Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 3 - 4. januar 2007 266b fór sum ein torpedo ígjøgnum politisku skipanina, trýsti hana í botn, og tað brakaði í hvørji spong. Fólkið varð noytt at taka støðu. Allar skipanir hava gott av slíkum ákoyringum. Á sama hátt sum tá brúgvaløg frá óvanliga djúpum lagdum gera um seg, og tað harvið verður staðfest, hvat, ið stendur ella fellur undir serliga ekstremum umstøðum. Í jólablaðnum hevði Heini í Skorini skilagóða politiska analysu um torpedo 266b. Spurningurin var, um politiska skipanin í Føroyum við loysing-samband og vinstra-høgra ásunum er yvirhálað av fólkinum, samfelagnum og altjóða rákinum, nú nýggir spurningar taka seg upp, og tað vísir seg, at flokkarnir ikki eru búnir at taka ímóti rákinum. Tí syndrast teir sum illa lagaðir garðar av fyrsta nosinum. Spurningurin varð eisini viðgjørdur í áhugaverdari Tinghellugrein hjá Sámal Matras Kristiansen her í blaðnum. Allastaðni uttan í Miðflokkinum stóð tað á gomlum nøglum. Miðflokkamenninir vóru á heimavølli. Desperatiónin, sum eis­ini hjá teimum tykist kunna hómast, er ivaleyst miss­ urin av hesum málinum, sum frameftir skuldi verða teirra tilverugrundarlag. Hinir flokkarnir fingu ordans skavankir. Tjóðveldisflokkin misti ikonið frá fullveldistíðini. Sambandsflokkurin partvíst annan tingmannin í Eysturoy. Fólkaflokkurin man vera nakað klovin eisini, hóast teir har hava sjáldsom evnir at goyma ósemjur. Stríðið, sum tók seg upp undir fíggjarlógarviðgerðini, boðaði frá, at Javnaðarflokkurin eisini hevur stórar innanhýsis trupulleikar. Politiska skipanin er í ringum standi. Flokkarnir standa á bera­jólum og tykjast ikki at vita, hvussu teir skula hand­ fara trupulleikarnar, sum tað er, tá ið menn ganga inn og út ígjøgnum sveiggjhurðarnar, alt eftir hvussu persónliga sann­ føringin er í álvarsmálum sum 266b. Eingin floksdisiplin heldur flokkunum á kósini. Í hernaðar­ samanhangi plagar at verða sagt: The peanalty for desertion is certain death. Teir, sum desertera úr føroyskum flokkum, dansa bara víðari, sum um einki var hent. Teir tykjast ætla sær at verða sitandi í nevndar- og álitissessum, sum teir hava fingið at umsita, treytað av flokkunum og samgonguni, sum teir vóru partar av. Hendan grógvandi anarkisman eigur at verða steðgað, áðrenn rot kemur í alla skipanina. Annars kemur koks í maskinaríið, og alt brennur saman. Ein skipan við 32 politiskum flokkum verður úrslitið. Og tað gongur ikki. Tí ræður um at velja nevndar- og álitissessir av nýggjum og tað beinanvegin. Velur man at desertera, so skal tað kosta. Kanska skuldi harumframt verið farið aftur til gomlu skipanina, har val av nevndum var á hvørjum ári, tá ið tingið kemur saman á Ólavsøku. Hetta hevði ivaleyst verið eitt slag av kontinuerligari reins­ing í skipanini. Læran av eitt nú analysuni hjá Heina er, at flokkarnir mugu definera seg av nýggjum. Eisini í mun til nýggjar virðis­ spurningar. Hesir mugu í størri mun gerast floksmál, soleiðis at veljarin veit, hvussu føroyskur politikkur ætlar at takla rákið, sum kemur inn á okkum, um vit vilja tað ella ikki. Tað verður høgt av hæli og sneitt av tá onkra staðni, men tað gerst ikki við. Fólkið hevur krav at vita, hvat flokkarnir standa fyri í øllum málum. Hetta sirkusið, sum vit upplivdu fyri jól, eigur ikki at koma fyri aftur, tá ið mál av slíkum slagi aftur daga undan í politisku havsbrúnni. Sosialurin Floksskipanin er hótt Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Eg haldi, at svarið sum tú gevur, vísir at tú hevur lisið grein mína sum ein ávísur lesur eina arða vælkenda bók. Her var onki gall og gor sum tú nevnir tað, bert staðfesting av tínum “posi­ tiva anda í skriving og talu”, tá tað um politisk viðurskifti snýr seg, sum eg vænti, at flestir okkara politisku við- og mótspælarum iva­ leyst geva mær rætt í, men persónsmenska er so ymisk – kanska tíbetur. Eg greiddi tær frá gongd­ ini í tí ávísa málinum, og hví narkosulæknin ikki var við í eykajáttanini, men ein­ans medicinski læknin saman við laminar airflow og ørðum. Eftir at hava tosað við fyristøðumannin á Suður­ oyar Sjúkrahúsi, sum segði seg verða sera væl nøgdan við tað, sum var blivið játt­að, greiddi hann mær eisini frá, at teir høvdu valt medicinska yvirlæknan held­ur enn narkosulæknan. Eg spurdi teg nakrar kon­ kretar spurningar sum vóru hesir - men sum tú lat verða við at svara upp á í aftursvarinum: 1) Hvussu nógvum and­ støðuuppskotum Her­ geir Nielsen at­kvøddi fyri í sínum sam­gongu­ tíðarskeði 1998-2004?? 