hósdagur 4. januar 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 3 - 4. januar 2007
Fyrilestur eftir
HANUS KAMBAN
FYRRI PARTUR
Dead Poets´ Society
Tá ið eg bleiv biðin um at bera
fram nakrar hugleiðingar fyri
tykkum, sum fara undir lesnað
á Studentaskúlanum, kom eg at
hugsa um tvey ting: ein film
og eitt fimti ára minni. Filmin
munnu summi av tykkum kenna,
kanska hevur onkur eisini sæð
hann. Hann hevur heitið Dead
Poets´ Society, og høvuðsleiklutin
hevur tann kendi sjónleikarin
Robin Williams.
Filmurin er um ein lærara, John
Keating, sum kemur til studenta
skúlan Welton, sum er ein kost
skúli, har bara dreingir ganga,
og ber inn í henda stirvna, upp
steðgaða, autoritera skúla eitt frískt
lot av nýhugsan. Keating, sum
undirvísir í enskum bókmentum,
leggur seg serliga eftir at vísa, at
skaldskapur er viðkomandi, kann
hava týdning fyri eins persónliga
lív og kann broyta verðina. Hann
vísir m.a. til eina yrking eftir tann
rómverska yrkjaran Horats (65-8
f. Kristi føðing), har m.a. hesi orð
koma fyri:
Meðan vit tosa, er tann
øvundsjúka tíðin
flogin framvið. Heysta dagin og
goym so
so lítið sum møguligt til
í morgin.
Føroya Studentaskúli
Og hesi bæði orðini heysta dagin
ella á latíni
carpe diem
verða til orðatak hjá næmingunum
hjá Keating. Tey fari eg at venda
aftur til.
So er tað fimti ára minnið.
Tað er sjálvandi tann bera tilvild,
at eg sjálvur fyri akkurát eini
hálvari øld síðani byrjaði í hes
um sama skúla, har tit nú sita.
Skúlin helt tá til niðri í Havnini,
í einum bygningi ikki langt frá
Skansanum. Hann hevði tá 19 ár á
baki, og vit høvdu tað privilegium
at hava sum lærarar teir tríggjar,
sum í 1937 stovnaðu henda skúla,
eiðismannin Thomas Nygaard,
elduvíkingin Christian Haraldsen
og fuglfirðingin Erik Petersen.
Hugvísindir
Ein filmur og eitt minni. Nú
kunnu vit kanska tvinna hesi ting
ini saman og spyrja: Líkjast hesir
báðir skúlarnir, tann veruligi, har
eg gekk, og filmsins dreymaskúli?
Og var kanska nakar John Keating
(ella Robin Williams) á tí skúla,
har vit gingu fyri hálvari øld
síðani?
Upp á tann seinna spurningin
er svarið nei. Upp á tann fyrra
er svarið helst bæði ja og nei.
Studentaskúlin var sjálvandi ikki
ein kostskúli, og har gingu tíbetur
næmingar frá báðum kynum. Og
hóast vit tíverri tá ikki høvdu
nakran John Keating á skúlanum,
so høvdu teir tríggir lærararnir,
sum stovnaðu Føroya Preliminer-
og Studentaskeið (sum skúlin tá
æt) tað í felag, at teir bygdu á eitt
humanistiskt ella hugvísindaligt
grundarlag, og at bókmentir, mál,
søga og skaldskapur vóru ein
natúrligur og samrunnin partur av
teirra andaliga universi.
Nyttuhugtakið
Spurningurin er nú: Hava vit brúk
fyri eini slíkari humanistiskari
siðvenju í dag? Ella eiga vit
kanska at sleppa henni og avmarka
okkum til eitt univers, har nyttu
hugtakið og bara tað valdar? Vit
eru samd um, hugsi eg, at vit
hava brúk fyri verkfrøðingum,
læknum, løgfrøðingum, grann
skoðarum, sjúkrasystrum, teldu
snillingum, matematikarum, alis
frøðingum, skiparum osfr. Men
hava vit brúk fyri skaldskapi og
bókmentum, søguligari vitan og
málkunnleika?
