hósdagur 4. januar 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 3 - 4. januar 2007 ]
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
Mjølnir vann tryggan
sigur á Fleyr í
meistaradeildini hjá
monnum í gjár, og
við sigrinum heldur
Mjølnir trýstið á
oddaliðið, ÍF
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Lagt var upp til spennandi
dyst í meistaradeildini hjá
monnum í gjárkvøldið, tá
Mjølnir tók ímóti Fleyr.
Undan dystinum lá Mjøln
ir á 2. plássi, og teir skuldu
helst vinna dystin fyri at
halda trýstið á oddaliðið,
ÍF. Mótstøðuliðið úr Fleyr
lá undan dystinum á fjórða
plássið, men megnaðu teir
at vinna dystin, so høvdu
teir lagt seg undir liðina á
Mjølni á 2. plássi.
Mjølnir legði hart út
Mjølnir og Fleyr hava møtt
hvørjum øðrum tvær ferðir
fyrr í ár. Fyrri dysturin var
allarfyrsti dysturin á ári
num, og tann dystin megn
aði Fleyr at vinna 3-1. Í
seinna dystinum eydnaðist
Mjølni at vinna 3-1, so und
an hesum dystinum høvdu
liðini vunnið hvør sín dyst.
Í triðja dystinum millum
feløgini legði heimaliðið
úr Mjølni betur fyri. Teir
vunnu seg fram um Fleyr at
kalla beinanvegin, og sum
settið leið øktist munurin
á liðunum. Tá settið var
komið at enda hevði Mjølnir
vunnið fyrsta sett 25-15.
Annað sett minti nógv
um tað fyrsta. Hesuferð
var Fleyr tó heldur betri
við, men aftur í øðrum
setti tóktist Mjølnir vera
heldur oman á. Teir vunnu
seg nøkur stig fram um
Fleyr, og úrslitið av 2. setti
gjørdist 25-20 til Mjølnir.
Mjølnir heldur
trýstið á ÍF
Í 3. setti var munurin aftur
stórur á liðunum, og enn
einaferð
legði
Mjølnir
hart út og vann seg nøkur
stig fram um gestirnar úr
Havnini. Sum settið leið
bleiv munurin bara størri
ímillum liðini, og at enda
hevði Mjølnir eisini vunnið
3. sett 25-16.
Vit frætta úr Klaksvík, at
Mjølnir var væl betra liðið.
Teir spældu javnt væl allan
dystin, og sigurin var fult
uppborin.
Við
sigrinum
heldur
Mjølnir trýstið á oddaliðið,
ÍF, og munurin á liðunum
er nú bara tað eina stigið.
Hjá Fleyr sær hinvegin ikki
so gott út. Við tapinum
hava teir mist kontaktina
við tey bæði oddaliðini,
og einasti møguleikin hjá
teimum tykist vera bronsu
heiðursmerkini, sum teir
enn hava ein møguleika at
røkka.
Fram skal royna at
hanga í oddaliðunum
í meistaradeildini hjá
monnum, tá teir vitja
hjá SÍ í Sørvági
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Flogbóltskappingin hevur
ligið still síðani undan
jólum, men nú fara liðini
aftur í gongd, og nú vera
týdningarmiklu dystirnir í
endaspælinum á skránni.
Fram er eitt av teimum
liðunum, sum nógv var
væntað av undan kapping
ini. Teir hava eisini fingið
hampiliga góð úrslit og
liggja í løtuni á einum
3. plássi í bestu deildini
aftanfyri ÍF og Mjølnir.
Hjá SÍ hevur ikki gingið
so væl. Teir hava bara
vunnið ein dyst í ár og liggja
í løtuni aftast í deildini. Teir
hava tó verið nær við í fleiri
umførum, men higartil er
tað so bert blivið til tann
eina sigurin.
SÍ og Fram hava leikt tveir
dystir fyrr í ár, sum báðir
vóru í grundspælinum. Teir
dystirnar vann Fram báðar,
men serliga seinni dysturin
var sera spennandi, og her
kundu bæði liðini í roynd
og veru vunnið.
Um Fram ætlar sær at
hanga í hinum báðum odda
liðunum, so er týdningar
mikið hjá teimum at vinna
dystin á botnliðnum. Teir
eru longu fimm stig aftan
fyri ÍF, so um teir ætla sær
meistaraheitið, so hava teir
ikki ráð at tapa fleiri stig.
Hjá SÍ ræður eisini um at
vinna, um teir ætla sær heið
ursmerkið í ár.
Dysutrin verður á skránni
í kvøld, hóskvøld, kl. 19.45
í Sørvági.
Mjølnir-Fleyr 3-0 (25-15, 25-20, 25-16)
Mjølnir
vann
tryggan
sigur
SÍ-Fram
Fram skal hanga í oddinum
Fróði til Silkeborg?
Danska heimasíðan, bold.dk, veit at siga, at føroyski
landsliðsleikarin, Fróði Benjaminsen, í næstum skal
royndarvenja við danska superligufelagnum, Silke
borg. Fróði hevur einaferð fyrr verið og royndarvant
í danska felagnum, og nú vilja teir eftir øllum at
døma síggja meir til evnini hjá Fróða á fótbólts
vøllinum. Fróði er ikki einasti leikarin, sum skal til
royndarvenjing í Silkeborg. Ein enskur verjuleikari
og tríggir áleyparar frá Uganda skulu eisini royna seg
í danska felagnum. Fróði Benjaminsen vísir tó sjálvur
aftur, at hann skal royndarvenja í Silkeborg.
Fróði til AB
Fróði Clementsen skrivaði í gjárkvøldið undir eitt ára
sáttmála við AB, sum júst er flutt upp í bestu deildina.
Hann er fjórði spælarin, sum AB styrkir seg við til
komandi kappingarár. Fróði Clementsen er uppvaksin
í B36, men seinastu 3 árini hevur hann verið partur
av góðu gongdini hjá felagsliðnum úr Sundalagnum.
Fróði er sterkur og skjótur verjuleikari, og skal hann
styrkja um defensiva partin á AB-liðnum.
Mjølnir kom væl
inn í nýggja árið í
meistaradeildini hjá
monnum, tá teir vunnu
tryggan 3-0 sigur á Fleyr