fríggjadagur 5. januar 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 - 5. januar 2007
11
Eg segði einki í grein míni
tann 28. desember um, antin
Rúni Rasmussen helt tað
vera gott ella rætt at senda
266B út til fólkaatkvøðu. Eg
undirstrikaði tað í greinini.
Eg undraðist bert yvir,
at hann yvir høvur kundi
nevna tann møguleikan. Tú
sigur, at hann bert nevndi
tað sum eitt tekniskt dømi.
Veit ikki hvat tað merkir.
Men eg spyrji, hvat hevði
Jóan Pauli sagt, um Rúni
sum eitt reint tekniskt dømi
tók, at man kundi spurt
Føroya fólk, um tað skal
vera loyvi til at stjala ella
ei. Um tað skal vera loyvt at
neyðtaka ella ei. Tekniskt
ella ei, so má mark vera
fyri, hvat ávísir persónar
siga alment.
Finnur
Helmsdal
Hugtikin av friðarløn
Nobels og smálánunum
hjá Yunus og Grameen
banka, samstundis sum
hann av øllum alvi vil
steðga heimligu vinnulívs
monnum. Er hetta smá
borgaraligt ella ber øvund
uttan umhugsan
Nýggjársrøður
løgmans
fáa altíð atfinningar frá
andstøðuleiðarum. Soleiðis
hevur verið og soleiðis fer
at verða.
Hinvegin haldi eg, uttan
at fara ov vítt, at henda
nýggjársrøða løgmans utt
an samanbering man fara
í søguna, sum hin mest
løgna, luftiga og fyri føring
in óviðkomandi og perifer
iska.
Møguliga hevur hann ikki
lættan leik av so mongum
orsøkum.
Við temaðnum, hvussu
friðarheiðurslønarmóttak
arar Nobels, Muhammad
Yunus og Grameen banki,
gera sítt arbeiði við at lata
fátækum smálán, so tey
við fyritøkum kunnu seta
føtur undir egið borð, tosar
løgmaður um samhaldsfesti,
tí sum hann sigur: “Fríu
marknaðarkreftirnar greiða
so langt ífrá allar trupul
leikar”.
Ofta hevur verið sagt,
at løgmaður undantekur
at viðgera egin torgreidd
mál, men tosar heldur um
onnur meiri ella minni óvið
komandi viðurskifti.
Yunus, Hanus
og Johan Páll
Tað má tykjast løgið fyri
føroyska borgaran, at sam
stundis, sum løgmaður
brúkar út við helmingin av
røðuni at vísa hvussu hug
tikin hann er av smálánunum
hjá Yunus og Grameen
banka, mótarbeiðir hann
av øllum alvi heimligu
vinnulívsfólkum, sum hava
goldið og framvegis gjalda
hundraðtalsmilliónir út í
lønum sum ger, at onnur
fáa sett fyritøkur á stovn,
sum aftur geva øðrum fólk
um og fyritøkum vinnu
møguleikar.
Tá Johan Páll Joensen
og Frank Uhrenholt keyptu
Faroe Seafood Grimsby,
mótmælti núverandi løg
maður harðliga og segði
alment, at: “Hesir menninir
mugu steðgast”.
Fyri tveimum árum síðani,
tá Hanus Hansen keypti
meirilutan
í
fyritøkuni
JFK, ikki bara mótmælti
løgmaður gongdini, men
ynskti formannin í Føroya
grunninum frá, tí henda
fyritøka nú var komin aftur
har hon hoyrdi heima, nevni
liga á privatar hendur.
Løgmaður vildi hava alt at
ganga umaftur, rendi “land
og ríki” út í satt óveður,
tí hann ikki góðtók hetta,
hóast rætt var atborið.
Tíbetur hevði løgmaður
ikki “makt, sum hann hevði
akt”.
Politikarin má
virða vinnulívið og
lønmóttakaran
Spurningurin vendur aftur
og aftur, meinar løgmaður
nakað við, at vit skulu
verða millum fremstu tjóðir
í 2015? Er hetta bert tos og
dreymar, sum onnur hava
ført hann út í?
Hesar viðmerkingar, tí
sum hesi trý árini eru farin,
eftir at eg var við til at
velja Jóannes Ejdesgaard
til løgmann, kann bert
staðfestast, at hann í mong
um førum er bæði órealist
iskur og óseriøsur.
Eg fari tí at heita á løg
mann og øll okkara løg
tingsfólk,
latið
okkum
virða okkara vinnulívsfólk
og okkara lønmóttakarar
á fría marknaðinum, sum
er so grundleggjandi táttur
undir okkara framtíðar
møguleikum. Latið okkum
lækkað øvundatrongdina.
Annars fari eg at ynskja
bæði løgmanni, løgtingi
og øllum Føroya fólki eitt
gott og gróðrarríkt nýggjár
við vónum um at land okk
ara vinnur longur fram í
oddinum.
