mikudagur 3. januar 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 2 - 3. januar 2007
7
tíðindi
Ein kann koma rætti
liga langt um áhugi er
fyri at samstarva við
onnur.
Tað eru Viðareiðis
og Klaksvíkar komm
unur sinnaðar til: Tær
eru nú farnar undir
fyrireiking til bygging
av røktarheimi á
Viðareiði
Eldraøkið
Orð og mynd: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Viðareiði/Klaksvík: - Eg
havi ongar trupulleikar av
at tað nýggja røktarheimið
kemur at liggja á Viðareiði
og ikki her í Klaksvík, sigur
Jórun Høgnesen.
Hon er forkvinna fyri
sosialu nevnd hjá Klaks
víkar býráði, og er fegin
um at kommunurnar báðar
kunnu samstarva um hesa
ætlanina.
Tað vóru annars viðingar
sum komu fram við ætlanini
at byggja røktarheimið har.
Men teir kundu samstundis
staðfesta, at hetta fór at
verða eitt heldur tungt
fíggjarligt tak fyri eina so
lítla kommunu.
Ein fyrispurningar varð
síðani sendur til Klaksvíkar,
her formaðurin í sosialu
nevnd beinanvegin var sinn
að fyri ætlanini. Tá hon
varð løgd fyri býráðið til
støðutakan 21. desember
varð tilmælið frá nevndini
samtykt.
Annars søkti Klaksvíkar
kommuna ikki um loyvi
at byggja røktarheim, tá
Almanna- og Heilsumála
ráðið heitti á kommunurnar
um at gera tað. Orsøkin
til hetta var, at eitt slíkt
heim var ikki við í langtíðar
fíggjarætlanini hjá komm
ununi tey komandi árini.
Liðugt um trý ár
Málið um ætlaða røktar
heimið á Viðareiði er fyrst
og fremst viðgjørt í og
sprottið úr norðastu komm
ununi í landinum.
Klaksvíkar býráð hevur
kortini eisini havt sína við
gerð av hesum máli. Á
býráðsfundi beint fyri jól í
fjør var tað so lagt fram til
støðutakan.
Her varð staðfestur áhugin
hjá viðingum fyri samstarvi
við ta størru kommununa
um hesa verkætlanina, sum
kann gerast veruleiki innan
trý ár.
Sambært tíðarætlanini er
ætlanin at leggja til brots
við byggingini komandi ár.
Á henda hátt kann nýggja
røktarheimið standa liðugt
eini tvey ár seinni, t.v.s. í
2009 ella 2010, alt eftir hvør
fíggjarkarmurin verður.
Málið er treytað av
játtanini frá Almanna- og
Heilsumálaráðnum,
sum
hevur sagt at dyrnar stóðu
opnar fyri eini játtan til
byggingina sum svarar
til 500.000 kr. fyri hvørt
búfólkið.
Sambært
verkætlanini
skulu viðingar gjalda helvt
ina av restini av kostnaðinum
til røktarheimið, meðan
landið skal bera allar
útreiðslurnar av sjálvum
rakstrinum.
Enn er kostnaðurin ikki
ásettur, men mett verður
at hann helst fer at liggja
um einar 24 mió krónur.
Parturin hjá klaksvíkingum
er mettur til 7 mió kr.
Tá málið var fyri í
sosialu nevnd í Klaksvík
upplýsti leiðarin fyri Heima
tænastuna í Norðoyggjum,
at tørvurin á slíkum røktar
heimsplássum var mettur
til 30.
- Ætlaða røktarheimið á
Viðareiði fer at hava pláss
fyri minst 20 búfólkum. So
tað fer at lætta um trýstið,
sigur Jórun Høgnesen.
Felags um nýtt røktar
heim á Viðareiði
Hóast klaksvíkingar
eru farnir í samstarv
við viðingar um
ætlaða røktarheimið,
liggja nógv spennandi
mál fyri framman
á eldraøkinum í
Klaksvík.
Eitt dømi um hetta
eru eldraíbúðirnar á
Kráarbrekku
Eldraøkið
Snorri Brend
Klaksvík: Nógv tos og tjak,
og lutvíst eisini atfinnandi
røddir vóru frammi, tá
kommunan fór undir hesa
ætlanina.
Her varð skipað soleiðis
fyri, at gjørdar vórðu 24
íbúðir til eldri fólk eftir
tekningum
hjá
Fuglø
Arkitektum.
Í dag er líkt til, at fólk eru
fegin um hesar íbúðirnar.
Í øllum førum er býráðið
sinnað at fremja eina nýggja
ætlan eftir sama leisti.
Seinasta summar sam
tykti býráðið nevniliga at
fara undir 2. byggistig í
hesi ætlanini - hesa ferð við
30 eldraíbúðum.
- Tørvurin á hesum íbúð
unum er stórur og grundar
lagið er til staðar. Tí ætla
vit, at henda byggingin
skal fara av bakkastokki
sum skjótast, sigur Jórun
Høgnesen,
forkvinna
í
sosialu deild í Klaksvíkar
býráði.
Býráðið
hevur
bíðað
eftir at tann nýggja bústað
arlóggávan hjá landsstýri
num verður løgd fram og
vónandi samtykt.
Henda lóggávan skal
m.a.
geva
lutaíbúðum
somu sømdir sum vanligir
sethúsaeigarar hava, m.a. í
samband við rentustuðul.
- Tá lógin er samtykt,
fara vit av álvara til verka,
sigur Jórun.
Ómakaleyst
Tá málið um framhaldandi
bygging av eldraíbúðunum
var frammi í fjør, varð
víst á at omanfyri 70 fólk
stóðu á bíðilista til hesar
íbúðirnar.
Víst varð samstundis á, at
bert 10 teirra vóru undir 60
ár, sum annars var treytin
fyri upptøku.
Hinvegin so er ein stórur
partur av tí fyrireikandi
arbeiðinum longu gjørdur
í sambandi við fyrsta byggi
stigið.
Á henda hátt verður tað
rættiliga ómakaleyst at fara
undir ta seinnu byggingina,
sum verður norðanfyri tað
verandi.
Tær 24 íbúðirnar á Kráar
brekku verða umsitnar sum
ein sjálvsognarstovnur við
egnari nevnd.
Tað verður eisini hesin
stovnurin sum skal standa
fyri bygging og fígging av
teimum 30 komandi íbúðun
um.
Fleiri íbúðir til tey eldru
- Stórur tørvur er á eldraíbúðum í Klaksvík, sigur Jórun Høgnesen, forkvinna í sosialu nevnd. Her er hon avmyndað við tær 24 eldraíbúðirnar sum longu eru
gjørdar í Klaksvík