Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. januar 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 2 - 3. januar 2007 21 tíðindi Sleppa at bora Herfyri kravdu fleiri norskir umhvørvisverndarfelagsskapir, at myndugleikarnir skuldu áleggja Norsk Hydro at sleppa ætlanini um at bora eftir olju á Nucula-leiðini uttan fyri Nordkapp. Men teir fingu ikki viðhald. Í gjár boðaði umhvørvismálaráðið í Oslo frá, at Norsk Hydro kann halda fram við ætlanunum. Leitiætlanin hjá Norsk Hydro bleiv endaliga góðkend í september, og felagið ætlar at seta borin í botnin við Nordkapp í hesum mánaðinum. Billund afturgongd Meðan flogvøllurin í Vágum hevði eitt rættiligt metár í fjør, kann leiðslan í Billund Lufthavn ikki vísa á tað sama. Tvørturímóti minkaði ferðafólkatalið fimm prosent í 2005 og endaði á 1,9 mió. Tað er umleið 100.000 minni enn árið fyri. Leiðslan í Billund sigur, at fleiri orsøkir eru til afturgongdina. Ein teirra var, at Maersk Air og Sterling vórðu løgd saman, og tað ávirkaði serliga uttanríkisflúgvingina, sigur leiðslan. partur av fiskivinnupolitikkinum kruvdur. Helgi Nolsøe vísti á, at tað er munur á blóðgaðum og óblóðgaðum fiski, tá ið hann er virkaður. Har fiskur ikki verður blóðgaður, situr altíð blóð eftir í pørtum av flakinum, og hetta ger fiskin sum heild minni verdan. Hann tránar skjótari og heldur sær styttri, og hetta gevur lægri marknaðarprís – og harvið eisini lægri avreiðingarprís. Norskar kanningar vísa, at útbløðing í rennandi sjógvi gevur bestu góðsku. Best er, at fiskurin verður blóðgaður innan hálvan tíma efir, at hann er komin á dekkið og skal bløða út í rennandi vatni ella sjógvi. Nakað má gerast Fyrst av øllum mugu trupulleikarnir ásannast í staðin fyri at verða tagdir burtur. Og her er tað, at tøknin skal koma til hjálpar. Farið eigur at verða mið­víst undir at útgreina trupul­ leikarnar í eini ella fleiri verkætlanum. Úrslitini av slíkari verk­ ætlan skulu føra til fylgjandi úrslit: * Broyttar mannagongdir umborð * Menning av útgerð til útbløðing * Menning av útgerð til automatisering av blóðging * Betri arbeiðsumstøður umborð * Hægri avreiðingarvirði Men hetta krevur gransking og fígging. Tað er alment kunnugt, at tað finst nógvur peningur í landinum, sum er avsettur til gransking. Men slíkar verkætlanir tykjast ikki at hava nóg stóran akademiskan áhuga til, at tær eru verdar at játta pening til. Hetta er ein heilt óneyðugur trupulleiki, tí skulu vit ikki granska í økjum sum hesum - hvat skulu vit tá granska í, kundi verið spurt. Fiskurin blóðgast Ein verkætlan er í Føroyum, sum gongur út uppá at gera eina kryvjimaskinu, har fiskurin verður blóðgaður og kruvdur, og er bløðingin munurin á hesari og verandi kryvjimaskinum. Slíkar maskinur eru longu í útlandinum, men hesar eru dýrar, og so eru tær eisini ov stórar til tey flestu av okkara skipum. Føroyska verkætlanin byggir á at fáa eina bíliga maskinu, sum krevur lítið pláss. Men tað hevur verið trupult at fáa fígging til royndirnar í Føroyum. Automatisk bløðing So er spurningurin, um tað finst onnur útgerð í útlondum, sum kann loysa hendan knútin. Ein fyritøka sum eitur Innes Walker hevur gjørt eina fult automatiska maskinu, sum blóðgar ali­fisk. Hetta merkir, at maskinan sjálv leggur fiskin í, uttan at hann verður nortin. Maskinan hevur longu vunnið sær viðurkenning fyri nýskapan, og roknað verður við, at hon er ein kollvelting innan alivinnuna. Tað er upplagt at fara at kanna, um ein slík maskina ikki eisini kann nýtast umborð á fiskiskipum. Kann hon ikki nýtast sum er, má hon kunna lagast við neyðugum broytingum. Tá hendan maskinan sjálv leggur í, kemur hon at merkja, at tað ikki verður nakað eykaarbeiði hjá manningini. Talan verður tá bert um eina lítla tíðarforskjóting, so fiskurin ikki verður kruvdur, fyrr enn hann er útbløddur. Partur av fiski­ vinnupoltikki Um úrslitið av hesum kundi verið, at avreiðingarvirðið hjá partrolarum hækkar eini 10-20%, er her talan um eitt meirvirði uppá einar 30-60 miljónir krónur. Fyri at fáa hendan vinningin, er ”bert” at fáa ta tøkni, sum skal til. Flestu royndir vísa, at bert tað verður arbeitt miðvíst, verður eisini fyrr ella seinni komið á mál við slíkari tøkni. Egningarmaskinan er eitt gott dømi um hetta – eins og menningin frá snørisveiði til teldustýrdar snellur, ið teir gomlu ikki so mikið sum kundu havt droymt um. Hetta skuldi givið øllum pørtum ein beinleiðis áhuga fyri gera alt, sum gerast kann fyri at koma á mál skjótast gjørligt. Slíkt eigur eisini at verða ein partur av almenna fiskivinnupolitikkinum, sum jú er meira avgerandi hjá okkum enn hjá nøkrum øðrum landi. Ein slíkan fiskivinnu­ politikk vilja fiskimenn sjálv­sagt stuðla av øllum alvi. Tað ráddi optimisma á hesum fundinum, tá ið fiskivinnuumsitingin setti á stovn nakrar granskingarkjarnur við Ásmundi Guðjónssyni sum samskipara. Helgi Nolsøe, sum er ein av granskarunum, situr næst síðstur á myndini (t.v) Mynd: Vilmund Jacobsen - Tað er munur á blóðgaðum og óblóðgaðum fiski, tá ið hann er virkaður. Verður fiskur ikki blóðgaður, situr altíð blóð eftir í pørtum av flakinum, og hetta ger fiskin sum heild minni verdan. Hann tránar skjótari og heldur sær styttri. Hetta gevur lægri marknaðarprís – og harvið eisini lægri avreiðingarprís, sigur Helgi Nolsøe Mynd: Norðfra Vøkur fiskafløg verða pakkað til útflutnings. Munur er á blóðgaðum og óblóðgaðum fiski. Kryvjimaskinurnar, sum eru umborð á skipunum í dag, hava tann vansa, at tær blóðga ikki fiskin, áðrenn hann verður kruvdur