Stutt aftursvar til Jóan Paula Joensen
Kann løgmaður vera so
órealistiskur og so óseriøsur
løgtingsmaður og
samgongulimur
Jógvan við
Keldu
Jenis av Rana hevur, síðan
eg saman við Annitu legði
uppskotið um at víðka grein
266B í revsilógini fram
aðru ferð, áhaldandi roynt
at dømt meg og mín persón
til heljar. Hann hevur rætt
og slætt dømt meg til at
vera
ein
helvitismann.
Samstundis hevur maðurin
gingið runt við søgum og
øðrum um meg, bert við tí
endamáli at seta meg í ringt
ljós og í teirri vón, at eg
fór at leypa fram av undir
viðgerðini av málinum.
Skal bert nevna trý dømi,
har Jenis hevur roynt at
spilla meg út og annars
døma meg burtur frá øllum
møguleikum at fáa lut í tí
ævinleika, sum hann dag
liga boðar um.
Fyrsta dømi snýr seg um,
at eg sum lærararvikarur
fyri 30-35 árum síðan
forfylgdi næmingum av
ymsum orsøkum. M.a. tí
hesir vóru synir ella døtur
av fólkum, sum hoyrdu
til
Brøðrasamkomuna.
Kann bara siga væl roynt
Jenis, men hevði tú for
talt, at eg favoriseraði
baptistabørn, so hevði tú
kanska verið eitt vet nærri
sannleikanum. Sjálvandi
fær man betri samband við
nakrar næmingar enn aðrar,
men eg havi sjálvandi ikki
forfylgt nøkrum teirra.
Jenis royndi at lýsa men
sum ein persón, ið ikki er
tolsamur.
Næsta dømi er frá ting
salinum undir 2. viðgerð
av fíggjarlógini. Tá tosaði
eg upp í saman um at
fáa tingfólk til at stuðla
undir, at fáa lívfrøðiliga
margfeldni í okkara náttúru
allýst. Jenis fór upp og
vendi øllum á høvdið, hann
segði at eg bert hugsaði
um at ganga móti náttúruni,
og hann skýrdi meg fyri
antikrist. Her sipaði hann til
uppskotið um revsilógina.
Og nú hevur hann so í
blaðgrein skýrt meg og
helst flestu tjóðveldisfólk
fyri nasistiskar despotar.
Hetta í samband við at hann
snaraði nøkrum orðum,
sum eg skrivaði um, hvat
ávísur stjørnmálafrøðingur
hevði sagt.
Hetta og mangt annað
slíkt kann ein maður, sum
er floksformaður, lækni,
samkomuleiðari, familju
maður og útvarpsstjóri
loyva sær. Men vit sum
kenna Jenis vita, at hann
sigur og ger slíkt móti betri
vitan. Jenis veit væl, at eg
havi ikki forfylgt nøkrum
næmingi, hann veit væl, at
eg eri ikki antikrist, og hann
veit væl, at eg so langt frá
sympatiseri við nasistiskum
despotum. Men hann sigur
og ger slíkt fyri at senda
bestu hóskandi boðini og
somuleiðis myndirnar inn
í viðbreknar og aðrar mót
takiligar veljarasálir, hetta
fyri at vinna so nógvar
atkvøður, sum til ber. Tað
eru atkvøðurnar sum telja,
og so leggur hann vertin á
mátan.
Jenis hevur eisini eitt
starv aftur at øllum hin
um, sum eru nevnd oman
fyri. Hann er meira ella
minni sjálvsettur stjóri
á einari av himmalsku
ferðaskrivstovunum her á
landi. Og kanska er bæði
virksemi og umsetningur
størri enn á øðrum líknandi
ferðaskrivstovum. Jenis er
nevniliga ikki bert umboð
fyri himmalekspressuna.
Nei, hann útskrivar minst
líka nógvar ferðaseðlar til
helvitisekspressuna. Sjálvur
havi eg fingið neyvt lýstan
ferðaseðil frá honum til ta
farleiðina.
Vóni bert ikki fyri Jenis
av Rana, at hann fer at
uppliva tað, at tá hann
skal tjekka sína ferð inn til
himmals, at hann fær boðini
við diskin, at ferðaseðilin
er ógyldugur. Og tá Jenis so
roynir at siga, at talan er um
eina misskiljing, so sigur
avgreiðslufólkið við Hann:
Jenis, tú fekk alt givið. Tú
fekk serstakan intellegens,
tú fekk talugávur sum
fáur, tú fekk nógv jørðiskt
góðs, góða útbúgving, fólk
lurtaðu eftir tær, tú hevði
alla møguleikar Jenis, men
tú gloymdi tað týdningar
mesta, nevniliga at hugsa
og tosa frá hjartanum. Jenis
góði, eingin kann mani
pulera seg inn um dyrnar,
heldur ikki tú.
