Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 3 - 4. januar 2007 tíðindi Føroyar á italskum Nú kunnu italiumenn eisini kunna seg um bygdirnar í Føroyum á heimasíðuni Faroeislands.dk. Higartil hevur teksturin um bygdirnar verið á enskum og donskum máli, men nú hevur ein kvinna í Italia sjálvboðin týtt allar tekstirnar til italskt mál. Faroeislands.dk hevur millum 400 og 500 vitjandi um dagin. Helmingurin av teimum vitjandi eru úr Føroyum og Danmark, meðan hin helmingurin eru úr øllum heiminum. Nógv skiftu navn Í fjør fekk Danmark nýggja navnalóg, sum gjørdi tað lættari hjá fólki at skifta navn, og nú vísa tølini, at ikki færri enn 88.000 danir tóku av tilboðnum. Familjustýrið, sum umsitur navnabroytingar, sigur, at í flestu førum hava fólk fingið sær eftirnavnið hjá hjúnarfelaganum, men mong hava eisini valt at strika eftirnavnið og at fáa sær millumnavnið til eftirnavn ístaðin fyri. Harafturímóti vóru tað fá, sum valdu at fáa sær nýtt eftirnavn. Leivur Christiansen og Jógvan Líggjas Gregersen ynsktu ikki afturval á að­al­ fundinum hjá Før­oya Skipara-og Nav­ igatørfelag – og í teirra stað valdi fundurin Dan Inga Andreasen og Heðin M. Isaksen FSN-aðalfundur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Føroya Skipara-og Naviga­ tør­felag helt aðalfund í Norðurlandahúsinum mill­ um jól og nýggjárs. Einir 35 limir møttu til fundar, sum er nakað meira enn tað, ið krevst, um fundurin skal vera viðtøkuførur. Felagið hevur stívliga 600 aktivar limir, og tí vóru lut­ falsliga líka nógvir limir á fundi hjá FSN, sum teir, ið vóru á landsfundi hjá Føroya Fiskimannafelag dag­in eftir. Tvær broytingar Føroya Skipara-og Naviga­ tørfelag hevur 11 nevndar­ limir, og umleið helmingurin av hesum standa fyri vali annaðhvørt ár. Á aðalfundinum hesaferð ynsktu tveir nevndarlimir, Leivur Christiansen, Mið­vágur og Jógvan Líggjas Gregersen, Eiði, ikki aftur­val. Í teirra stað valdi aðal­fundurin Dan Inga Andreasen, Tórshavn og Heðin M. Isaksen, Hoyvík. Eftir aðalfundin næst­sein­ast avgjørdi Ellintur Abrahamsen, sum tá hevði verið formaður í FSN í eini 22 ár, ikki at halda fram sum formaður, og tá varð í hansara stað valdur Eyðstein Djurhuus, Hoyvík. Eyðstein átók sær formans­ sessin í fyrsta lagi í eitt ár, men nú aðalfundur var aftur, avgjørdi hann eftir áheitan frá nevndini at halda fram sum formaður – í enn eitt ár aftrat. Nevndin í FSN skipar seg sjálv. Nýggja nevndin Teir 11, sum manna nevndina í dag, eru: Eyðstein Djurhuus, Hoyvík, Regin Nónstein, Hvalba, næstformaður, Ell­ intur Abrahamsen, Fugla­ fjørður, Egil Simonsen, Hoy­vík, Jákup Gøthe, Toftir, Jan Christoffersen, Hoy­vík, Jóannes Jacobsen, Viðareiði, Harry á Lakjuni, Fugla­fjørður, Dánjal J. Jørgen­sen, Miðvágur – og síðan teir nývaldu, Dan Ingi Andreasen, Tórshavn og Heðin M. Isaksen, Hoyvík. Formansstarvið Í formansfrágreiðing síni helt Eyðstein Djurhuus, at felagið eisini eigur at viðgera framtíðar viðurskifti, sum hann tók til. – Tíðin er helst komin, at formansstarvið verður sett sum fulltíðarstarv. Fíggjarliga kann hetta lata seg gera, og eg vænti, at tað hevði gagnað bæði limum og felagnum. Hann vísti á, at arbeiðs­ gev­arar hava lagt seg eft­ ir at skipa væl fyri, tá ið samráðingar eru – og fak­ feløgini mugu eisini við­ur­ kenna, at neyðugt er at vera sera væl fyri fakliga. – Hvussu fakliga støð­ið kann hækka á fak­fel­ags­ síðuni, er trupult at geva nakað boð upp á, men eitt