Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. januar 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 2 - 3. januar 2007 19 WUZaY hevði The Story Ends ikki. Hetta gjørdi, at bólkurin als ikki megnaði at koma útum pallkantin. Áskoðararnir mistu skjótt áhugan, og hetta hjálpti ikki upp á sjálvsálitið. Teirra fjepparaskarði var uppaftur minnið enn tann hjá Sic, so fjøldin var rættiliga spjødd framman fyri pallin. Tó so, nøkur av kendaru løgunum hjá bólkinum fingu fólk út á dansigólvið. Bólkurin spældi væl, ljóðið var uppaftur betur enn hjá Sic, ljósið sá gott út og løgini vóru góð, men yvirskotið manglaði. Musclemanblað fekk lív í 200 savnaði eitt sindur fleiri framman fyri pallin enn bólkarnir, ið høvdu spælt frammanundan. Serliga var gott lív í tá hittið Musclemanblað og onnur kend løg vóru spæld. Í Musclemanblað var teksturin eitt sindur broyttur, soleiðis at hann passaði betur til aktuella málið um 266b. Kjakið um 266b fekk sum heild stórt pláss í framførsluni. Lagið MF666 um atkvøðurnar hjá Miðflokkinum við síðsta val, hevði broytt navn og æt nú Miðflokkurin 266b, kjakið um rættindi teirra samkyndu fyllur nógv á aktuellu fløguni hjá bólkinum og løg sum Mogghøvd og Talibanar viðgjørdu hetta mál. 200 stillaði upp í eini beinari røð, soleiðis at trummusettið stóð fremst á pallinum mitt fyri. So stóðu Niels Arge Galán við gittara sínum á høgru lið trummuleikarans og Mikael Blak á vinstru lið við bassinum. Hetta gav myn­ dina av einum bólki, har allir limirnir vera settir líkað, men samstundis tekur hetta eitt sindur frá Niels Arge Galán, ið fyrr hevur verið sterki og einasti oddamaðurin í bólkinum. Niels hevði sum vanligt fleiri heilt sterkar útsagnir, millum annað í presentatiónini av lagnum Mentanarimperialisma: ­ Føroyar eru dan­ skar sum inn í hel­ viti! Gjøgnumsúrgaðar av mentanarimperialismu: Fleskasteik við reyðkál, lurta eftir fucking Shu­ Bi­Dua og eta hakkibúff! Hæddarpunktini hjá 200 vóru Musclemanblað, Tunnilsvisión, Graceland og Drotningavitjan. Meðan Sig ikki nei Kaj fekk fólkið at syngja við. The Dreams spældu til dans Tað skerst ikki burtur, at tað var ikki fyrr enn hittshowið hjá The Dreams fór í gongd, at ordiliga gott lív kom í fjøldina. Við einans einum heimagjørdum lagi, tyktist konsertin hjá The Dreams at raka áhoyraran betur enn nakar av hinum bólkunum gjørdi. Vanligu tulkingarnar av føroyskum klassikarum vóru kryddaðar við tulkingum útlendskum klassikarum sum I Believe I Can Fly hjá R. Kelly, Summer Of 69 hjá Bryan Adams, Shape Of My Heart hjá Backstreet Boys, Cotton Fields hjá Credence Clearwater Revival og tveimum løgum hjá Blink 182, All The Small Things og Girl At The Rock Show. Hesi bæði løg passaðu væl til skránna hjá The Dreams, tí Blink 182 má nokk metast at vera altjóða útgávan av føroysk bólkinum. Einasta heimagjørda lagið hjá The Dreams á kvøldinum var Lumpaður frá tíðini, tá bólkurin æt Zink. Lagið er eitt slag av kultklas­ sikara og sera fangandi. Tí passaði tað væl inn í heildina. The Dreams spældu væl og nýggjasti limurin í bólki­ num gittarleikarin Heini Gilstón Corfitz Andersen er eitt ótrúligt pluss fyri bólkin. Hann er ein orkubumba og riggar væl inn í heildina. Hansara stóra útstráling ger hann bein­ anvegin til ein miðdepil í framførsluni. Hann er vanur at vera odd­ amaður í Paradox, og í The Dreams er eingin greiður oddamaður frammanundan, Swardi og Fist eru vanliga báðir í fokus og nú eru teir tríggir. Fólk tyktist væl við meðan The Dreams spældi. Bæði útlendsku løgini og løg sum Sjeikurin, Sirkus Tinganes, Forelskaður Sjónleikari, Til allar vinir, Sasa Sa, Sa og Nummar fingu veruligt lív í. Men sum ummælari stóð eg meira við eini kenslu av, at vera í dans enn at vera til konsert. Hetta er ikki meint sum ein kritikkur, men bara ein staðfesting av, at fyrireikararnir av Nýggjárskonsertini áttu at endurhugsað konseptið, og heldur skipa fyri einum tiltakið, ið er meira av tí slagnum, sum The Dreams umboðaði. Tónleikur at dansa og syngja við til, tónleikur at detta av til og tónleikur til at fáa sær eitt nýggjársfríggj til, tí Nýggjárskonsertin er eitt ball fyri tey yngstu. an á Hittshowið hjá The Dreams var kvøldsins best umtókta framførsla Mikal Blak á 200 bassinum hevði sum vant eina frálíka framførslu Filip Mortensen er ein vakur ungur maður við góðari rødd, ið tó tykist rættiliga ótryggur á einum palli Heini Gilstón Corfitz Andersen er nýggjasti limurin í The Dreams og ein sonn orkubumba Frans Jónas Galán og hinir í Sic buldraðu og brakaðu fyri teimum væl uppløgdu Sic høvdunum, ið stóðu framman fyri pallin.