Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Nr. 228 - 24. november 2006 - Tá orðaskiftið fer fram fyri afturlatnum hurðum og viðgerðin ikki røkkur til almenningin, fær undirtøkan illa verið størri, sigur búskaparfrøðingurin og stjórin á Hagstovu Føroya, Hermann Oskarsson, sum sjálvur situr í einum av strategibólkunum Visjón 2015 Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com - At undirtøka og viður­ kenning fyri Visjón 2015 yvirhøvur er so fræg, endur­ speglur ein ávísan floks­ trúskap heldur enn sanna undirtøku og viðurkenning, tí sjálv visjónin er ikki nádd almenninginum. Tað metir Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur. Hann hevði ikki væntað øðr­ vísi svar enn tey, sum veljara­kanningin hjá Fynd avdúkar. Óítøkiligir spurningar - Undirtøkan fær illa verið størri, tí orðaskiftið um málini fer fram fyri afturlatnum hurðum í nevndum, sum landsstýrið sjálvt hevur sett, og við­ gerðin røkkur tí ikki fram til almenningin, metir Hermann Oskarsson. Men búskaparfrøðingurin fýlist á, hvussu spurningarnir í kanningini hjá Fynd eru orðaðir. - Spurningarnir tykjast so breiðir og lítið ítøkiligir, at ilt er at meta um virðið á svarinum. Hvat merkir t.d.: ”Kennir tú teg sum part av . . .”? Av hesi orsøk haldi eg, at svarini í ein mun eru at meta sum tann ókeypis good-will, sum landsstýrið fær fyri visjónstiltakið, held­ur enn greið svar uppá greiðar spurningar, sigur Her­mann. Vantandi seriøsitetur Bestu ráðini frá stjóranum á Hagstovuni til teirra, sum vara av visjónini, er at arbeiða meiri í álvara, heldur enn uppá kvamsvís, sum hann tekur til. Við øðrum orðum hevur Landsstýrið ikki tikið visjónsuppgávuna í nóg stórum álvara. - At fara undir so stóra byrðu, uttan veruliga at leggja kreftirnar í takið, er antin at lumpa fólk ella at fara óalmindiliga skeivur av, hvussu nógv ið krevst fyri at lyfta so stóra byrðu. Landsstýrið hevur lagt mill­ um lítla og onga orku í visjónstiltakið. Úrslitini, sum komin eru, og tey, sum fara at koma, hava eftir mínum tykki ikki ta góðsku, sum sømir seg fyri eina so týdningarmikla ætlan, sum visjónstiltakið skuldi eitast at vera. Tað, sum eftir fer at standa, er ikki tað, sum tiltakið skuldi eitast at vera. Lítil luft er eftir í ballónini, sigur Hermann Oskarsson. Sambært Hermanni tørv­ar visjónini sum heild seriøsitet og innihald, áðr­ enn borgarin kann taka hana til sín. Áðrenn hon kann gerast “fólksins visjón”, sum løgmaður hevur kallað hana. Visjón 2015 Heini í Skorini Heini_skorini@yahoo.com - At ein triðingur sigur seg kenna seg sum part av visjónini, er positivt fyri tey, sum vara av. Hinvegin er tað bert ein lítil minniluti, sum trýr uppá, at vit vera millum tey fremstu í 2015, og tað er negativt, sigur Andras Róin, samfelagsfrøðingur. Hann metir, at kanningin hjá Fynd kann tulkast bæði positivt og negativt. Partvisjónir her og nú Yvirhøvur hevur hann frá byrjan mett, at hugskotið um eina langsiktaða ætlan, sum skal gera Føroyar til eitt betri land, er positivt. Men hann hevur samstundis nakrar avgjørdar meiningar um, hvør størsti trupulleikin í løtuni er. - Tað er átalu vert, at alt tykist liggja so langt frammi. Á vegnum mugu vit seta nakrar partvisjónir, sum so hvørt mugu reali­ serast, um Visjón 2015 á nakran hátt skal fáa trúvirði millum føroyingar, sigur júst fráfarni stjórin á Føroya Tele. Andras metir, at leiðin fram ímóti 2015 er eins týdningarmikil sum sjálvt málið, og tí má politiski myndugleikin binda seg til nakrar partvisjónir ”hen ad vejen”. Um fólk skulu trúgva tí ovurstóru ambitión, sum Visjón 2015 er, mugu fólk samstundis síggja ítøkiligar broytingar her og nú, metir Andras. - Í løtuni er visjónsarbeiði ov lítið ítøkiligt. Vit síggja eingi ”quick wins”. Tí trúgva so fá sambært kanningini uppá, at vit vera so frammarlaga í 2015, og tað mugu avvarðandi taka til eftirtektar. Um vit harafturímóti longu í 2007 og 2008 sóu, at broytingar stigvíst verða framdar, høvdu vit trúð meiri uppá tað, sigur Andrass Róin. - Politiski myndugleikin má eisini forplikta seg stutt­ skygt, slær Andras fast. Part­visjónir mugu eisini orðast tíðindi Lítil luft er eftir í ballónini Visjón 2015 tørvar seriøsitet og innihald, áðrenn borgarin kann taka hana til sín, metir Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur og stjóri á Hagstovu Føroya - Á vegnum fram ímóti 2015 mugu vit seta nakrar partvisjónir, sum so hvørt mugu realiserast, um Visjón 2015 á nakran hátt skal fáa trúvirði millum føroyingar, sigur Andras Róin, samfelagsfrøðingur - Um Visjón 2015 skal fáa trúvirði, mugu nakrar stuttskygdar partvisjónir sam­stundis orðast á leiðini fram ímóti 2015, so okkurt eisini hendir her og nú, sigur Andras Róin, samfelagsfrøðingur og limur í strategi­bólki