2) Hvat Hergeir Nielsen sum 17. maður í samgongu frá 1998-2004 játtaði til Suðuroyar Sjúkrahús til neyðugar íløgur?? Viðmerkjast skal, at tær somu átroðkandi íløgur, sum nú er játtaðar, vantaðu eisini tá, er mær kunnað. Eg eri altíð sinnaður at samstarva um mál, sum tana Suðuroynni til gagns - mín hond er framhaldandi útstrekt til slíkt samstarv – eisini við Hergeir Nielsen, spurningurin er so, um tað er galdandi hinvegin?? Hin altíð fryntligi, skemti­ ligi og sum oftast skilagóði Sjúrð­ur Skaale var ikki at kenna aftur í útvarpssending nýggj­ársaftan, har hann sam­an við Una Næs og Jens Wang viðgjørdi víða­ gitnu broytingarnar í revsi­ lógini. Tí vil eg her gera nakrar viðmerkingar í teirri vón at kunna rudda nakrar sera grundleggjandi mis­ skiljingar av vegnum.   Svart/hvítt Fyri Sjúrð er málið um 266b svart/hvítt. Teir politikkarar, sum ikki taka undir við eini versliggering av sam­ felagnum, eru teokratar ella ynskja eina teokratiska skipan. Í hesum sambandi vísir hann til teokratisku londini í Miðeystri. Tað er mær ófatiligt, at ein maður, sum talar fyri fjølbroytni, tolsemi og virðing, kann hava so snævurskygd, myrk og niðurgerandi sjónarmið um føroyskar politikkarar, bara tí at teir ikki taka undir við umtalaða uppskoti. Í sínum vantandi tolsemi og í síni vanvirðing fyri nøkrum føroyskum politikkarum ákærdi hann teir fyri at telgja sær sjálvum gudar. Somuleiðis ákærdi hann teir fyri at hava sagt ella meint, at um fólk ikki gera, sum teir siga, so kemur teirra gudur eftir fólkinum og revsar tað. Og hann ákærdi hesar politikkarar fyri at taka Guð til gísla, tí teir siga seg umboða Hann. Hetta vóru alt sera hersknir bitar at svølgja á ársins síðsta degi, og kann ikki standa ósvarað.   Teokrati Hetta fyri føroyingar og norðurlendingar full­komi­ liga fremmanda stýrislag er kent frá londum, har presta­stýri ráða ella hava rátt so sum Iran og Af­ghanistan. Í hesum lond­ um galda lógir, sum byggja á religiøsar skriftir, tulk­ aðar av menniskjum. Hesi stýri kúga fólkið, serliga kvinnurnar, og áseta ræðu­ ligar revsingar fyri smá lógarbrot. Dømi um vanligar revsingar eru at høggja hond, fingrar, tungu, oyra ella aðrar likamslutir av fólki. Almennar revsingar við t.d. ávísum tali av píska­sløgum er somuleiðis gerandiskostur. Stýrislagið er ódemokratiskt. Fólkið kemur ikki til orðanna, og prestar og onnur hátthevjað hava allan politiskan mynd­ ugleika. Slíka skipan sigur Sjúrður Skaale, at nakrir føroyskir politikkarar vilja hava at galda fyri Før­oy­ar. Var talan um eina skemti­ sending, kundu nøkur iva­ leyst hildið hetta verið undir­haldandi, men sum eg skilti sendingina, so meinti Sjúrður alt í álvara, sum hann segði. Tí fari eg at biðja Sjúrð Skaale um at avdúka, hvørjar føroyskar politikkarar, hann hevði í hug­anum, tá hann bar hes­ar øru útsagnir fram. Og so fari eg vinarliga at heita á hann um at greiða føroyingum frá, á hvønn hátt hesir politikkarar hava roynt at skipa Føroyar sum eitt slíkt ræðustýri. Hetta er neyðugt, so vit kunnu varða okkum fyri teimum og arbeiða fyri at fáa teir burtur úr politisku skipanini ongantíð ov skjótt, tí teir eru ein øðilig hóttan fyri allar føroyingar. Sjúrður kann t.d. greiða okkum frá, hvørji uppskot hesir politikkarar hava lagt fram seinnu árini, sum flyta okkum nærri eini teokratiskari skipan.  Fyri mítt viðkomandi vil eg bara siga, at eg taki fulla frástøðu frá einihvørjari teokratiskari skipan. Tann Guð, sum eg trúgvi á, er ikki ein Guð, sum bindur fólk niður við lógum og reglum. Beint øvut hevur hann við syni sínum gjørt upp við slíka skipan og kall­að menniskjuna til frælsi, enntá so stórt, at hann biður okkum um ikki at misnýta hetta frælsið til egnan fyrimun. Sjúrður helt hánt um, at onkur hevði endurgivið úr aðru Móse­bók. Mær vitandi er tað ikki bannað (enn) at endurgeva úr Bíbliuni, men um Sjúrður heldur, at tað t.d. ikki skal vera loyviligt at endurgeva úr Bíbliuni, so fari eg at heita á hann um at vísa mansmót og siga tað hart og týðiliga, so ongin ivast í hansara boðskapi. Millum ár og dag verða mangar skriftir endurgivnar Aftursvar til Hergeir Nielsen løgtingsmaður Johan Dahl Tvitin Sjúrður Skaale! løgtingsmaður fyri Miðflokkin Bill Justinussen Framhald á næstu síðu