Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 - 4. januar 2007 13 peika á tey fyribrigdir og ting, sum tey eru ætlað at vísa til, sipa rósan og liljan gaman í eisini til hesar lutir, men vísa samstundis út um seg sjálvar, á tilverunnar høvuðsmaktir, kærleikan og deyð­ an. Og niðurstøðan er so tann, at menniskjuni, ella at kalla øll menniskju, onkuntíð tráa eftir at hoyra, tala, syngja ella kvøða um hesar meginmáttir, tann, sum gevur teirra lívi sítt djúpasta ella hægsta innihald, og tann, sum setur mark fyri hesum sama lívi, og sum av tí sama eggjar okkum øllum at brúka tað væl. Hetta er grundin til, at John Keating í filminum Dead Poets´ Society vísir sínum næmingum eina fotomynd av einum skúla­ flokki – hvørs dreingir livdu eini hundrað ár frammanundan – tekur teir yvir og biður teir lurta. Hoyra tit ikki, sigur hann, hvat teir teska, teir deyðu: Carpe diem, carpe diem. Heysta dagin, tak um lívið, meðan tað er har. Vit kunnu brúka mong orð um tann tørv, eg her havi umrøtt, vit kunnu rópa hann tann skald­ skaparliga, tann sálarliga ella tann religiøsa tørvin. Fornfrøðingurin Steven Mithen, av Reading lærda háskúla, vísir í bókini The Singing Neanderthals á, at upp­ runin til ikki bara okkara mál­ kunn­leika, men okkara heila­ menn­ing er at finna í tí dansi og sangi, sum okkara forfedrar, ið vóru upprættar apur, íðkaðu fyri tveimum ella trimum milliónum av árum síðani. So stóran dent leggur hann á listina, her tónleik og dans, sum frumkendan tørv. Skaldskapur sum grøðing Men um vit nú royna at hugsa meira praktiskt, so kann verða spurt: Kunnu bókmentir hjálpa menniskjum í teirra dagliga lívi. So løgið tað kann ljóða, er svarið helst ja. Skaldini megna ikki at gera eitt likam frískt, men tey kunnu vera við til at lætta um sorg ella neyð, og í onkrum føri kunnu tey grøða eina sál. Eg skal nevna eitt dømi um hetta, sum kemur til sjóndar í eini samrøðu ella einum dialogi millum tveir amerikanskar rit­høv­ undar, nevniliga Nathaniel Haw­ thorne (1804-64) og Paul Auster, sum er í bestu árum í dag. Í søguni “Móðurmerkið” fortelur Hawthorne um Georgianu, eina sjáldsama vakra gentu, sum bara hevur eitt lýti, eitt stórt fagurreytt móðurmerki, ið líkist eini hond, á øðrum kjálkanum. Maður hennara, sum er vísindamaður, setir sær fyri at skera móðurmerkið burtur og soleiðis gera hana fullkomna. Skurðviðgerðin eydnast, men í tí merkið hvørvur, doyr gentan. Hawthorne og Auster Í skaldsøguni The Book of Illusions eftir Paul Auster er ein kvinna, Alma Grund eitur hon, sum hevur eitt stórt móðurmerki, sum líkist einum neva, á vinstra kjálka. Tá ið hesir høvundar taka eitt slíkt evni upp, kemur tað ivaleyst m.a. av, at vit øll, ella at kalla øll, hava ella halda okk­ um hava okkurt brek ella lýti, okkurt eyðkenni ella onkra fobi ella okkurt kompleks, sum pínir okkum í loyndum, og sum vit halda vera eina vanlukku. Fyri Almu Grund er hennara móðurmerki tann stóra vanlukkan í lívinum. Til hon ein dagin kemur fram á søguna “Móðurmerkið” eftir Hawthorne. Hon lesur søguna eina ferð og síðani umaftur og um­­aftur og umaftur. Og hetta broytir hennara lív, ja, bjargar henni, tí hon skilur, at nettupp móður­merkið, sum hon helt vera ta stóru vanlukkuna í sínum lívi, er tað, sum ger hana til tann hon er, er ein ómissandi partur av henn­ara menniskjaleika. Látipípan Fyndina í hesi frásøgn finna vit borna fram í einum ørindi eftir okkara kenda yrkjara Hans Andrias Djurhuus: Lítli beiggi, tú mást ikki gráta, her er nakað, eg skal geva tær. Hygg ein látipípa, sum kann láta, hana eg úr sóljukoppi skar. Látipípan er listin, skaldskapurin, fagurfrøðin, søgan um móður­ merkið, sum lærir okkum at ásanna, at tað ófullkomna er partur av okkara samleika, og at lykilin til okkara lukku liggur í tí, at vit, samstundis sum vit royna at bøta um og rætta okkum sjálvi, eisini góðtaka okkara ófullkomileika. Látipípan er somuleiðis tann tón­ leikur eftir Mozart, sum í dag verður brúktur til at linna neyðina hjá fólkum við tunglyndi. Mál og heimsborgara­ skapur Hetta, eg her havi nevnt, er sjálv­ andi bara ein lítil partur av tí teggju av virðum, sum fylgja við ella spretta úr einum hugvísindaligum grundarlag. Um eg nú vendi aftur til teir lærarar, eg nevndi í áðni, so høvdu vit Erik Petersen í føroyskum og donskum, Christian Haraldsen lærdi okkum franskt og týskt, og ein triði lærari, Arnbjørn Mortensen, lærdi okk­ um eingilskt. Í dag kenst tað sum ein gáva at kunna ferðast í Europa og skifta orð við fólk í London, París ella Berlin á teirra egna máli. Og eg skal ikki dylja fyri, at eg eisini hevði kunnað hugsað mær at hava lært onnur mál, eitt nú spanskt ella russiskt. Í hesum sambandi kundi eg hugsað mær at nevnt eitt fyribrigdi, sum viðhvørt fylgir við víðum málkunnleika, og sum ger vart við seg mest tá ein er komin nakað til árs, og tá minnir um gamalt, búnað vín, við ráka av gomlum eikitunnum og farra av farnum øldum og mentanum. Ekkóhøllin Eg hugsi um tað, ein kann rópa skaldskaparins og tungumálanna ekkóhøll, eitt hugtak, sum, við tað at tað fatar um bæði skaldskap, mál og søguliga vitan, er ein góður vitnisburður um virðið í humaniora ella hugvísindum. Sum eins vitan víðkast og tað legst aftrat tí lisna, er tað, sum tú gongur inni í eini stórari aulu ella høll, har tú hoyrir skaldini skifta orð við hvørt annað, taka upp eftir hvørjum øðrum, tann eldri letur, tann yngri tekur, kanska eina reglu úr einum kvæði, úr Halgubók, kanska eina orðing eftir italienska skaldið Dante, enska skaldið Shakespeare ella týsk­aran Schiller, sum aftur ekkó­andi sipar til onkran sálm í Bíbli­uni ella okkurt skriftorð úr Koranini ella onkra reglu eftir Homeros. (framhald) Paul Auster sipar í skaldsøgu síni The Book of Illusions til søguna ”Móðurmerkið” eftir Nathaniel Hawthorne. Foto: Sigrid Estrada Horats. Relieff-mynd. Museum of Fine Arts, Boston.