Sum svar upp á henda spurning
fari eg fyri fyrst at leita aftur
í míni egnu barnaár. Tíðin, eg
vaks upp í, var á mangan hátt
øðrvísi enn í dag, men kortini ikki
øðrvísi enn so, at orðini eisini tá
vóru partur av eins uppvøkstri.
Í skúlanum lærdu vit sálmar og
føroyskar sangir. Í kirkjuni sungu
vit danskar sálmar, tí tá var eingin
føroysk sálmabók. Í mínum egna
heimi hoyrdu vit ævintýr, søgur,
sagnir og kvæðir. Føroyskur dans
ur og kvøðing vóru tá ein natúr
ligur partur av tilveruni, fyrst og
fremst á vetri.
Dansur og kvøðing
Og her kann eg nevna, at ein longu
sum smádrongur ansaði eftir, at
dansur og kvøðing kundu hava
eina broyting við sær, sum rein
við tey, sum vóru við. Gerandis
dagurin kundi vera stríggin, ein
táttaður, gráur, og hann kundi
eisini meira enn so vera merktur
av deilan, illstøðu ella granna
klandri. Men so, tá ið brúdleyp
var ella dansikvøld, tóku fólk
hendur saman, tróðu dansin og
sungu ella kvóðu:
Nú lystir meg í dansin at gá,
meðan rósur og liljur tær grógva
væl.
Hvat var tað, sum her hendi?
Vanliga tosaðu fólk um seyð, fisk,
fugl, um streym, um politikk, um
vøruprísir ella um hoyggj. Og nú
sungu hesi somu fólk um rósur
og liljur. Tey tóktust eisini vera
eitt sindur broytt, vóru fattari enn
vant, blíðari, smíltust, og summi
vóru næstan ovfarakát.
Hóast ein tá illa dugdi at seta
orð á broytingina, so var tað ikki
torført, heldur ikki hjá einum
barni, at skilja, at menniskjan,
sum vanliga ferðast í tí heimi, har
arbeitt verður, har trætumál verða
loyst, fiskur veiddur ella sjúkur
grøddar, viðhvørt hevur brúk fyri
at sleppa úr hesum heimi og flyta
seg upp á eina rók longri uppi, har
sungið verður, og har skaldskapur
ella tónleikur ella list eru á lofti.
Rósan og liljan
Men hví er brúk fyri hesum skifti
ella hesi metamorfosu? Latið
okkum hyggja eina ferð aftrat at
hesum vísuniðurlagnum. Ein hýsa
er ein hýsa, og ein gás er ein gás.
Men hvussu við eini rósu? Ella
eini lilju? Tann skotski yrkjarin
Robert Burns tekur soleiðis til:
O, my luve is like a red, red rose,
That´s newly sprung in June,
O, my luve is like a melody,
That´s sweetly play´d in tune.
Um liljuna sigur ein annar yrkjari,
hesa ferð ein føringur, hann eitur
J.H.O. Djurhuus:
Hví stúrir tú hjarta mót vári,
tá ið sól prýðir blómprýddan
heim,
og gentan við rósum í hári
sæl droymir um lukku og gleim.
Tað er tí eg hoyri lilju
teska so kvøldsligt eitt ljóð:
Sjá fagrast eg eri av blómum,
men líkbleik og køld eins og snjó.
Heysta dagin
Við øðrum orðum: meðan gerand
isdagsins orð vanliga (men ikki
altíð, og tað er ein onnur søga)
CARPE DIEM
Hugvísindir og teirra leiklutur í einum nútíðar skúlaverki
Føroya Studentaskúli helt árini 1946-62 til í VBV-húsunum, ovast miðskeiðis á myndini
Robin Williams hevði høvuðsleiklutin í filminum Dead Poets´ Society