fríggjadagur 5. januar 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 - 5. januar 2007
27
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
– Kyndilsleikararnir, sum eru á landsliðnum, kunnu heilt víst
vænta sær leikbann frá landsliðnum, og allir leikararnir fara
at fáa somu revsing
Birgir Hansen, landsliðsvenjari
Satt brak verður í
oddinum av Atlantic
Airways deildini,
tá bæði oddaliðini
møtast í Vestmanna.
Her tekur VÍF ímóti
StÍF
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
VÍF hevur ikki verið til at
steðga síðstu dystirnar av
grundspælinum. Eftir eina
heldur trilvandi byrjan, har
teir bert fingu trý stig í fyrstu
trimum dystunum, so hava
teir veruliga funnið stevið.
Síðstu 7 dystirnir endaðu
allir við sigri til VÍF, sum
má metast at vera greiðasta
boð uppá eitt komandi
meistaralið.
StÍF er einasta liðið, sum so
hampiliga hevur megnað at
hingið í VÍF í oddastríðnum.
Teirra trupulleiki í ár hevur
bara verið, at teir hava
leikt ov nógvar javnleikir.
Av teimum 10 dystunum í
grundspælinum leiktu teir
heili 4 javnleikir, og hetta
hevur givið VÍF møguleikan
at leggja seg klárt á odda í
Atlantic Airways deildini hjá
monnum.
Nú er eingin munur
Leiðslan, sum VÍF hevði
vunnið sær í grundspælinum,
er nú hálverað. Endaspælið
fer á rull sunnudagin, og
hetta gevur hinum liðunum
í deildini ein nýggjan
møguleika at draga inn á
oddaliðið úr Vestmanna.
Ikki minst StÍF hevur nú
møguleikan at taka VÍF
aftur, tí vinna teir dystin
sunnudagin, so leggja teir
seg ájavnt við VÍF í oddinum.
Vinnur VÍF hinvegin dystin,
so verður munurin stórur
niður til næstu liðini.
Hesi bæði liðini hittust
eisini tvær ferðir í grundspæl
inum. Fyrri dysturin, sum var
á Skála, endaði við javnleiki.
Hetta var fyrsti javnleikurin
í røðini hjá StÍF. Seinni
dysturin var í Vestmanna
fyri góðum mánað síðani,
og tann dystin vann VÍF við
trimum málum.
Sostatt hevur VÍF munin
á StÍF, men hóast hetta, so
kunnu áskoðarar vænta ein
spennandi dyst. Bæði liðini
hava nevniliga alt at spæla
um í oddastríðnum.
Neistin tekur
ímóti Stjørnuni í
fyrsta dystinum
í endaspælinum
í Sunset deildini
hjá kvinnum.
Vinnarin leggur seg
einsamallan á odda í
bestu kvinnudeildini
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Neistin og Stjørnan eru
tey bæði liðini, sum hava
myndað oddin í føroyskum
kvinnuhondbólti síðstu árini.
Kappingin millum hesi bæði
liðini hevur verið sera hørð,
og síðsta kappingarár vann
Stjørnan meistaraheitið,
meðan
Neistin
vann
steypakappingina.
Aftur í ár berjast júst
hesi bæði liðini um fremst
plássini. Undan fyrsta
dystinum í endaspælinum
liggur Neistin á odda, og í
hølunum á teimum liggur
Stjørnan, sum bert er tað eina
stigið aftanfyri Neistan.
Hava vunnið ein í part
Gongdin hjá hesum báðum
liðunum hevur verið góð í
ár. Stjørnan byrjaði betur
enn Neistin, og í 2. umfari
eydnaðist teimum at vinna
á heimavølli ímóti júst
Neistanum. Eftir hetta
gekst heldur striltið hjá
Stjørnuna, meðan Neistin
veruliga fekk vind í seglini.
Neistakvinnurnar
hava
ongan dyst tapt síðani tapið
fyri Stjørnuna, og fyrst í
desember mánaða megnaðu
tær at vinna á Stjørnuni, og
sostatt vunnu tær seg eisini
fram við Stjørnuni, sum lá á
odda undan seinna dystinum
millum liðini bæði.
Nú møtast liðini so
aftur í fyrsta dystinum í
endaspælinum. Vinnarin
av dystinum leggur seg
einsamallan á odda í bestu
kvinnudeildini, og kanska
vit fara at fáa eina ábending
um, hvat av hesum báðum
liðunum er tað sterkara í ár.
Dysturin millum Neistan
og Stjørnuna verður í høllini
á Hálsi sunnudagin kl.
14.30.
Neistin-KÍF:
Neistin
skal
hanga í
oddinum
Hjá Neistanum er
kravið ein sigur
fyri at halda fast
í oddaliðunum,
meðan KÍF má
royna at koma
longur upp eftir
stigatalvuni
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Gongdin hjá Neistanum
hevur verið heilt góð í
ár. Teir liggja í løtuni
á einum 3. plássi, og
munurin upp til oddalið
er bert 3 stig. Hjá KÍF
hevur ikki gingið eins
væl. Teir liggjá á fimta
plássið, men vinna teir
dystin ímóti Neistanum,
so er bara eitt stig á muni
millum hesi bæði liðini.
Í 2. umfari hittust hesi
bæði liðini á fyrsta sinni
hetta kappingarárið, og
tá gjørdi Neistin bart og
vann við heili 10 málum
í Kollafirði. Í seinna dyst
inum gekst heldur betri
hjá kollfirðingum, men
enn einaferð dró Neistin
longra stráðið í einum
jøvnum og spennandi
dysti.
Nú liggur triðji dysturin
millum hesi bæði liðini
fyri framman, og hesin
dystur er samstundis fyrsti
dysturin í endaspælinum
hjá hesum liðum. Hjá
Neistanum er umráðandi
at vinna dystin fyri at
halda fast í oddaliðnum.
Hjá KÍF ræður eisini um
at vinna dystin, tí vinna
teir ikki, so er munurin
helst blivin ov stórur upp
til ovastu liðini.
VÍF-StÍF:
Brak í Vestmanna
Neistin-Stjørnan:
Endaspæl byrjar við braki
VÍF tekur ímóti StÍF í bestu mansdeildini sunnudagin í einum sannum oddabrakið.