hósdagur 4. januar 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 3 - 4. januar 2007
9
tíðindi
Feløg fingu gávu
Felagskommunan í Vágum hevur heiðrað tvey av feløgunum
í oynni. Vága Dansifelag varð stovnað 1. desember í 1976
og hevur sostatt virkað í 30 ár. Í tí sambandi hevur felagið
fingið 15.000 krónur frá Felagskommununi. Eitt annað
felag í Vágum, sum fyllir runt, er Vága Pensjonistafelag.
Felagið hevur 25 ár á baki og hevur í tí sambandi fingið
25.000 kónur frá Felagskommununi, skrivar heimasíðan
hjá Sørvágs kommunu.
Sovnaði á brúnni
Í gjár sigldi norska farmaskipið „Tananger“ á land í
Bjoafjørðinum í Hordalandi. Løgreglan varð boðsend,
og avhoyringarnar avdúkaðu, at skipið var farið á land, tí
stýrimaðurin, sum hevði vakt á brúnni, var sovnaður. Eingin
av teimum ellivu monnunum, sum vóru við, fekk mein av
tilburðinum, og skipið fekk heldur ikki stórvegis skaða.
„Tananger“ var á veg úr Bergen til Stavanger, tá óhappið
hendi.
Mikumorgunin
landaðu og seldu
partrolararnir
Polarhav og Stjørnan
210 tons í Hanstholm
fyri umleið 2,4
miljónir krónur netto.
Tað er sølufelagið Fo-
Fish í Runavík, sum
fyriskipaði søluna hjá
skipunum
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Leirvíkstrolararnir, Polarhav
og Stjørnan, høvdu eitt sera
gott ár í fjør, og fyrsti túrurin
í ár gevur góðar vónir um, at
enn eitt gott ár er í væntu.
Skipini lógu um jóla
høgtíðina og byrjaðu at fiska
aftur 28. desember.
Fiskiskapurin hevur verið
góður, og í mikumorgunin
landaðu tey umleið 210 tons
í Hanstholm.
Sølan hesaferð telist helst
millum tær allar bestu og
størstu, sum føroysk upsa
skip nakrantíð hava gjørt
eftir einum túri.
Eini 200 tons av veiðini
hjá Polarhavi og Stjørnuni
var upsi, sum skipini fingu
stívliga 10 krónur fyri í
miðal fyri kilo. Restin av
veiðini – ella eini 10 tons
– var onnur fiskasløg.
Samlaða sølan liggur um
2,4 miljónir krónur netto.
Tað er sølufelagið Fo-Fish
í Runavík, sum hevur fyri
skipað søluna hjá Polarhavi
og Stjørnuni.
Sjey mans eru umborð á
hvørjum skipi í senn.
Polarhav og Stjørnan
óføra sølu í Danmark
Seinasta ár var óføra gott hjá leirvíkstrolarunum - og øll útlit eru til, at positiva gongdin fer at
halda fram
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í 1998 landaði trolarin
Boðasteinur úr Fuglafirði
240-250 tons av búrfiski á
Tvøroyri, sum teir seldu fyri
umleið 3,5 miljónir krónur.
Tað er umleið 1 miljón
krónur meira, enn Stjørnan
og Polarhav seldu fyri í gjára
morgunin.
Hetta var ein av mongum
minniligum túrum hjá Boða
steini og teir, sum høvdu við
skipið at gera, minnast ikki
minst hendan túrin – og hesa
sølu – sum var hon í gjár.
Boðasteinur fiskaði í fýra
dagar, men túrurin vardi í
umleið 12 dagar við sigling
suður móti Asorunum og
heimaftur.
Boðasteinur og búrfiskur
Boðasteinur
gjørdi fleiri
góðar túrar
á búrfiski
ein áhugaverdur partur av
frágreiðingini.
Her vísti hann eitt nú á,
hvussu Føroya Skipara-og
Navigatørfelag og onnur
fakfeløg kundu skipað seg
betri, tá ið samráðingar eru
við arbeiðsgevararnar.
– Áðrenn samráðingar
byrja, kunngera arbeiðsgev
arar, hvør lønarkarmurin er,
og hesin er ikki til at vika, so
leingi sum fakfeløgini standa
so spjadd. Samráðingarnar
bera mest brá av, at tey
einstøku feløgini royna at
tiltuska sær okkurt smávegis
fram um hini feløgini. At tað
verður góðtikið, at annar
parturin einsamallur ásetir
lønarkarmin, sigur nóg
mikið um støðuna.
Eyðstein vísti á, at mong
viðurskifti eru eins fyri
siglandi fólkið, eitt nú
starvssetan, uppsøgn, sosial
viðurskifti, eftirløn, trygg
ing, skattur og ALS.
–
Fakfeløgini,
sum
umboða sjófólkið, eiga at
byrja eitt skipað samstarv
um hesi felags mál, og
endamálið við hesum eigur
at verða at fáa meira tyngd
í tey sjónarmið, sum verða
førd fram – og at ein ávísur
fíggjarligur fyrimunur eisini
skuldi fingist á henda hátt.
Málsetningar
Eyðstein Djurhuus helt, at
nevndararbeiði í FSN hevur
verið ov illa samskipað,
og at hann sum formaður
noyðist at taka ábyrgdina av
hesum.
– Orsøkin er, sum eg áður
havi nevnt, at eg ikki veit við
vissu, nær eg eri heima, og
tá er sera trupult at fyrireika
nakað sum helst, sum hann
tók til.
– Tann nevnd, sum verður
vald á aðalfundinum nú, eigur
at gera eina arbeiðsætlan og
málsetningar fyri komandi
árið.
Hann helt, at FSN á ein
hóskandi hátt eigur at kunna
limirnar um felagsarbeiði,
og felagið eigur eisini at
føra síni sjónarmið fram í
málum, sum eru frammi í
tíðini.
– Eitt uppskot kundi
verið, at felagið við
jøvnum millumbili sendir
út eitt tíðindabræv, segði
Eyðstein.
At tillaga seg
– Ofta verður sagt, at tað er
tann sterkasti, sum yvirlivir,
men hetta er neyvan rætt.
Tann, sum dugir at laga seg
til broyttar umstøður, er
tann, sum yvirlivir.
Formaðurin
helt,
at
framtíðin fer at krevja, at
FSN tillagar seg til broyttar
umstøður.
- Tað er áræði og fyritaks
semi, sum hevur eyðkent
føroyskar
skiparar
og
stýrimenn, og hetta áræði
vil Føroya Skipara-og
Navigatørfelag eisini gera
til sítt vørumerki, segði
Eyðstein Djurhuus á aðal
fundi felagsins.
ørumerkið hjá FSN
árs