fríggjadagur 5. januar 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 3 - 4. januar 2007
almannastovan@almannastovan.fo
www.almannastovan.fo
Almannastovan søkir
leiðara til økisdeildina í Tórshavn
Økisdeildin í Tórshavn er tann størsta av teim 4 økis-
deildunum hjá Almannastovuni. Á deildini starvast 16
fólk. Deildin umfatar Streymoy, Vágar, Sandoy og smáu
oyggjarnar í miðøkinum. Økisdeildirnar hava til upp-
gávu at veita sosiala ráðgeving og vegleiðing til einstak-
lingar, upplýsa um rættindi, skyldur og hjálparmøgu-
leikar sambært almannalóggávuni, viðgera umsóknir um
veitingar og hjálparfyriskipanir og umsita veitingar
sambært forsorgarlógini og tørvstreytaðar veitingar
sambært pensjónslógini og annars móttaka og veita
møguligan stuðul í sambandi við umsókn um aðrar
almannaveitingar, sum deildin ikki sjálv umsitur.
Á Almannastovuni virka vit miðvíst fyri at lúka krøvini
frá politiska myndugleikanum og viðskiftafólkunum.
Dentur verður lagdur á høgt tænastustøði, rættartrygd
og virðing fyri einstaklinginum. Virkað verður fyri
áhaldandi at menna førleikan, trivnaðin og samstarvið
á stovninum.
K R E A . F O . TEL 47 80 80
og livandi tvørfakligum umhvørvi,
har samstarvað verður nógv við
aðrar deildir og stovnar og møgu-
leikar eru fyri at at ávirka og
menna almannatænastuna. Tú
verður partur av einum stovni,
sum alla tíðina má tillaga seg
broytingar í samfelagnum og taka
við avbjóðingum, sum liggja í
tíðini og framtíðini.
Leiðarin hevur ábyrgdina av
leiðslu, ráðlegging og samskipan av
økisdeildini. Hann hevur ábyrgd
av, at deildin er í støðugari menn-
ing, at starvsfólk trívast og menn-
ast, at arbeiðið er skipað soleiðis,
at tænastan er tillagað tørvinum
hjá brúkaranum og broytingum í
treytunum hjá stovninum og at
samskiftið millum deildir og fak-
bólkar á stovninum støðugt
mennist.
Vit sóknast eftir einum persóni
við hóskandi útbúgving, t.d.
sosialráðgeva- ella líknandi út-
búgving, samfelagsfrøðiligari
útbúgving frá hægri lærustovni
ella líknandi, sum hevur hug at
royna eitt spennandi, fjølbroytt
og avbjóðandi starv sum leiðari á
økisdeildini í Tórshavn.
Umsøkjarar við leiðsluroyndum,
kunnleika til almannalóggávuna
og almenna fyrisiting hava
fyrimun.
Okkara ynski eru, at tú hevur
evni at seta í verk fyriskipanir,
evni at eggja og menna starvs-
fólk, góð samstarvsevni, góð evni
at orða teg skrivliga sum munn-
liga og kunnleika til EDV á
brúkarastøði.
Í starvinum sum leiðari verður
tú partur av einum fjølbroyttum
Starvið er sett og lønt sambært
sáttmála millum Fíggjarmála-
ráðið og avvarðandi yrkis-
felag. Fleiri upplýsingar fáast
við at venda sær til Petru
Johnsdóttir Joensen, stjóra,
á tel 35 35 10.
Skrivlig umsókn skal vera
Almannastovuni í hendi í
seinasta lagi 8. januar
2007, kl. 12.
Vinarliga merkið brævbjálvan:
”økisdeildarleiðari”
og send umsóknina til
Almannastovuna,
Smyrilsvegur 20,
Postboks 3096,
110 Tórshavn.
ENDURLÝSING:
R E P R O Z
Um starvið
Tú verður við til at byggja deild okkara í Hoyvík upp
frá byrjan og fert at starvast bæði í Føroyum og
uttanlands. Í starvinum skalt tú millum annað:
• Prosjektera
• Hava eftirlit við verkætlanum
• Samskifta við kundar, bæði í skrift og talu
• Samstarva við deild okkara í Herning
Um teg
Tú hevur prógv sum elverkfrøðingur, elinnleggjari ella
maskinmeistari og hevur áður starvast sum elektrikari
ella tílíkt. Hevur tú royndir at prosjektera, er tað fyri
munur.
Tað er týdningarmikið, at tú ert ágrýtin, arbeiðir sjálv
støðugt og dugir væl at samstarva. Vit vænta eisini,
at tú ert álítandi og megnar at halda tíðarfreistir.
Í skrift og talu skalt tú fyrst og fremst duga føroyskt
og danskt væl. At duga enskt er ein fyrimunur, men
ikki eitt krav.
Um okkum
Sp/f ETP Consult er undir stovnan sum dótturfelag
hjá ETP Consult ApS í Herning. Í verandi løtu eru vit
tríggir verkfrøðingar í fyritøkuni.
ETP Consult ApS eigur eisini saman við tveimum
øðrum donskum verkfrøðingafyritøkum felagið CTC
Group ApS, har vit arbeiða við heildarprosjektering.
Vit arbeiða í løtuni við verkætlanum í Grønlandi,
Føroyum, Danmark og Turkalandi.
Er hetta nakað fyri teg?
Skriva til okkara og sig okkum, hví tú ert rætti
persónurin til starvið. Send brævið til:
Sp/f ETP Consult
Gróthúsvegur 4, kj.
188 Hoyvík
Vilt tú vita meiri um starvið, ert tú vælkomin at seta
teg í samband við Eyðun S. Olsen á tlf. 35 43 21 ella
(+45) 51 20 85 29. Vit vísa eisini til heimasíðu okkara:
www.etpconsult.dk
Freistin at søkja er 1. februar 2007.
Sp/f ETP Consult søkir eftir
Elverkfrøðingi, elinnleggjara ella maskinmeistara
Sp/f ETP Consult · Gróthúsvegur 4, kj. · FO-188 Hoyvík
Tlf. (+298) 35 43 21 ella (+45) 51 20 85 29 · www.etpconsult.dk
Brúka peruna
lýsingar