mikudagur 3. januar 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
[ Nr. 2 - 3. januar 2007 ]
Lyon ætlar sær Bendtner
Fyri góðum hálvum ári síðani vóru nógv, sum ikki kendu til
danska fótbóltsleikaran, Nicklas Bendtner. So leikti hann eitt
fantastiskt EM fyri U-21 landslið, fekk sín fyrsta dyst fyri
danska A-landsliðið, og knappliga var ungi danin ein áhuga
verdur leikari fyri fleiri evropeisk stórfeløg. Seinasta felagið
í røðini er franska meistaraliðið, Lyon, sum eftir øllum at
døma hevur boðið Arsenal 100 mió kr. fyri at tryggja sær
Bendtner i summar. Enn er ikki greitt, hvørt Arsenal vil selja
Bendner, sum í løtuni er leigaður út til oddaliðið í næstbestu
ensku deildini, Birmingham.
Ovi Nysted til B36
B36 hevur tryggjað sær enn ein styrk til komandi
kappingarár. Ove Nysted, sum hevur leikt á besta
KÍ-liðnum seinastu árini, hevur skrivað undir eitt ára
sáttmála við steypavinnararnar úr B36. Ove er stórur
og sterkur leikari, sum vanliga leikar í miðverjuni.
Hann kann tó eisini nýtast mitt fyri í álopinum,
har hann ofta er vorðin brúktur fyri KÍ. Serliga í
deyðbólsstøðum kann Ove gerast ein sannur fongur
hjá B36, tí her er hann ein av allarsterkastu leikarum
í føroysku kappingini.
Landsliðsvenjarin,
Birgir Hansen,
var skuffaður
um avgerðina hjá
kyndlaleikarunum
at taka seg av lands
liðnum. - Hetta málið
hevur jú slett einki
við landsliðið at gera,
og eg haldi, at Kyndil
straffar skeiva partin,
sigur Birgir
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Fyri
knøppum
trimum
vikum síðani leiktu Neistin
og Kyndil síðsta dystin í
grundspælinum. Dysturin
endaði við javnleiki, og
hesin javnleikur var sum ein
sigur fyri bæði havnarliðini,
tí hvørki teirra hevði nakran
javnleik undan dystinum.
Eftir dystin bleiv tó øgiligt
rok á vøllinum, sum endaði
við, at kappingarnevndin
hjá
hondbóltssamband
inum gav Hans Áka Dal
Christiansen leikbann í
tríggjar dystir fyri at hava
skumpað Guðruna Horn,
sum situr við dómaraborðið
hjá Neistanum.
Hesa avgerð hjá kapp
ingarnevndini vildi Kyndil
ikki
góðtaka,
og
teir
hava kært málið víðari til
dómsnevndina, har tað í
løtuni er til viðgerðar. Í
samband við avgerðina hjá
kappingarnevndini
valdi
Kyndil eisini at taka allar
sínar leikarar av landsliðn
um í hondbólti, og hetta var
landsliðsvenjarin,
Birgir
Hansen, sera skuffaður av.
Ov skjót avgerð
– Landsliðið var savnað
til venjingar millum jól og
nýggjár, og tann eina dagin,
tá vit skuldu venja, síggi eg,
at har mangla fleiri leikarar.
Eftir eini løtu koma allir
kyndlaleikararnir inn, og
eg biðji teir fara at skifta.
Tá fái eg at vita, at teir
fyribils hava tikið seg av
landsliðnum.
Hetta sigur landsliðs
venjarin
í
hondbólti,
Birgir Hansen, sum slett
ikki skilir avgerðina hjá
kyndlaleikarunum.
– Eg dugi ikki heilt at
skilja avgerðina hjá Kyndli.
Teir hava jú kært málið
víðari til dómsnevndina,
og so er eingin endalig
avgerð tikin. Eg haldi teir
áttu at bíða at gjørt nakað,
til dómsnevndin hevði tikið
sína avgerð.
Birgir heldur eisini, at
Kyndil hevur drigið lands
liðið inn í eitt mál, sum slett
einki hevur við landsliðið
at gera.
– Eg haldi, at Kyndil
straffar skeiva partin, tí
hetta hevur jú slett einki
við landsliðið at gera.
Kann fáa avleiðingar
Sjálvt um landsliðsvenjarin
er skuffaður av avgerðini
hjá kyndilsleikarunum, so
tykist hann á ongan hátt at
góðtaka hesa avgerð.
– Hetta kann ikki góð
takast, og tað er ikki
óhugsandi, at hetta málið
kann fáa avleiðingar fyri
kyndilsleikararnar víðari á
landsliðnum.
Birgir Hansen sigur tó,
at hann fyrst má tosa við
hondbóltssambandið,
so
teir felags kunnu finna út
av teimum mannagongdum,
sum hondbóltssambandið
hevur í slíkum førum.
– Nú mugu vit fara at
kanna,
um
hondbólts
sambandið hevur nakrar
mannagongdir fyri slíkum,
men mín meining er,
at tá leikarar taka slíkar
avgerðir, so skulu teir eisini
kenna fylgjurnar og taka av
teimum avleiðingum, sum
hetta kann fáa.
Enn er ikki greitt, hvørja
avgerð dómsnevndin tekur í
málinum um Hans Áka Dal
Christiansen, men avgerðin
hjá kyndilsleikarunum at
taka seg av landsliðnum
kann eftir øllum at døma
fáa avleiðingar fyri teirra
luttøku á landsliðnum.
Hondbóltur:
Skuffaður landsliðsvenjari
GÍ-venjarar
halda fram
Venjararnir hjá besta
mansliðið og besta
kvinnuliðið hjá GÍ halda
fram komandi kapp
ingarár. Hjá Formula-
liðnum hevur Petur
Mohr longt um sáttmálan
sum høvuðsvenjari,
og afturat sær hevur
hann Berg Hansen og
Paula Jarnskor. Petur
Thomsen hevur tikið
sær av kvinnuliðnum
hjá GÍ síðstu 2 árini,
har tær hava vunnið
eitt bronsumerkið og
eitt silvurmerkið. Eis
ini hann hevur longt
um sáttmálan fyri kom
andi kappingarár, so
spennandi verður at
síggja, um tær nú fara
at røkka enn longur í
landskappingini.
Chelsea
snávaði enn
einaferð
Við einum sigri í gjár
kvøldið kundi Chelsea
minka um munin upp
til oddalið, Manchester
United, sum bert fekk
javnleik á útivølli ímóti
Newcastle nýggjársdag.
Enska
meistaraliðið
megnaði tó ikki at hála
sigurin í land, tá teir
vitjaðu hjá Aston Villa.
Sjálvt
um
Chelsea
var væl betra liðið, so
endaði dysturin við
javnleiki 0-0. Arsenal
var eisini á vøllinum
í gjár, tá teir møttu
botnliðnum Charlton.
Úrslitið gjørdist ein
tryggur 4-0 sigur til
Arsenal. Fyrst skoraði
Henry við brotssparkið,
áðrenn Justin Hoyte
økti til 2-0 fyri hálvleik.
Í
seinna
hálvleiki
skoraði Arsenal tvær
ferðir afturat, og í
báðum førum var tað
hollendingurin, Robin
van Persie, sum hevði
síðsta fót á bóltinum.
- Mín meining er, at tá leikarar taka slíkar avgerðir, so skulu teir eisini kenna fylgjurnar og taka av teimum avleiðingum, sum
hetta kann fáa
savnsmynd