neyvari samstarv millum fakfeløg eru helst einasta gongda leiðin, segði Eyðstein Djurhuus. Skrivstovan Á skrivstovuni hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag er eitt skrivstovufólk, Áshild Joensen, seks tímar um dag­ in, og í nógv ár hevur næst­ formaður felagsins, Regin Nónstein, hjálpt til, tá á hevur staðið. Hann hevur verið á skrivstovuni einar 2-3 dagar um vikuna. Áshild tekur sær av tí dagliga, og kemur átrokandi postur – ella viðurskifti eru, sum krevja, at formaðurin er kunnaður – verður samskift um telefon, meyl ella at brøv og dokumentir verða skannað og send. FSN hevur soleiðis eina vælvirkandi skrivstovu. Við ísfiskaskipi Tá ið Ellintur Abrahamsen var formaður, var hann burtur í 14 dagar og heima í 14 dagar. Meðan hann var heima, var hann tøkur til uppgávur, sum bíðaðu ella skuldu fáast frá hondini. Nýggi formaðurin, Eyð­ stein Djurhuus, siglir við ísfiskatrolara og er burtur í tveir túrar og heima í ein. Spurningurin, hvørt for­ mans­starvið í FSN skal verða fulltíðarstarv ella ikki, er sum skilst ikki liðugt viðgjørdur í nevndini enn. FSN fingið tveir nýggjar nevndarlimir Á skrivstovuni hjá FSN situr Áshild Joensen seks tímar um dagin – og næstformaðurin, Regin Nónstein, hjálpir til, tá ið ástendur – Ofta verður sagt, at tað er tann sterkasti, sum yvirlivir, men hetta er neyvan rætt. Tann, sum dugir at laga seg til broyttar umstøður, er tann, sum yvirlivir. Framtíðin fer at krevja, at FSN tillagar seg til broyttar umstøður, segði Eyðstein Djurhuus á aðalfundi hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag FSN-aðalfundur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á aðalfundinum hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag viðgjørdi formaðurin vegna nevndina, Eyðstein Djur­ huus, nógv ymisk mál, sum frammi hava verið í farna ári. Formaðurin segði fyrst eitt sindur um formansskiftið, sum var í felagnum eftir næstseinasta aðalfund, tá ið Ellintur Abrahamsen ikki ynskti afturval sum for­ maður eftir 22 ár í hesum álitisstarvi. – Nevndin heitti á meg um at taka við sum formaður. Eg var í iva, og tað vóru fleiri orsøkir til, at eg ivaðist. Eitt var, at eg í mínum dagliga arbeiði ikki kann siga við vissu, nær eg eri umborð - og nær eg eri í landi. Eyðstein helt fyri, at hetta hevur síðan víst seg at vera ein stórur trupulleiki, tá ið fundir og annað skulu leggjast til rættis. – Ein onnur orsøk var, at eg standi sum ákærdur í einum rættarmáli um ólóg­ ligan fiskiskap. Formaðurin vísti á, at nevndin tó ikki metti, at hetta kundi vera ein trupulleiki fyri FSN. Tíðarkrevjandi – Tað er ein sannroynd, at starvið sum formaður er sera tíðarkrevjandi – og at tú sum persónur ert nógv útsettur. At arbeiðið skal gerast í frítíðini, kann skjótt gerast tyngjandi fyri familjulívið, segði Eyðstein Djurhuus, sum kortini játtaði at taka við formanssessinum. Hann legði dent á, at fyrrverandi formaðurin, Ellintur Abrahamsen, næst­formaðurin, Regin Nón­stein og skrivstovufólk felagsins, hava verið honum til stóra hjálp í hesum nýggja starvið. – Tað skulu tey hava tøkk fyri, segði Eyðstein Djurhuus. FSN og framtíðin Í síni framløgu um farna ár nam formaðurin við nógv ymiskt mál, sum felagið hevur havt við at gera, og hann endaði við at tosa um FSN og framtíðina, sum var Áræði skal verða vø Aðalfundurin hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag varð hildin í Norðurlandahúsinum millum jól og n‡ggjá