fríggjadagur 5. januar 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 4 - 5. januar 2007
tíðindi
Visjón 2015 – li
Veljarakanning
Heini í Skorini
Heini_skorini@yahoo.com
”Fólksins visjón…Tjóðar
innar visjón…Ein visjón,
sum vit øll taka undir við…
Ein leið, vit í felag velja at
ganga.”
Útsagnirnar
hjá
løg
manni um Visjón 2015
hava verið stórar og vakrar.
Og sambært nýggjársrøðu
løgmans eru teir trettan
strategibólkarnir, sum skulu
orða visjónina, við at koma
undir land og verða lidnir
tíðliga í vár.
Samstundis eygleiðir Før
oya fólk. Og meðan summi
bjóða visjónini vælkomnari,
skíra onnur hana fyri leys
hugskot uttan innihald.
Stutt fyri jól gjørdi Fynd
eina roynd at finna fram til,
hvussu føroyski borgarin
fyriheldur seg til Visjón
2015. Spurningar vóru
m.a., um føroyskir borgarar
kenna seg sum part av
Visjón 2015, um føroyingar
vænta, at Føroyar verða
millum fremstu tjóðir i
2015, og um føroyingar
hava vitjað heimasíðuna
hjá Visjón 2015.
Fynd hevur spurt føroy
Hava tygum vitjað heima
0
10
20
30
40
50
60
70
80
90
100
ja
prosent
Kenna tygum tygum sum ein part av Visjón
2015?
0
10
20
30
40
50
60
70
Ja
Nei
Veit ikki/vil ikki
svara
Ógreitt
Prosent
Løgmaður kann
ikki vera nøgdur
við, at 31 prosent av
føroyingunum kenna
seg sum ein part
av visjónini, sigur
Jógvan Mørkøre.
Hann heldur, at
visjónin er ein
illusión - ein polerað
nútíð
Visjón 2015
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Jógvan Mørkøre, samfelags
frøðingur, sum hevur staðið
fyri veljarakanningini, sigur
at tølini í kanningini stað
festa tað, sum hann leingi
hevur havt varhugan av: At
Visjónin er miseydnað.
- Um ætlanin var, at øll
skulu vera við, og at hetta
skal vera fólksins visjón, so
er visjónin fallin til jarðar,
ongin ivi um tað. Tað er
als ikki nóg mikið, at 31
prosent kenna seg sum ein
part av ætlanini, og at bert
12 prosent vænta, at vit
verða heimsins fremsta
land í 2015, sigur Jógvan
Mørkøre.
Hann heldur ikki, at tað
er ov tíðliga at spyrja fólk,
um tey kenna seg sum ein
part av visjónini, hóast stra
tegibólkarnir ikki eru lidnir
enn.
- Løgmaður hevur fleiri
ferðir víst til breiðu semjuna
og at allir føroyingar skulu
vera við, sigur hann.
Politisk ómegd
Spurdur, um tað ikki hevur
týdning, at vit seta okkum
nøkur ítøkilig politisk mál,
sigur, sigur Jógvan Mørk
øre:
- Veruleikin er tann, at
hetta er tekin um politiska
ómegd hjá flokkunum í
samgonguni. Vanligt var, at
politikarar vóru politiskir
hugsjónarmenn og gingu á
odda, sigur Jógvan Mørk
øre. Hann greiðir frá, at
nú er vent í holuni, og tað,
sum politisku flokkarnir
áttu at stungið út í kortið,
nú verður latið upp í hend
urnar á embætisfólki og
ikki
á
parlamentarisku
kreftunum.
- Við hesum fáa vit
eitt teknokrati. Hugsjón
irnar, sum áttu at verði
grundarlagið undir stevnu
miðum flokkanna, verður
til eina illusión um, at øll
eru samd og vilja ganga
somu leið, og tað er ósunt,
sigur Jógvan Mørkøre.
Hann heldur, at føroyskur
politikkur seinastu árini
hevur flutt seg til at verða
tann bera miðfyrisiting,
sum hann tekur til.
- Alt ov nógv fokus er
á miðfyrisitingina og aðal
ráðini. Í øllum hesum verður
hin einstaka hugsjónin burt
ur og frástøðan til fólkið
økist, sigur Jógvan Mørk
øre.
Ynskiseðlar frá
børnum
Tá Jógvan Mørkøre verður
spurdur, um hann hevur
nøkur góð ráð, sigur hann,
at upprunaliga var Visjón
2015 sligin ov stórt upp.
Hann vísir á, at tað átti
heldur at verið kókað nið
ur í smærri ýtið, sum fólk
kunnu fyrihalda seg til.
Harumframt heldur hann,
at í løtuni minnir úrslitið
sum ynskiseðlar frá børn
um, og hann saknar tann
útgreinandi partin.
- Eg sakni eitt nú, at vit
fyrihalda okkum til sam
felagið, sum tað møgu
liga sær út í 2015, har for
treytirnar heilt sikkurt eru
nógv broyttar frá í dag,
sigur Jógvan Mørkøre, sam
felagsfrøðingur.
Hann fýlist á, at øll taka
nýliberala rákið fyri givið; at
búskaparliga grundarlagið
eisini verður tann fríi
marknaðurin tá, og at fyrilit
verða ikki tikin fyri eitt nú
broytingum í orkunýtsluni,
bústaðarmynstrinum
og
veðurlagnum.
- Kanska ljóði eg dekan
ov pessimistiskur, men tað
er so ómetaliga skjótt at vit
verða blendað, um vit bara
eru optimistisk. Visjónin
verður til eina illusión - ein
polerað nútíð, har øll eru
samd og glað, sigur Jógvan
Mørkøre.
Saknar spurning
Løgmaður sigur seg sakna,
at fólk verða spurd, um tey
halda tað verða skilagott
av landsstýrinum at seta
Visjón 2015 í verk.
Til hetta sigur Jógvan
Mørkøre, at hann ikki rætti
liga skilur, at løgmaður
saknar ein slíkan spurning.
- Tað er altíð torført at gera
hypotetiskar spurningar. Í
einum slíkum spurningi,
hevði tú ikki fingið svar
uppá, um fólk halda at
sjálvt hugskotið er gott ella
um landsstýrið hevur gripið
tað rætt ann, sigur Jógvan
Mørkøre.
Tekin um
politiska ómegd
Jógvan Mørkøre vísir á, at visjónin átti heldur at verið kókað
niður í smærri ýti, sum fólk kunnu fyrihalda seg til