mikudagur 3. januar 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 2 - 3. januar 2007
tíðindi
Aðalfundur FSN’s
Umrøðan av aðalfundinum hjá Føroya Skipara-
og Navigatørfelag, sum var millum jól og
nýggjárs, kemur í Sosialin í morgin - og ikki í
dag, sum vit ætlaðu
Síðan 1996 hevur
Helgi Nolsøe,
verkfrøðingur á
Fiskirannsóknar
stovuni, arbeitt við
tekniskum loysnum
umborð á skipum,
sum bæði kunnu
gera arbeiðið lættari
- og loysnum, sum
kunnu gera, at meira
kann fáast burtur
úr tilfeinginum.
- Slíkt eigur eisini
at verða ein partur
av almenna fiski
vinnupolitikkinum,
sum jú er meira
avgerandi hjá okkum
enn hjá nøkrum
øðrum landi, heldur
Óli Jacobsen, sum
hevur greitt okkum
frá áhugaverdu
framløguni hjá Helga
Nolsøe
Tøkni
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á landsfundum hjá Føroya
Fiskimannafelag
plagar
felagið at hava við ein
gestarøðara, sum útgreinar
okkurt evni, ið hevur
samband við virksemið hjá
fiskimonnum.
Í 2005 var tað Petur
Steingrund, fiskifrøðingur,
sum tosaði um fiskastovnar,
og í ár var tað Helgi
Nolsøe, verkfrøðingur á
Fiskirannsóknarstovuni.
Tíverri
fingu
vit
á
Sosialinum ikki verið við
til framløguna hjá Helga
hendan dagin, men vit hava
biðið
felagsformannin,
Óla Jacobsen, greidd okk
um frá einum parti av tí,
sum Helgi legði fram á
landsfundinum.
Síðan 1996 hevur Helgi
Nolsøe arbeitt við tekniskum
loysnum umborð, sum bæði
kunnu gera arbeiðið lættari
og loysnum, sum kunnu
gera, at meira kann fáast
burtur úr tilfeinginum.
Í
2003
gjørdi
hann
eina
frágreiðing
um
”Úrtøkuøking og hjáfram
leiðslu av toski hjá verk
smiðjutrolarum”, har ein
hópur av møguleikum fyri at
fáa meira burturúr fiskinum
vóru viðgjørdir. Summir
av slíkum møguleikum
eru sjálvandi lættari at
gjøgnumføra enn aðrir.
Men umborð á Skálabergi
verða hesir møguleikar
troyttir í tann mun, sum
hetta er møguligt.
Møguleikar við
livratøku
Á landsfundinum hjá Før
oya Fiskimannafelag var
tað serliga livurin og kryvji
maskinur, sum vóru til
umrøðu.
Helgi Nolsøe vísti á, at
út frá 2005-tølunum kundu
7.000 tona av livur, sum
hevði eitt virði uppá 35
miljónir krónur, komið til
sættis, men veruligu tølini
vóru bert ein lítil partur av
hesum.
Hetta er jú eitt evni, sum
hevur verið frammi í fleiri
ár, og nógv hevur verið
tosað, og nógv uppskot hava
verið um, hvussu livurin
kann koma til høldar.
Tað
verður
ásannað,
at skal nøkur munandi
broyting henda á hesum
øki, er neyðugt, at hetta
verður gjørt við maskinum,
so sleppast kann undan tí
eyka arbeiði, sum altíð vil
liggja í eitt nú at taka livur.
Her eru fleiri verkætlanir
í gongd – og fleiri slíkar,
har tað verður arbeitt
við maskinu, sum kann
skilja livrina frá restini
av innvølinum. Onkur av
hesum sær í hvussu er
lovandi út. Hetta merkir, at
livurin kann fáast til sættis
uttan stórvegis eyka stríð
hjá manningini. Henda
loysn merkir eisini, at
livurin kann fáast til sættis
frá maskinkruvdum fiski,
har annars hevur verið
roknað við, at innvølirnir
verða meira ella minni
oyðilagdir.
Kryvjimaskinurnar
Nú hava flestu ísfiskatrolarar
fingið
kryvjimaskinur,
og tað er eingin ivi um,
at hendan maskinan er
komin umborð fyri at vera.
Tær mest vanliga nýttu
kryvjimaskinurnar eru sera
einfaldar, og tær hava tann
vansa, at tær blóðga ikki
fiskin, áðrenn hann verður
Røkke fulla bók
Kjell Inge Røkke nýtist ikki at hugsa um, hvat
fyritøka hansara, Aker, skal gera í framtíðini.
Sambært Aftenposten hevur fyritøkan bíleggingar
fyri heilar 155 mia. norskar krónur, og tað er næstan
tvær ferðir meiri enn umsetningurin hjá fyritøkuni
í fjør. Persónliga hevur Røkke heldur ikki nógv at
hugsa um. Virðið á Aker er í løtuni 29 mia. krónur,
og tá hann eigur 68 prosent av fyritøkuni, eru hansara
partabrøv 20 mia. krónur verd.
Landsfundur Føroya Fiskimannafelags:
Tøkni eigur at verða sjálvsagdur p
Flestu royndir vísa, at bert
tað verður arbeitt miðvíst
við betringum, verður eisini
fyrr ella seinni komið á
mál við tøkni til vinnuna,
sum eisini kann merkja
eitt størri avreiðingarvirði.
Egningarmaskinan er eitt
gott dømi um hetta – eins
og menningin frá snørisveiði
til teldustýrdar snellur, ið
teir gomlu ikki so mikið sum
kundu havt droymt um
Mynd: Vilmund Jacobsen