Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 - 4. januar 2007 11 Teir hongdu Saddam Hussain Saddam gongur fram móti golgalemmi við bundnum, syndasekum, blóðdálkaðum, mannahondum. Hann týndi og drap fólk í hópatali úr byrsumúla og í frekum eiturgassaæli. Nú stóð hann á gálgalúku við lykkju um nakka, háls og høvur og í kolsvartari syndastúku. Hann bar allar sínar syndir undir einum døkkum kappa, meðan fartelefonir um allan heimin munnu rappa: Tú tókst á teg allar syndir hjá George Bush hinum yngra – ein er deyður fyri allar, og her med Allah - sonur mín, vælkomin heim til hallar! Frits Freistin fyri at keypa bí­ligastu atgongumerkini til Summar Festivalin er longd, og nú fáast at­­ gongumerki aftur í Klaks­ vík Nýggjársaftan var sein­ asta freist at keypa tey bíligastu atgongumerkini til Summar Festivalin í august. Hendan dagin lótu Shell-støðirnar, sum saman við Telebúðunum selja atgongumerkini, tíð­ liga aftur. Hetta kom óvart á nógv fólk, sum ætlaðu at keypa sær atgongumerki áðrenn freistin var úti. Tí hava fyriskipararnir av Summar Festivalinum gjørt av, at tey bíligastu atgongumerkini eisini verða seld týsdagin 2. jan­uar og mikudagin 3. januar. Hósdagin hækkar prísurin so. - Áhugin fyri hesari fyrstu forsøluni hevur verið sera stórur, og or­sakað av teimum serligu um­støð­unum á okkara sølu­støð­um nýggjárs­aftan, hava vit valt at geva fólki ein møgu­leika afturat at keypa atgongu­merki fyri tann lægsta prísin, siga fyri­reik­arar­nir av Summar Festi­vali­num. Leygardagin varð útselt á Shell-støðini í Klaksvík, men eisini har verða at­gongumerki at fáa aftur týs­dagin og mikudagin. av Tingsins røðarapalli, og enn er orðið frítt og enn hava vit fult skrivi- og talufrælsi í Føroyum, tíbetur. T.d. er Tórbjørn Jacobsen tiltikin fyri at krydda sínar talur við tí, sum hann hevur lisið í ymsum bókum, og hesum hevur ongin nakað ímóti. Í roynd og veru haldi eg, at Bíblian er ein av teimum fáu bókunum - kanska tann einasta -, sum nøkur fáa beinleiðis fortreð av at hoyra endurgivna. Tó kemur tað dagliga fyri, at hon verður endurgivin, uttan at tingfólk geva sær far um tað. Eitt nú verður ofta talað um tann reyða tráðin, sum er ein mynd, tikin beinleiðis úr Gamla Testamenti. Og stutt fyri jól var tað enntá sjálvur formaður Tjóð­ veldisfloksins, sum hug­ leiddi um geitarlambið, sum fólkið leggur sínar syndir á, og sum síðani verður sent út í oyðimørkina við syndabyrðuni. Høgni vísti á, at hetta var ein mynd úr heimsmytologiini, men hann sleppur ikki undan, at myndin eisini er kend úr Bíbliuni, og hevur sostatt gjørt seg sekan í at hava (mis)nýtt Bíbliuna av Tingsins røðarapalli (sam­ bært hugsunarháttinum hjá nøkrum). Nú bíða føroyingar spentir eftir, at onkur seku­ lariseraður humanistur fer at harta Høgna Hoydal fyri at endurgeva úr Móse­ bókunum, tí tað kann geva ábendingar um, at hann er teokrat og vil stýra sam­ felagnum við Bíbliuni í hond. Og tað kann aldri vera gott, at Høgni Hoydal bankar føroyingar í høvdið við Bíbliuni.   