Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 4 - 5. januar 2007 tíðindi 5. januar 1977 fekk farma­ skipið “Star Firth”, við heim­staði í Fuglafirði, ein brota­sjógv, sum kroysti lúnn­ingina inn í stýriborð. Skipið var tá á veg úr Íslandi til Noregs við eldgosøsku og var statt miðskeiðis millum Føroyar og Hetland, tá óhappið hendi. Skaðin var somikið álvars­ ligur, at skipið fór at leka, og neyðarkall varð sent út beinanvegin. Støðan gjørdist so hættislig, at manningin mátti ríma av skipinum. Verjuskipið Fylla, sum var komið til hjálpar, tók manningina upp og fór til lands við henni. Tjaldrið, sum eisini kom til hjálpar, fekk ein enda umborð á Star Firth og sleipaði skipið inn á Lopra. Tá var so nógvur sjógvur komin í skipið, at tað sakk við bryggjuna. Eftir at froskmenn høvdu tett lekan, sum skipið hevði fingið framman, varð sjógv­ ur­in pumpaður úr lastini. Skip­­ið varð síðan tikið upp á sleipistøð og skaðin um­vældur. Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1977 Fyri 30 árum síðan: »Star Firth« fekk brotasjógv »Star Firth« fekk ein brotasjógv og sakk við bryggjuna í Lopra Á nýggjárinum varð ein set­húsaeigari í Keyp­manna­ havn, sum var í Norra og ferðaðist, uppringdur av einum granna, sum hevði lagt til merkis at ein hurð stóð opin í heimi hansara. Maðurin kontaktaði beinan­ vegin løglegluna, sum kom á staðið og kundu staðfesta at tað ikki einans var talan um innbrot, men tjóvarnir eisini høvdu stolið bilin, ein Range Rover til virði av 800.000 krónum. Tá eigarin greiddi løg­ regluni frá, at bilurin hevði navigatiónsskipan við inn­ bygdari leitiskipan, vendi løgreglan sær til ”ETS Vagtcentralen”, sum beinan­ vegin settu eina leiting í verk. Tíggju minuttir seinni varð bilurin funnin. ”ETS Vagt­centralen” kundu siga akkurát hvar bilurin var staddur í miðbýnum í Keyp­ mannahavn. Løtu seinni kom løgreglan á staðið og funnu bilin fullum av tjóvagóðsi og handtóku tjóvarnar, sigur Hardy Vad frá ”ETS Distribution Scandinavia A/S”, sum standa aftanfyri hesar ”BigBrother” leitiskip­ anirnar. ”BigBrother” Bilurin funnin eftir tíggju minuttum