mikudagur 3. januar 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 2 - 3. januar 2007
Stuðul av játtanini til
umhvørvis verndar tiltøk
Innlendismálaráðið umsitur eina játtan, hvørs
endamál er at stuðla tiltøkum
• sum menna vitanina um umhvørvið og/ella
náttúruna
• sum virka dálkingarfyribyrgjandi og/ella
-avmarkandi
• sum verja landsløg, djóra- og/ella plantusløg
• sum kunna almenningin um umhvørvis- og/
ella náttúruviðurskifti
Umsóknarblað, kunning og reglugerð fæst á
www.imr.fo ella við at venda sær til Innlendis-
málaráðið.
Umsóknarfreistin er 1. februar 2007
Innlendismálaráðið
Innlendismálaráðið varð stovnað eftir løgtingsvalið 2004. Í Inn lendis-
mála ráðnum starvast 16 starvsfólk. Innlendismálaráið situr m.a. fyri
kom munumálum, byggimálum, kærumálum, lógarmálum, navna mál-
um, útlendingamálum, lendisskipan, náttútumálum, skógar mál um,
um hvørvis málum, útjaðaramálum og Strandfaraskipum Landsins.
Stuðul av játtanini til
frama fyri viðarvøkstur
Innlendismálaráðið umsitur eina játtan, hvørs
endamál m.a. er at stuðla viðarvøkstri til tess
at fríðka um lendi, skapa lívd og rekreativ økir,
umframt at verja ímóti jarðarmáan.
Umsóknarblað, kunning og reglugerð fæst á
www.imr.fo ella við at venda sær til Innlendis-
málaráðið.
Umsóknarfreistin er 1. februar 2007
Innlendismálaráðið
Innlendismálaráðið varð stovnað eftir løgtingsvalið 2004. Í Inn lendis-
mála ráðnum starvast 16 starvsfólk. Innlendismálaráið situr m.a. fyri
kom munumálum, byggimálum, kærumálum, lógarmálum, navna mál-
um, útlendingamálum, lendisskipan, náttútumálum, skógar mál um,
um hvørvis málum, útjaðaramálum og Strandfaraskipum Landsins.
Venjingar í vatn-aerobic, rørslum í vatni og vektkon-
trol byrja í:
Gøtu-skúla 10. januar frá kl. 21.00-22.00 og 10 vikur
fram (10 vikur skeið).
Aerobic-instruktør: Guðrun Malena Hansen er
útbúgvin Aerobic-instruktørur og hevur undirvíst í
Føroyum og Danmark.
Vatn-aerobic, rørslur í vatni til tónleik við Aerobic-
instruktøri, við kombinatión av øvilsum, sum styrkja
BÚK - RYGG -ARMAR -RUMPU LØR (allan kroppin).
Øll eru vælkomin. Kostnaður 800 kr.
Hetta er fyri allar aldursbólkar - ung sum eldri - og tað
er ikki ein fyritreyt at tú mást duga at svimja.
Kom og ver við til aqua vatn-aerobic og fá eitt lættari
& sunnari lív.
Seinasta freist at gjalda er 8. januar.
Tekning á tel. 273164 / 442166
Ella á telduposti: pilates@kallnet.fo
Nýggjársdag flutti
Sethúsasølan yvir um
Tórsgøtu
Húsasøla
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Sethúsasølan er flutt, men
bara nakrar fáar metrar. Í
fleiri ár hevur fyritøkan
húsast í Tórsgøtu, og tað
ger hon framvegis, men nú
hinumegin gøtuna í niðastu
hædd hølunum hjá Frants
Restorff.
Hannelena
Jacobsen,
stjóri, sigur, at nýggju høl
ini eru væl egnað til teirra
virksemi. Har eru stór fram
sýningarvindeygu, og har
kunnu fólk nú síggja myndir
av teimum húsunum, sum
eru til sølu.
Hannelena
Jacobsen
keypti Sethúsasøluna fyri
trimum árum síðani, og tað
hevur gingið væl. Nógv hús
eru til sølu, og tað stendur
heldur ikki á at selja. Í meðal
tekur tað Sethúsasøluni ein
góðan mánað at selja eini
hús í Havn, og eru húsini
nærhendis Havnini, tekur
tað heldur ikki langa tíð
at selja tey. Áhugin fyri
húsum í Kollafirði, Hósvík
og í Vágum hevur eisini
víst seg at vera stórur.
Trý fólk arbeiða hjá
Sethúsasøluni.
Umframt
stjóran, sum tekur sær
av sjálvari søluni, er ein
byggifrøðingur,
sum
metir húsini og ger lýs
ingar av teimum, og ein
skrivstovukvinna tekur sær
av pappírsarbeiðinum so
sum at skriva skeyti.
Júst nú hava tey fitt av
arbeiði í sambandi við
nýggju lógina, sum ásetir,
at allir vinnubygningar
skulu virðismetast.
Sethúsasølan
flutt yvir
um vegin
Søkt verður eftir einum reingerðarfólki til posthúsið
í Saltangará at byrja skjótast gjørligt.
Arbeiðstíðin er 4 tímar um dagin ella 20 tímar um
vikuna.
Løn smb. sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið
og Føroya Postfelag.
Nærri upplýsingar fáast frá posthúsleiðaranum
í Saltangará, tlf. 212149
Skrivlig umsókn verður í seinasta lagi 11. jan. 2007
send til:
Posthúsleiðaran
Posthúsið
600 Saltangará
P/F Postverk Føroya · Heiðavegur 57 · 600 Saltangará · Tlf. 447557
Reingerðarfólk
Pf. Postverk Føroya
til posthúsið í Saltangará
Hannelena Jacobsen, stjóri