Revsandi gud Sjúrður Skaale hevur meiri enn eina ferð hildið fram, at nakrir politikkarar hótta við, at Guð fer at revsa tjóðina, um vit seta ávísar lógir í gildi. Her er møguliga talan um misskiljingar, men møguliga eisini um kærkomin argument fyri Sjúrð og hansara sam­verka­ menn. Tey seinastu 30 árini havi eg regluliga gingið á møti og havi hoyrt Guðs orð talað túsundir av ferðum av óteljandi av prædikufólkum í ymsum samkomum kring Føroya land og í útlondum. Og við hondini á hjartað má eg staðfesta, at boðskapurin um ein revsandi Guð, sum stendur klárur við dómi­ num, so skjótt sum onkur syndar, er mær fullkomi­ liga fremmandur. Hendan boðskapin havi eg bert hoyrt frá fólki, sum ikki vanliga koma til Guðs orð, og sum tí ikki veruliga vita, hvat verður prædikað í samkomuhúsunum, men heldur byggja sínar for­ dómar á okkurt, sum onkur hevur sagt frá onkrum øðr­ um, sum hevur sagt okkurt um okkurt, sum hann hevur hoyrt. Frá fyrsta degi havi eg hoyrt und­ur­ fulla gleðiboðskapin um ein náðiríkan Guð, sum gav alt, Hann átti, fyri at vinna menniskjuni ævigt lív og ikki ævigan deyða. Tí kenna kirkju- og sam­ komufólk seg illa aftur í teimum niðurgerandi og háð­andi útsagnum, sum Sjúrður Skaale og fleiri við honum í heilum varpa út. Og eg havi bitið merki í, at tær útsagnirnar frá nei-síðuni, sum Sjúrður serliga hevur heft seg við og støðugt dregur fram, ikki eru tær hóvligu og væl­grundaðu, sum tala til fyrimuns fyri okkum á nei- síðuni, men onkrar hissini, sum eru vælegnaðar at seta alt og øll í skammikrók fyri, hvørja ferð høvi býðst. Hóast onkrar einstakar útsagnir kunnu benda á, at onkur heldur, at Guð fer at revsa landið, um vit seta ávísar lógir í gildi, so er helst neyðugt at greiða frá hesum við eini einfaldari mynd, tí mær tykir, at fólk tala ikki altíð sama mál, tá um andalig viðurskifti umræður. Latið okkum taka fram myndina um páp­ an, sum leiðir son sín á gongubreytini. Hann sigur við sonin, at hann ikki skal fara út á vegin, tí har koyra bilarnir, og har kann hann verða árendur. Pápin vil syni sínum alt tað besta og gevur honum góð ráð um, hvussu hann sleppur undan vanlukkuni. Men um sonurin hóast hetta er treiskur, rívur seg úr hond pápans og fer út á vegin, kann vanlukkan henda. Og hendir vanlukkan, er tað ikki pápin, sum revsar sonin. Ei heldur er tað pápans vilji, at sonurin skal verða árendur. Men í teirri løtu, sonurin ikki fylgir góðu ráðum pápans og rívur set leysan úr pápans tryggu hondum, setir hann seg sjálvan í vanda. So einfalt kann málið um versliggering av samfelagnum setast upp. Tá vit sum tjóð vraka teirri vegleiðing, sum Skaparin sjálvur hevur givið menn­ iskjuni at liva eftir, er vandi fyri, at vit flyta okkum burtur úr Hansara vernd. Sjúrður Skaale má hava virðing fyri, at soleiðis eru tað mangir føroyingar, sum hugsa. Sjúrður fer alt ov lætt um málið, um hann bara sær hetta sum politiskan glantrileik, sum nakrir politikkarar vilja misnýta til egnan fyrimun.   Sekularisering Orðið er í míni verð nega­ tivt. Tað snýr seg um at gera statin ”neutralan”, og taka allar lógir av, sum á ein ella annan hátt kunnu sigast at hava sítt støði í átrúnaði. Men hvat er neutralt? Um tveir persónar sova í sama rúmi, og annar vil hava ljósið tendrað, meðan hin vil hava tað sløkt, hvør er so meiri neutralur? Hvør hevur betur rætt at avgera, um rúmið skal vera myrkt ella ljóst? Nøkur samfelagsviðurskifti hava bara tvær síður, og aðrir møguleikar finnast ikki. Antin hava vit lóg um skrásett parlag ella ikki. Hvørgin støða er neutral. Tí er tað ov bíligt av Sjúrði Skaale at lyfta seg sjálvan upp um stríðandi partarnar og taka sær patent upp á at definera neutralitet. Tí tað eru fleiri meiningar um, hvat neutralitetur er og hvussu hugtakið verður allýst. Tað hevur tíverri verið eitt afturvendandi fyribrigdi, at sekularistarnir taka sær einkarrætt upp á eginleikar sum tolsemi, neutralitet, vitan, næstrakærleika og samfelagssinni. Og nú eru teir eisini farnir at kalla seg tey veruligu kristnu, meðan hini, sum ikki dansa eftir