Sum tingmaður telist tú
millum teir klárastu heil
arnar, men tú telist eisini
millum teir óærligastu, og
ikki minst millum teir, sum
duga allar best at gera nýtslu
av ísakaldari og barbariskar
kalkylu.
Ein søga um kristni
Kann at enda fortelja eina
søgu um frálæru í kristni. Var
lærararvikarur í tveimum
umførum. Fyrst frá 74 til
77 á Venjingarskúlanum.
Síðan tá eg kom heim
sum avlædur sosialráðgevi
1980. Var fyrst nakrar
góðar og gevandi mánað
ar í stokkunum hjá Timb
urhandlinum, men tók so
við vikarstarvi í Komm
unuskúlanum í november.
Undirvísti m.a. 6. flokk í
kristni, og dámdu næming
unum so væl hesa undir
vísing, at tey ikki vildu
hoyra talan um annað enn
kristni í tímunum, beint fyri
jól. Fekk tvær reaktiónir
frá foreldrum í samband
við, at eg hevði 6. flokk í
kristni. Tann eina var frá
einum pápa, sum sjálvur
var trúboðari. Hann gav
mær eitt herðaklapp og
segði takk fyri, at barn hans
ara var vorðið væl meira
áhugað í bíbliusøgu. Hann
segði, at barn hansara nú
skilti nógv betur tey ymsu
líknilsini. Hin reaktiónin
var frá foreldrum at næm
ingi, sum hevði sagt teim
um, at eg hevði bannað í
kristnitímanum. Og høvdu
tey sagt við Absalon, at tey
ynsktu at klaga meg í tí
sambandinum. Sjálvsagt er
tað alt annað enn heppið,
at lærarin bannar, meðan
undirvíst verður. Men hesar
báðar rættiliga ymisku reak
tiónirnar søgdu mær ikki
so lítið.
Støðan í IRAK er at líkna
við støðuna eftir seinra
heimsbardaga og tí er
dómur Sadam Hussains
ein neyðug avleiðing
Tá fyrrverandi forsetin
í Irak, Saddam Hussein,
varð dømdur og avrætt
aður, varð formaður Sam
bandsflokksins siteraður í
fjølmiðlunum fyri at siga
at rættvísi hevði sigra í
Irak.
Hetta var eisini fult í tráð
við sjónarmiðini hjá nýggja
ST aðalskrivaranum Ban
Ki- Moon:
“
Saddam
Hussein
hevði ábyrgdina av and
styggiligum brotsgerðum
og ræðuligum harðleikum
ímóti sínum fólki, og vit
mugu ongantíð gloyma,
hvussu umfatandi hansara
brotsgerðir vóru!”
Sambært fjølmiðlunum
undirstrikar ST aðalskriv
arin, at avgerðin um at
nýta deyðarevsing er upp
til stjórnirnar í teimum
ymsu londunum, og at
ongin, sum er sekur, eigur
at sleppa undan revsing
orsakað av síni tingar
støðu.
Gloyma skjótt
Vit mugu eisini minnast
at IRAK er framvegis í
krígsstøðu og uppgerðin
við fortíðina undir ræðu
liga einaræðinum hjá Hus
sein ikki enn er liðug.
Fyri bert 60 árum síðan
var eisini uppgerð við
leiðarar í Nazi Týsklandi
og flestu av oddamonnum
Hitlers endaðu gálganum.
Eftir at teir sameindu
høvdu fríað Danmark og
Norra vóru stuðlar hjá
týskunum
somuleiðis
avrættaðir. Á politigarð
inum í Keypmannahavn
var ein serlig politideild
mannað til at taka sær av
landasvíkjarum, sum vóru
dømdir til deyða.
Landasvíkjarar
vóru
stillaðir frammanfyri ein
betongmúr og skotnir,
og ein av “bøðlunum”
greiddi fyri stuttum frá
í sjónvarpssending at tað
stóð ikki á at fáa sjálv
boðin at manna serligu
politideildina.
Eiga at stuðla
Tað man vera ein løgin
kensla sum IRAKiskir
fólkavaldir
politikarar
sita við, tá teir hoyra vest
urlendingar verja gomlu
ilmennini í løgdu landi í
oyði við at føra long og
kostnaðarmikil kríggj við
grannalondini.
Vit hava tíbetur avtikið
deyðarevsing á okkara
leiðum, tí vit hava í hálva
øld liva eina friðarliga til
veru og eru signaði við
friði.
Veruleikin í Irak er ein
heilt annar og tí eiga vit ikki
við okkara sjálvsrættvísi
at siga irakiska fólkinum
hvussu tey skulu skipað
sína rættvísi uppgerð við
fortíðina.
Jenis umboðar bæði himmal- og helvitisekspressuna
løgtingsmaður
Finnur
Helmsdal
Deyðadómur í Irak
formaður í Norðoya
Sambandsfelag
John William
Joensen
viðmerkingar