hósdagur 4. januar 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 3 - 4. januar 2007
tíðindi
Nýggi formaðurin
í stýrinum fyri
Kringvarpið, Símun
Absalonsen, hevur
alment gjørt vart við,
at honum ikki hevur
dámt, at løgmaður
hevur hildið røðu fyri
samkyndum og róst
Jógvani á Lakjuni,
sum nú hevur sett
hann í formanssessin.
Sjálvur vil hann
ikki siga, um hetta
kemur at ávirka
arbeiði hansara fyri
Kringvarpið, men
Jógvan á Lakjuni
viðgongur, at hann
er samdur við Sím
uni Absalonsen
í ymiskum
viðurskiftum
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Millum ár og dag hevur
Símun Absalonsen ikki
verið bangin fyri at sagt
sína hugsan um ymisk
samfelagslig,
vísindalig
og átrúnaðarlig viðurskifti.
M.a.
hevur
hann
sett
spurnartekn við, um menn
ingarlæran skal eiga inni
vist innan skúlagátt, um
tað var rætt av løgmanni at
halda røðu fyri samkyndum
í Grasagarði, og um tað
svenska sosialdemokratiska
samfelagið
ikki
hevur
ført til eina bíbliuótrúgva
humanismu. Hinvegin hevur
hann róst Jógvani á Lakjuni,
mentamálaráðharra, fyri at
staðið fast um tað, hann
hevur kallað “føst kristin
virði”.
Fyrradagin kunngjørdi
sami Jógvan á Lakjuni,
mentamálaráðharri,
at
hann hevði sett stýri fyri
Kringvarp Føroya og at júst
Símun Absalonsen er valdur
til formann í stýrinum.
Sjálvur er Símun Absa
lonsen fámæltur um tey
sjónarmið, hann áður hevur
ført fram í lesarabrøvum.
- Kringvarpið eiga vit
øll. Annars havi eg onga
viðmerking, sigur Símun
Absalonsen, tá hann varð
spurdur, um hansara hug
burður, sum er komin til
sjóndar í lesarabrøvum, fer
at merkja hansara arbeiði
sum formaður í stýrinum.
Hann leggur afturat, at
hann fer at møta hinum
6 limunum í stýrinum um
stutta tíð, og at tann nýggja
kringvarpslógin er “fín”,
sum hann málber seg.
Ikki í Lindini
Í Kringvarpslógini stendur
m.a. í §4 stk. 5 at “Starvs
fólk, nevndarlimur ella
leiðsla fyri øðrum føroysk
um fjølmiðli kunnu ikki
verða limir í stýrinum
fyri Kringvarp Føroya”.
Símun Absalonsen hevur
javnan verið at hoyrt í
sendingini “Á ferð gjøgnum
Bíbliuna”, sum rásin Lindin
hevur staðið fyri. Nýggi
stýrisformaðurin sigur tó,
at tað eru eini 2-3 ár síðani
hesar
sendingar
vórðu
gjørdar, og at tær síðani
hava verið endursendar.
Tað er sum nevnt Jógvan á
Lakjuni, sum hevur avgjørt
at seta Símun Absalonsen
í formanssessin, og hann
viðgongur, at hann hevur
sett ein persón í starvið,
sum ikki hevur bangin
fyri at gjørt vart við síni
sjónarmið. Í blaðnum í gjár
segði hann, at hann vildi
hava ein roknskaparkønan
í nevndina, sum Kring
varpslógin eisini krevur,
og tí setti hann Simun
Absalonsen, sum er løg
gildur grannskoðari.
- Eg eri kanska samdur
við honum í nógvum, men
eg havi valt ein persón
við
professionellum
eginleikum, sum er ein
álitismáður, sigur Jógvan
á
Lakjuni,
sum
ikki
himprast við at rósa Símuni
Absalonsen.
- Hann hevur sínar vinklar.
Eg kenni Símun sum ein
ótrúliga vælbegávaðan fýr,
sum á ein sakligan máta
er komin fram við sínum
sjónarmiðum.
Hann
er
klókur og skilagóður og
sleingir ikki bara út, men
argumenterar, sigur Jógvan
á Lakjuni, ið tó viðgongur,
at hann spurdi onkran annan
fyrst, men viðkomandi vildi
ikki taka av.
Fjølbroytt nevnd
- Vit hava øll sum borgarar
okkara meiningar um Kring
varpið, og hetta skal speglast
aftur í nevndini. Har sita 7
ymisk fólk, og eg trúgvi
ikki, at formansatkvøðan
kemur at avgera alt, sig
ur
landsstýrismaðurin.
Hvørki hann ella tann
nýggi formaðurin kunnu
tó upplýsa, hvørja støðu
formaðurin fær í nevndini.
Hann vísir á, at nevndin
er mannað við ymiskum
fólkum, og nevnir m.a. Eyð
un Joensen og Páll Isholm,
sum á hvør sín hátt hava
gjørt vart við seg í ávikavist
tí almenna kjakinum og
kommunalpolitikki.
- Nú fáa vit eitt stýri, sum
fær ótrúliga positiva ávirkan
á almennu fjølmiðlarnar,
sigur Jógvan á Lakjuni.
Sjálvur hevur hann tó
bert sett tveir av teimum
sejy
stýrislimunum.
Umframt formannin, hevur
landsstýrismaðurin gjørt av
at seta Kristu Hvannastein
úr Haraldssundi í stýrið.
