Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 - 4. januar 2007 5 tíðindi List í Keypmannahavn Sunnudagin 7. januar kl. 15 letur ein listaframsýning upp í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Tað er listamaðurin Bjørn Thomsen, sum fer at sýna fram oljumálningar, akvarell og brosnumyndir. Bjørn Thomsen, sum er útbúgvin teknilærari, og sum býr í Varde í Jyllandi, hevur fingið íblástur til sína list úr føroysku náttúruni. Undir ferniseringini sunnudagin fer beiggi Bjørn, Ragnar Hansen, at spæla tónleik við sínari trio. Ov lítla løn Tað er vanlig uppfatan millum manna, at teir ovastu stjórarnir í tí privata vinnulívinum eru sera væl løntir, men tað avsanna teir donsku stjórarnir nú. Ein kanning vísir, at næstan 80 prosent av teimum ovastu stjórunum eru misnøgdir við lønina, sum teir fáa, tí hon er væl minni enn lønin hjá teirra starvsbrøðrum í øðrum londum. Harafturat halda 30 prosent av stjórunum, at lønin svarar ikki til tað arbeiðið, sum teirra størv krevja av teimum. Egna teldu við At hava teldu við til skips, var ikki hildið vera gamalt. Men fyri sjófólkið anno 2007 er ein telda ein líka so natúrligur partur at hava við sær, sum ein góð bók. Sjólív Snorri Brend Navigator: Tá ein kem­ ur umborð á Navigator liggur ein hópur av við­ føri úti í gongini: Kuffert, taskur, posar – og teldur. Bæði borðteldur og far­ teldur. Sjálvur hevur Diana tikið eina farteldu við, eins og so nógv onnur hava gjørt tað. - Hon er sera hent at hava, tá vit hava frívakt ella um ikki so nógv ar­beiði er, sigur hon. Telduna brúkar hon til at hyggja eftir filmum ella at lurta eftir tónleiki við, tá hon hevur frí. Annars er mp3-spæl­ arin hentur í tí dagliga. Fyrimunurin er, at ein kann taka tónleikin av telduni og í mp3-spæl­ arin. Umborð á Navigator eru tríggjar teldur, men tað er alt ov lítið til tey 110 fólkini. So tá er munandi lætt­ ari at hava egna teldu við. Tá avgerð ein sjálv, nær ein ætlar at hyggja eftir filmi ella nær ein lurtar eftir tónleiki. Her sleppur ein altíð framat! Atlantic Navigator legði frá landi seinnapartin í gjár. Teir fara fyrst at royna í føroyskum sjógvi, men er einki at fáa her, verður farið vestur um Írland at royna. Manningin telur 110, harav omanfyri 20 teirra eru kvinnur. Seinasta túrin hevði Navigator 1736 tons av surimi og 500 tons av mjøli. TIL FISKISKAP Hetta vóru bert fáir dagar, men kortini heldur frægari enn onkra aðru ferð, tá teir ikki hava steðgað meiri enn ein til tveir dagar í landi. Tey fingu ikki jólini við í fjør, men náddu tó heim til nýggjárið. - Jú, tað var gott at hava nakrar frídagar í landi, sigur hon. Fleiri gentur við Nú Navigator legði frá landi í gjár, vóru 110 fólk við. Av hesum vóru einar 20 teirra kvinnur. Sjálv heldur Diana tað vera sera gott – og ikki minst hugnaligt – at kvinn­ ur eisini manna ein slíkan trolara. Fyri hana hevur so út­róður og fiskiskapur altíð ver­ið samrøðuevni heima við hús, og at taka stigið og sjálv royna sjókvinnulívið var ikki so tungt. - Eg haldi, at tað er í fínasta lagi at gentur eisini fara til skips. Hví skuldu tær ikki tað?! - Nú eru vit rættiliga nógv­ar gentur við, so tað er ordiliga skeg, sigur hon. Fleiri teirra eru eisini úr Klaksvík, m.a. ein av góðu vinkonunum hjá Dianu. Á verksmiðjuni Síðsta túrin arbeiddi Diana á verksmiðjuni, har hon stóð við maskinurnar og vendi fiskinum. Nú Navigator skuldi nýggj­an túr visti hon ikki rættiliga, hvat hon fór at gera henda túrin. Arbeiðsøkini og hvørji skulu búgva saman á kamari verður alt sett uppá ein lista í messuni. - Eg havi ikki enn hugt, hvat eg skal gera henda túrin. - Eg má heldur fara inn í messuna at hyggja, sigur Diana. Hetta er ikki fyrstu ferð at Diana er til skips. Hon var eisini við Navigator seinasta túrin. – Tað var ein góður túrur, men hann var kanska heldur drúgvur, sigur hon Teir gera klárt til at mynstra umborð – ungir, virkisfúsir sjómenn Diana vísir mammuni, Ninu talvuna við upplýsingunum um, hvat kamar hon skal hava og hvat arbeiði hon skal gera umborð á túrinum ” Teldan er sera hent at hava við umborð, tá vit hava frívakt ella um ikki so nógv arbeiði er