Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. januar 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 - 2. januar 2007 15 tíðindi sýna hvør øðrum álit og virðing ka politiskum semjum, har vit seta framtíðina hjá hesum landi og fólki í miðdepilin leggjast fyri framtíðina. Í desember fekk eg handað álitið um nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar. Vit fara í komandi ári at bera hetta uppskotið longri fram móti málinum. Landsstýrið leggur stóra orku í uttanríkispolitikk, sum er ein av fortreytunum fyri einum kappingarførum Føroyum. Fyri at verða tikin upp í part í umheiminum mugu vit vera virkin og sjónlig í altjóða samstarvi. Tí styrkja vit okkara sambond og víðka um skaran av samstarvsfeløgum. Sendistovan í London fevnir nú eisini um Írland, og í nýggja árinum er ætlanin at lata upp sendistovu í Reykjavík til tess at gagnnýta teir møguleikar, vit hava fingið við Hoyvíkssáttmálanum. Vit arbeiða fyri limaskapi í EFTA og fyri tættari samstarvi við ES. Fyrst í nýggja árinum fara vit at samstarva við ES um gransking og útbúgving. Vit byggja upp okkara førleikar innan menningarsamstarv. Her hava vit knýtt sambond við viðurkendar felagsskapir sum matvørustovnin hjá ST, World Food Programme, við hjálparfelagsskapin Mercy Corps og við Heimsbankan. *** At skapanarevni og skapanarhugur hava góð kor, sæst aftur, tí í ár hava fleiri av okkara framúr góðu listafólkum og ítróttarfólkum gjørt vart við seg og vunnið landi og fólki stóran heiður. Jú, víst hava vit mangt at fegnast um og vera errin av! Men tað harmar meg, at málið um grein 266 b í revsilógini hevur ført til so djúpan skilnað millum bólkar í samfelagnum. Eingin heldur tað vera í lagi at happa samkynd. Men kortini er ósemjan djúp. So fast sum eg standi við, at tað er neyðugt at verja tey, sum vit av søguligum royndum vita kunnu vera fyri mismuni – eins sannførdur eri eg um, at vit skulu varðveita og verja kristna grundarlagið, sum henda tjóð hevur bygt á í øldir. Okkara grundvøllur er fólkaræðið, har hvør einstakur borgari eigur at kunna ávirka og laga samfelagið soleiðis, sum hann fegin vil hava tað. Vit eiga altíð at søkja semjurnar, so rúmd verður fyri øllum. Men samstundis mugu vit hava virðing fyri, at ikki øll eru samd. Tað, sum skilur demokratisk samfeløg frá ódemokratiskum, er júst virðingin fyri, at fólk hava ymiskar hugsanir. At eingin skal noyðast ella hóttast til at hava eina ávísa áskoðan. *** Heimurin gjørdist tíverri ikki eitt friðarligari stað í árinum, sum nú fer. Kríggið í Irak hevur aftur átt forsíðurnar í heimspressuni, og tað tykist høpisleyst, at so nógv skulu láta lív í hesum krígnum, har ætlanin segðist vera at vinna irakska fólkinum tryggleika og fólkaræði. Í sudanska landslutinum Darfur eru viðurskiftini so óhugnalig, at tað fatast ikki. Talan er um fólkamorð, sum heimssamfelagið eyðsýniliga ikki megnar at gera nakað við. Nei, okkum tørvar ikki at leita leingi á heimskortinum fyri at finna støð, har kríggj, svongd, vanlukkur og vesaldómur eru gerandiskostur. Hetta leggur eina ábyrgd á okkum øll. Vit, sum hava møguleikan, mugu gera okkara til, at heimurin verður eitt betri stað. At tolsemið og samhaldsfestið sleppa at grógva og soleiðis styrkja vónina um, at tað ber til at køva eirindaloysinum. *** Eins og Nobelvinnarin, Muhammad Yunus, hava vit øll eitt ynski um at gera mun. Tá ið vit seta okkum mál fyri komandi árið, gera vit tað í vónini um, at tað fer at eydnast okkum at bøta um korini hjá teimum, ið vit á einhvønn hátt varða av. At okkara íkast fer at gera samfelagið – heimin, landið, býin, bygdina ella grannalagið – til eitt betri og liviligari stað. Eitt stað, ið rúmar okkum øllum, hvør við sínum sereyðkennum. *** Um fáar tímar er gamla árið runnið út í tíðarinnar hav, og vit stíga inn í nýggja árið. Eg vil bera eina serliga heilsan til tykkara, sum í kvøld eru til arbeiðis og røkja ábyrgdarfull størv á sjógvi og landi. Eisini til tykkara, sum vanlagna hevur vitjað og har lívið nú kennist svárt. Og til tykkara, sum mistu onkran av tykkara kæru. Sjáldan eru sorgin og saknurin tyngri at bera enn í løtum, tá vit av hjarta høvdu ynskt okkum at verið saman við tí kæra, sum farin er. Sorgin kann tykjast so heljardjúp. Gævi komandi árið beri tykkum nýggja vón og styrki. *** Eg takki fyri árið, ið brátt farið er. Harrin signi okkum tað nýggja árið. Jóannes Eidesgaard løgmaður Kári P. Højgaard, for­mað­ur Sjálv­stýr­is­ floks­ins heldur at lø­g­ maður savnar seg ov nógv um útlandið og ov lítið um heimligu við­urskiftini í nýggj­ árs­røð­uni Politikkur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Sum heild sigur Kári P. Høj­gaard, at hann saknaði heimliga íkastið í røðu løg­ mans nýggjársaftan. - Røðan var væl fram­ bor­in og inngangurin við Nobelvinnarunum er vak­ ur. Men, um vit sálda utt­ anríkispolitiska partin og part­in um 266b frá, so er lítið í­tøk­i­ligt at hóma í røðuni, sig­ur Kári P. Højgaard, sum held­ur at løgmaður í størri mun átti at savnað seg um innlendis viðurskiftini. - Eg saknaði, at hann kom við onkrum meira ítøkiligum um samfelagið í dag. Og so undraði tað meg, at løgmaður ikki nevndi flogvanlukkuna í Stord, sum sjálvur norski forsætisráðharrin Stolt­en­ berg nevndi í røðu sín­ari til norsku tjóðina á nýggj­ár­i­num. Saknaði heimliga umhvørvið