- Tað er gott við ung
um fólki, og hon er peda
gog, og tað er gott, tí
Kringvarpslógin ger nógv
burtur úr at verja børnini,
sigur Jógvan á Lakjuni, ið
leggur dent á, at fólkini eru
vald av tí at tey hava góðar
førleikar.
Jógvan á Lakjuni fegnast
um ta nýggju lógina.
- Grundin til, at vit hava
fingið eitt stýri, er, at tað
politiska valdið lá ov nær,
og tú fekk einki gjørt sum
politikari, sigur Jógvan á
Lakjuni, sum við tí nýggju
kringvarpslógini hevur latið
ovasta valdið til tað nýggja
stýrið.
- Eg skilji væl, at tit
spyrja. Men eg haldi vit
skulu geva stýrinum ein
kjans, sigur Jógvan á
Lakjuni, ið leggur afturat,
at nú eru tær tær flestu
heimildirnar, ið áður lógu
á hansara borðið, latnar tí
nýggja stýrinum at umsita.
Tobbi:
Ein góð
nevnd
Tórbjørn Jacobsen
kallar tað nýggja
stýrið fyri Kring
varpið ein sigur fyri
Løgtingið
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Tórbjørn Jacobsen er
framsøgufólk í menta
málum, og hann fegnast
um tað nýggja stýrið fyri
Kringvarpið.
- Tað er sigur fyri
Løgtingið, at vit uttan
balladu kláraðu at velja
4 fólk í stýrið, sigur
Tórbjørn Jacobsen, sum
harafturímóti finst at
starvsfólkinum í Kring
varpinum, at bert menn
eru valdir sum limur og
eykalimur í stýrið.
Tórbjørn
Jacobsen
metir Símun Absalonsen
vera ein skilamann, sum
hann málber seg, og
heldur tað vera gott at
hava ein grannskoðara
sum formann í einum
stýri fyri ein alemnnan
stovn, sum umsitur fyri
umleið 70 milliónir.
- Vit kunnu altíð finna
feilir hjá fólki, men vit
mugu ansa eftir ikki at
gera berufsverbot, sigur
Tórbjørn Jacobsen, sum
ikki heldur, at trúgv
ella politisk áskoðan
skal hava ávirkan, tá
nevndarsessir
skulu
mannast.
- Programmpolitikk
urin fer fram á stovninum,
sigur Tórbjørn Jacobsen,
ið tó viðgongur, at lagnan
hjá kringvarpsstjóranum
liggur í hondunum á
stýrinum.
Markantur formaður
í stýrinum fyri Kringvarpið
Símun Absalonsen í Dimmalætting 2. august 2004 um røðu løgmans
fyri samkyndum í Grasagarði:
“Í røðu løgmans vóru lyklaorðini ”hóvsemi, andsfrælsi og tolsemi”.
Hetta ljóðar sera gott, men spurningurin er, um hesi hugtøk kunnu
standa einsamøll, uttan at finna akkersgrund í føstum virðum. Tey føstu
virðini eru ikki til at fáa eyga á í humanistisku røðu løgmans, og tað
reisir beinan vegin nakrar spurningar.
(…) Tá løgmaður í røðuni sigur, at tað er skilagott at viðurkenna sín
egna kynsliga samleika, umfatar hetta so eisini tey pedofilu? Soleiðis
kundu vit hildið á at spurt. Røðan hevði onga hellugrund, og reisir fleiri
spurningar heldur at svara nøkrum.
Øðrvísi var í Margarinfabrikkini. Her røddi mentamálaráðharrin um
tey føstu kristnu virði, ið hava bygd tjóð okkara, men sum í dag tykjast
at standa við eitt vegamót. Hann nevndi eisini humanismuna, sum ikki
viðurkennir sær nakrar fastar normar, ella nakran mynduleika yvir
sær”.
Símun Absalonsen í Dimmalætting 2. august 2004:
” Tá eingi absolutt virði finnast í tilveruni, er spurningurin um rætt ella
skeivt altíð relativur. Etikkur og moralur er avgjørdur útfrá tíðarráki.
Tað, sum etiskt rætt í dag er kanska skeivt í morgin og øvugt. Eitt
samfelag, ið byggir á humanismu, gerst ein tongul í brimi”
” Humanisma er ein filosofisk fólkareligión, sum er ateistisk, tvs. trýr
ikki á nakran Gud. Humanisman hevur tikið nakað av sínum ”bleytu
virðum” úr kristindóminum, og roynir at misnýta kristindómin fyri
at marknaðarføra síni sjónarmið, men humanisman avnoktar avgjørt
játtanargrundarlagið í kristnu trúnni”.
Nýggja stýrið fyri Kringvarpið hevur heimild at seta
stjóra og loysa hann úr starvi.
Stýrið er ovasta leiðslan á stovninum og hevur
yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini og
øðrum fyriskipanum um virksemið hjá Kringvarpinum
verða fylgdar. Eftir tilmæli frá kringvarpsstjórnanum
staðfestir stýrið virksemið hjá stovnsinum sum heild og
yvirskipaðu meginreglurnar fyri programmpolitikkin
í fíggjarárinum, eins og stýrið skal góðkenna og hava
eftirlit við stovnsins rakstrarætlan og roknskapi.
Kringvarpslóginm kom í gildi á nýggjárinum.
FAKTA