava vit latið upp ikki færri enn tveir tunlar – Norðoyatunnilin og Gásadalstunnilin – og skotið er ígjøgnum í Hovstunlinum. Nú eru 85% av fólkinum knýtt at føstum vegasambandi, og vit kunnu av álvara gleða okkum til, at upp aftur størri partur av landinum kemur uppí. Arbeiðið við Visjón 2015 er við at koma undir land, og strategibólkarnir verða lidnir tíðliga í vár. Politikarar, samgongur og onnur fara at nýta hetta týdningarmikla arbeiði, tá ætlanir skulu Nýggjársrøðan hev­ ur ongan boðskap og boðar frá ein­um løgmanni í stór­um pol­itisk­um trup­ul­ leik­um, ið flýtur í ong­a­mann­a­landi, sigur Høgni Hoy­ dal, formaður Tjóðveldisfloksins Politikkur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Høgni Hoydal, formaður Tjóð­veldisfloksins, sig­ur við Sosialin, at nýggj­árs­ røð­an endurspeglar ein løgmann við stórum trup­ ul­leikum. - Røðan hjá løgmanni átti at litið aftur um bak og at stungið út í kortið leið­ina komandi árið. Men her var als ongin boðskapur ella visjón at hóma, sigur Høgni Hoydal. Og hann vísir á, at løgmaður leggur flott út við at nevna No­bel­ heiðurslønina og sam­halds­ fasti, men at hongur als ikki saman við heimliga pol­itikkin. - Her á landi myndar sam­ halds­festi ikki politikkin í løt­uni, nú skattalætti verður lat­in teimum múgvandi, fisk­i­flotin enn er á nøkrum fáum hondum og at vit enn taka undir við krígnum í Irak. Tí er røðan eitt prógv um, at løgmaður er í stórum politiskum trupulleikum, og at hann er í einum politiskum ong­ a­mannalandi, har hann ikki torir at provokera nakr­ an, hvørji samgongu ella andstøðu. So eg haldi, at løg­ maður skal taka seg saman nú, sigur Høgni Hoydal við Sos­i­alin. Løgmaður skal taka seg saman