teirra floytu, eru tey mest ókristnu - fundamentalistar og teokratar, sum kunnu flokk­ast saman við Mah­ moud Ahmadinejad, Sad­ dam Hussein og fleiri. Sjúrð­ur og fleiri vísa til hini norðurlendsku sam­ feløg­ini. Ynskið er, at Før­ oyar ”koma líka langt” í sekulariseringini. Men her steðgar tann logiska av­leiðingin. Tí hóast seku­ laristarnir siga seg vera so sera tolsamar, libe­ ralar, víðskygdar og hvat annað nevnast kann, so vil ongin enn gera seg til talsmann fyri teimum sjálv­søgdu avleiðingum, sum slík sekularisering í veru­leikanum snýr seg um: skrásett parlag, frí fostur­ tøka, frí rúsdrekkasøla, frítt porno o.s.fr. Løgið, at ongin av hesum frísinnaðu hevur mansmót at siga hart og týðiliga, at slík rættindi eru náttúrligar avleiðingar av at taka allan átrúnað burtur úr politikki. Og so skal fólkaskúlin ikki longur byggja á kristna mentan og siðalæru, tí tað er als ikki ”neutralt”. Góði Sjúrður, eg ivist í, um tú veruliga tekur undir við at sekularisera samfelagið.   Kristna lívssýnið Við vilja hava somu ósann­­ indi verið bukað í høvdið á føroyingum nú eftir­hondini í fleiri ár; at nakrir politikarar vilja stýra før­oyska sam­ felagnum eftir bíbilskum lógum. Hetta eru so tápulig uppáhald, at ongin hirðir at svara. Men sum tíðin er liðin, tykist sum nøkur eru farin at trúgva hesum afturvendandi lygnunum. Veruleikin er, at eg og fleiri við mær síggja kristna lívs- og menniskjasýnið sum eina politiska hugsjón, sum lógirnar í samfelagnum trygt kunnu hvíla á. Kristna lívs- og menniskjasýnið er ikki Bíblian, men tað er at finna í Bíbliuni. Halgabók er so sera nógv meiri enn kristna læran, tí øll tann jødiska læran er eisini ein partur av Bíbliuni. Tí eiga øll, sum ikki vita tað, at gera sær greitt, at kristin fólk ikki liva eftir jødiskari lóg, men sambært gleðiboðskapinum. Hin­ vegin er Gamla Testamenti Guðs orð og eigur at lesast av øllum sum Guðs orð. Hetta er alt teologi og hevur onki við politikk at gera, men tá Sjúrður Skaale og mong við honum í heilum vevja Gamla Testamenti, Bíbliuna, Guðs orð, Halgu­ bók og kristindóm í ein peruvelling, er neyðugt at lýsa hesa einføldu søk fyri teimum, sum mugu vera ørkymlað. Eg kenni ongan politikkara, sum vil seta jødiska lóg í gildi í Føroyum, og tí er tað heilt burturvið at seta slíkar skuld­ setingar fram. Og tá onkur sigur, at nøkur vilja gera Bíbliuna til lóg í Føroyum, so mugu tað vera fólk, sum ikki kenna hesa bók, ið føra slíkt fram. Tí Bíblian er ikki ein lógbók. Hvussu kunnu t.d. Dávids Sálmar gerast til lóg í Føroyum??  Men kristna lívs- og menniskjasýnið er ein væl roynd og gongd leið í politikki. Í flestu fram­ komnu europeisku londu­ num hava kristnir demo­ kratar stjórnað í fleiri ára­ tíggjur. Onki hevur verið at frætt um, at Noreg, Vesturtýskland, Italia og onnur hava teokratisk stýri. Men onkursvegna hava sekularistarnir megnað at stemplað nakrar føroyskar politikkarar, sum opið siga seg at taka undir við kristnu lívsáskoðanini, at vilja um­skipa Føroyar til eitt nýtt Iran ella Afghanistan. Er hetta virðiligt fyri ein mann sum teg, Sjúrður Skaale? Ella misnýtir tú títt trúvirði fyri at niðurgera hesar politikkarar? Og hvat liggur aftanfyri?  Mín vón er, at tú tekur tínar ósakligur skuldsetingar aftur og vísir okkum, sum á sakligum og demokratiskum grundarlag grundgeva fyri okkara sjónarmiðum, somu virðing, sum tú væntar at fáa frá okkum.  Annars fari eg at ynskja Sjúrða og øllum føroyingum eitt gott nýttár. Summar Festivalurin leingir freistina Framhald av síðu 10