Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. januar 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 2 - 3. januar 2007 – Tað er ikki óhugsandi, at hetta málið kann fáa avleiðingar fyri kyndils­leik­ar­arnar víðari á landsliðnum. Birgir Hansen, landsliðsvenjari Í samfullar 8 mánaðar hevur verjuálitið á landsliðnum, Jón Rói Jacobsen, verið úti við skaða. Í kvøld fer hann aftur at venja saman við liðfeløgunum í AaB FÓTBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Nógv ítróttarfólk hava roynt tað, og eingin teirra vil royna tað. At vera langtíðarskaddur er marran hjá einum og hvørjum ítróttarmanni, og hesa marruna hevur ein av okkara bestu fót­bólts­ leikarum, Jón Rói Jacobsen, verið ígjøgnum seinastu 8 mánaðirnar. Í vár bleiv hann kross­ bands­skaddur, og boðini frá læknunum vóru ikki góð. Jón Rói skuldi sita uttanfyri tað mesta av einum ári, meðan hann fór í gongd við eina langa og harða upptrening. Eini keðilig boð til ein ungan leikara, sum enn tá hevur roynt hetta fyrr. Skal byrja at venja Fyrst í mai gjørdist Jón Rói skaddur, og nú 8 mánaðar seinni hevur hann endiliga fingið tey góðu boðini, sum hann hevur bíða eftir so leingi. Í kvøld fer hann aftur at venja saman við besta liðnum hjá AaB. – Hetta vóru sjálvsagt eini góð boð at fáa. Upp­ treningin hevur gingið eftir ætlan, og eg havi følt meg kláran í eina tíð, so nú verður deiligt at sleppa í gongd aftur, segði Jón Rói, tá vit tosaðu við hann í gjár. Hann hevur verið heima í jólaferiu í eina tíð, men í morgun fór hann aftur av landinum, tí at venjingin hjá AaB byrjar aftur í dag. Hart at byrja aftur Jón Rói er sjálvsagt ovurfeg­ in at sleppa at byrja at venja aftur, men hann væntar, at tað verður hart at skula í gongd aftur. – Eg má bara royna at byrja róliga, og ikki leypa fram av beinanvegin. Vón­ andi verið eg so klárur síðst í januar, soleiðis at eg kann vera við til onkran venjingardyst hjá fel­agnum. Eg vænti tó, at tað verður hart fyrsta árið, bæði orsaka av skaðanum, men eisini tí at gongdin hjá felagnum hevur verið so góð, at tað verður ringt at vinna sær pláss aftur á liðnum fyribils. Jón Rói heldur tað tó ver­ ið týdningarmikið bara at koma í gongd, so at hann kann fáa nakrar dyst­ir í beinini. Í venj­ingar­dyst­ unum metir hann seg eis­ ini hava ein møguleika at vísa venjaranum, hvør dugur er í honum, tí júst um hesa tíðina eru fleiri av stuðulsleikarunum hjá AaB burtur við ymiskum landsliðum. Skal prógva sína styrki Undan kappingarárinum var málið hjá AaB at koma út í Evropa at leika komandi kappingarár. Um hetta skuldi lata seg gera, so skuldu teir enda millum fýra tey ovastu liðini í ár ella vinna steypakappingina. Fyrra helvt hevur lagað seg soleiðis, at AaB liggur til eitt pláss í Evropa komandi ár. Teir eru farnir úr steypakappingini, men liggja á einum fjórða plássi í superliguni. Jón Rói sigur, at teir ætla sær enn longur upp eftir stigatalvuni. – Málið hjá okkum var at røkka einum fjórða plássi, og har liggja vit nú, tá kappingin er hálvliðin. So málið hjá okkum fyri seinnu helvt av kappingini er sjálvandi at betra um okkara støðu, so at vit kanska røkka heiðursmerkjum. Meðan málið hjá felagnum er at koma út í Evropa, so er málið hjá Jón Róa at prógva fyri felagnum, at hann er góður nokk til besta liðið. – Eg havi tíverri ikki havt møguleika at víst felagnum so nógv orsaka av skaðum. Eg havi tvey ár eftir av mínum sáttmála við AaB, so nú er tíðin komin at prógva, at eg eri góður nokk til besta liðið her. Landsliðið Fyri okkum føroyingar er kanska ikki so spennandi at hoyra um AaB, og hvat teir ætla sær. Flestu okkara gleða okkum heldur til at síggja Jón Róa aftur á landsliðnum, og Jón Rói sigur eisini, at hann gleðir seg til aftur at sleppa at royna seg á landsliðnum. – Nú byrji eg so spakul­ iga aftur at venja, og ætl­ anin hjá mær er eisini at koma aftur á landsliðið. Eg havi tosað nógv við Jógvan Martin Olsen meðan eg havi ver­ið skaddur, so eg vóni at koma aftur á landsliðið, tá eg gerist ordiliga klárur aftur. L a n d s l i ð s ve n j a r­ i n , Jógvan Martin Olsen, gleð­ ir seg eisini til at fáa bæði Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen klárar til landsliðið aftur. – Teir hava báðir verið úti við skaða í eina tíð, men tað verður gott at fáa teir tøkar aftur til landsliðið. Teir eru báðir góðir leikarar og hava royndir á landsliðnum fyrr. So nú verður væntandi ikki so leingi at bíða, til Jón Rói Jacobsen aftur er at finna á landsliðnum. ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 Fótbóltur: Jón Rói aftur á vøllin Jón Rói hevur verið úti við krossbandsskaða í samfullar 8 mánaðir, men í kvøld fer hann aftur at venja saman við liðfeløgunum í AaB. savnsmynd