Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 3 - 4. januar 2007 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk –Veðurlagsbroytingarnar gera longu um seg kring allan heimin (bretskur veðurgranskari) Stutt sagt Kanna skuld- setingar ST fór í dag undir at kanna skuldsetingar um, at hermenn og starvsfólk hjá felagsskapinum hava gjørt seg sek í kyns­ligum ágangi ímóti børn­um í Sudan. Tað var bretska blaðið Daily Tele­graph, sum kom við skuld­set­ ing­unum, og sambært blað­num hava minst 20 børn niður í 12 ára alur verið fyri ágangi. ST- tals­maðurin Michele Montas, segði í gjár, at ST hevur sera greiðar reglur á hesum øki. Vísir tað seg, at nakar er sekur, fær viðkomandi sekkin og verður harafturat revs­ aður. Stórt avlop Tað gongur strúkandi hjá tí almenna Danmark. Hagtøl hjá Tjóðbankanum vísa, at á nýggjárinum átti staturin 92,8 mia. krónur á kontu í bankanum, og tað er 26 mia. krónur meiri, enn stjórnin væntaði í einari meting í síðsta mánað. Thor Pedersen, fíggj­armálaráðharri, sigur, at tann góða gongd­ in í búskapinum hevur giv­ið størri inntøkur enn mett, samstundis sum tað almenna eisini hevur spart á dagpenga- og eftir­ lønarøkinum. Ráð­harrin er ikki í iva um, at avlopið skal brúkast til at gjalda skuld hjá statinum. Stórur úlvur Ein veiðimaður í Bulgaria hevur tryggjað sær pláss í metbókunum - ið hvussu er eina tíð. Fyrr í vikuni skeyt hann ein úlv nærhendis bygdini Brusartzi har norðuri í land­inum. Tá hann og felagar hansara vigaðu úlvin, vísti vektin neyvt 80 kilo, og so tungur úlvur er ikki veiddur nakrastaðni fyrr. Tað gamla metið var 79,4 kilo, og tað var ein úlvur, sum bleiv skotin í amerikanska statinum Alaska í 1939. útlond Bretskir veður­frøð­ ingar siga seg hava ábendingar um, at árið í ár kann gerast tað heitasta nakrantíð Á bretsku veðurstovuni, Met Office, vænta veður­ frøðingarnir, at í ár verð­ ur meðalhitin á Jørðini 0,54 stig oman fyri lang­ tíðarmeðalhitan. Held­ur hendan metingin, verð­ur 2007 tað heitasta árið, síð­ ani tær skipaðu hita­máting­ arnar byrjaðu fyri 150 árum síðani. Bretsku veðurfrøð­ingar­ nir siga, at tað eru ymsar orsøkir til, at árið í ár kann gerast tað heitasta. Dálkingin ger sítt, men veðurfyribrigdið El Nino fær eisini sína ávirkan í ár. El Nino, sum er ein óvanliga heitur streymur í Kyrrahavinum, ger um seg við jøvnum millum­ bili og er virkin nú. Veður­ frøðingarnir hjá Met Office siga, at El Nino verður virkin nakað inn á hendan ársfjórðingin, men at hann fer at ávirka veðurlagið fleiri mánaðir aftaná. Í 1998 fekk El Nino stóra ávirkan á veðurlagið víða um heimin og gjørdi millum ann­að, at tað árið var meðal­hitin á Jørð­ini 0,52 stig oman fyri lang­ tíðarmeðalhitan. Tað er met, men í ár verður mun­urin 0,54 stig sam­ bært bretsku veðurfrøð­ing­ unum. Veðurgranskarin Katie Hopkins sigur við Reuters, at forsagnirnar hjá Met Office er enn ein ávaring um, at broytingar eru í veður­lagnum um allan heim­in. USA skal hava javn­ vág á fíggjarlógini innan 2012, sigur forsetin. Tey seinastu árini hevur USA havt ovurstórt hall á fíggjarlógini, men nú vónar George W. Bush, forseti, at fáa hjálp frá demokratiska meirilutanum í Kongressini til at fáa fíggjarlógina aftur á beint. Aftan á ein stjórnarfund í gjár segði Bush, at ætlan hansara er at fáa javnvág á fíggjarlógina innan 2012. USA hevur havt ovurstórt hall ár um ár orsakað av útreiðslunum til kríggini í Irak og Afganistan og skatta­lættum, sum stjórnin og republikanararnir settu í verk fyri nøkrum árum síðani. Men nú ætlar forsetin at skarva av hallinum. Hann ætlar at leggja eina lang­ tíðarætlan, sum skal enda við javnvág um fimm ár. Hvørjar útreiðslur skulu lækka, vil hann ikki siga, men talan verður um øðrvísi raðfestingar, sigur hann. Tann 14 ára gamli Michael Perham fekk frí frá skúlanum til at royna, um hann kundi sigla tvørtur um Atlantshavið einsamallur. Fyri seks vikum síðani legði hann frá landi í Gibraltar, og í gjár kom hann til Antigua hinumegin Atlantshavið. Michael Perham er tann yngsti, sum hevur siglt einsamallur á báti tvørtur um Atlantshavið. Einsamallur um Atlantshavið 2007 kann gerast heitasta árið nakrantíð Bush vil hava javnvág Nú ætlar Bush at fáa javnvág á fíggjarlógina