hósdagur 4. januar 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 3 - 4. januar 2007
7
Fyri fyrstu ferð
nakrantíð er tann
sokallaði amerikanski
risamaneturin sædd
ur í norskum sjógvi,
og hann er ikki
vælkomin
Fiskivinna
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Sum navnið sigur, heldur
risamaneturin vanliga til í
amerikonskum sjógvi, men
hann er sæddur hesumegin
Atlantshavið fyrr. Í áttati
árunum kom hann í Svarta
havið við skipum, sum
tømdu barlasttangarnar har,
og har gjørdi hann so stór
an skaða, at so at siga øll
fiskivinnan har um leiðir
fór fyri bakka. Seinni er
hann sæddur í Eystyrasalti
og úti fyri svensku vestur
strondini.
Tað var ein dagin í sep
tember í fjør, at Hege Vest
heim, ið starvast á lærda
háskúlanum í Oslo, fekk eyga
á nakrar løgnar skapningar
í sjónum nærhendis Nøtt
erøy í Suðurnoregi. Hann
kvikaði sær at taka mynd
ir av teimum, og nú hava
lívfrøðingar á havrann
sóknarstovninum staðfest,
at talan er um tann sokallaða
amerikanska risamanetin.
Tað eru ikki góð tíðindi, tí
amerikanski risamaneturin
tekur fiskayngul, og har
afturat etur hann æti, sum
fiskayngulin skal liva av.
Fyrstu ferð
Hetta fyrstu ferð, at ameri
kanski risamaneturin er
sæddur í norskum sjógvi,
og norsku fiskifrøðingarnir
ætla sær at halda eyga við
gongdini.
– Vit vænta ikki, at manet
urin fer at gera líka stóran
skaða í norskum sjógvi
sum í Svartahavinum, tí
vistfrøðin á okkara leiðum
er ikki so viðbrekin sum
tann har suðuri. Vit hava
eisini havt slíkar manetar
her fyrr, og tí vænta vit
ikki, at hann fer at gera
líka stóran skaða her sum í
Svartahavinum, sigur Tore
Falkenhaug, ið starvast
sum havgranskari á norska
havrannsóknarstovninum.
Hann leggur tó afturat, at
amerikanski risamaneturin
er ein harðbalin vera, sum
kann trívast í norskum
sjógvi, sjálvt um hann trív
ist best, har hitin í sjónum
liggur um 20 stig.
Hitin ger munin
Enn er amerikanski risa
maneturin ikki sæddur í
føroyskum sjógvi. Jan Arge
Jacobsen, fiskifrøðingur á
Fiskirannsóknarstovuni, sig
ur, at tað er lítið at ivast
í, at maneturin er komin í
norskan sjógv við tí alsamt
veksandi hitanum í sjó
num.
Hesi seinastu árini eru
fleiri meiri ella minni
fremmand fiskasløg kom
in á okkara leiðir. Í ein
ari frágreiðing, sum Fiski
rannsóknarstovan gjørdi í
apríl í fjør, sæst, at fleiri
fiskasløg eru økt í tali ella
hava fingið annan atburð á
okkara leiðum, meðan onn
ur fiskasløg tykjast vera
minkað í tali.
Í frágreiðingini verður
sagt, at ein partur av orsøk
ini, til at nýggj fiskasløg
verða fingin undir Føroy
um, kann vera, at skip
við stórari maskinorku og
stórum trolum veiða meiri
effektivt nú enn fyrr.
- Hinvegin kann ikki síggj
ast burturfrá, at sjógvurin
undir Føroyum er vorðin
umleið 0,8 stig heitari tey
seinastu fimm árini, og at
hann eisini er vorðin saltari
hetta
sama
tíðarskeiði
stendur í frágreiðingini hjá
Fiskirannsóknarstovuni.
Etur yngul
og æti
Amerikanski risamaneturin
minnir um hvalspýggju.
Hann livir av fiskayngli og
æti og kann tí gera stóran
skaða.
Opið er:
Fríggjadagin 5. januar..........08-20
Leygardagin 6. januar..........10-20
318200 318290
Tróndargøta 29
Útsøla
byrjar fríggjadagin 5. januar
alt NOa NOa
til vaksin og
tONE BaRKER ½ prísur