Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 4 - 5. januar 2007 ] Ronnie heldur fram í EB/Streymi Ronnie Samuelsen tekur enn eitt ár í EB/Streymi, eftir at hann annars hevði boðað frá, at hann nú gavst at spæla fótbólt. Tað boðar felagið frá á heimasíðu sínari í dag. Ronnie Samuelsen hevði annars boðað frá, at hann gavst við fótbóltinum, men er nú komin á aðrar tankar, og tekur enn eitt ár í felagnum. Eisini Egil á Bø fer at spæla við felagsliðnum komandi ár. Sum skilst hava verið onkur ivamál um Egil fór at spæla í ár ella ikki, men nú hevur felagið beint allan iva av vegnum og tryggjað sær, at tveir av royndastu leikarunum á liðnum taka eitt ár aftrat í blá-svarta búnanum. Gunnar roynir seg í Premier League Tað tykist, sum eru fleiri europeisk feløg áhugað í 20 ára gamla føroyska málverjanum í Frem, Gunnar Nielsen. Seinastu mánaðirnar hevur hann verið eina ferð í Onglandi og eina ferð í Týsklandi til royndarvenjingar, og nú hevur Reading í ensku Premier League boðið Gunnar til venjingar. Hetta veit danska heimasíðan, bold.dk, at siga. Jákup í Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá Gunnari, váttar eisini tíðindini. - Gunnar tykist veruliga hava gjørt vart við seg seinastu tíðina, og líkt er til, at fleiri feløg sýna honum stóran áhuga, sigur Jákup í Stórustovu. að dómin ini um eitt slíkt misbrot skuldi fingið avleiðingar. Sostatt er nú greitt, at Hans Áki Dal Christiansen skal í eldin, tá Kyndil vitjar hjá H71 í Hoyvík sunnudagin. Sjálvt um dómsnevndin hevur ógildað avgerðina hjá kappingarnevndini, so verður hetta neyvan tað síðsta, sum vit fara at hoyra um hetta málið. Kyndil valdi nevniliga at draga landsliðið inn í málið um Hans Áka, og eftir øllum at døma fer hetta at fáa álvarsligar fylgjur fyri kyndilsleikararnar. Enn er ikki greitt, hvussu álvars­ ligar fylgjurnar vera, men leikararnir kunnu eftir øllum at døma vænta sær leikbann frá landsliðnum. Dystaryvirlit: Atlantic Aiways deildin: VÍF – StÍF Sunnudagin 07/01 Neistin – KÍF Sunnudagin 07/01 H71 – Kyndil Sunnudagin 07/01 Sunset deildin: Neistin – Stjørnan Sunnudagin 07/01 VB – Kyndil Sunnudagin 07/01 Vit fingu orðið á for­ mann­in í Neistanum, Jón Kragesteen, eftir at dóms­ nevnd­in hjá HSF í gjár hevði ógildað úrskurðin hjá kappingarnevndini frá 20. desember um leik­ bannið hjá Hans Áka Dal Christiansen. – Um sjálvt rokið eftir dystin hin 16. desember, havi eg sum so ongar við­ merk­ingar, tí eg sá ikki so nógv, har vóru so nógv fólk á vøllinum. Men eitt kunnu vit í øllum førum vera samd um, og tað er, at soleiðis eigur ein hondbóltsdystur ikki at enda. Og vit sleppa ikki undan tí veruleika, at verður óhóskandi atburður, - á vøllinum ella fram við vøll­ inum - ikki revsaður á skyn­ saman hátt, ja so er vandi fyri at tað hendir aftur. Sætt í hesum ljósi heldur Jón tað vera spell, at málið var skeivt handfarið av fyrstan tíð, soleiðis at tað ikki ber til at koma til nakran úrskurð, hvørki tá ið talan er um revsing - ella fyri tann skuld – um frídøming. – Eg dugi væl at fylgja niðurstøðuni hjá dóms­ nevndini, og sum eg dugi at síggja, er hon væl grundað. Og hetta er bara enn eitt tekin um, at umsitingin hjá HSF er alt ov veik, tí hetta er ikki fyrstu ferð, at slíkir feilir henda. Við allari virðing fyri tí sjálv­bodna megnararbeiði, sum har verður útint dag og dagliga í HSF, so koma vit ikki uttan um, at Hondbóltssambandið má styrkja seg umsitingarliga, og her eiga øll feløg at vera við. – Vit í Neistanum hava so í hvussu er fingið ein læru­pening, sum vit taka til eftir­tektar. Sum er haldi eg, at fólk okkara kring vøllin gera eitt gott og trúfast ar­beiði. Men vit kunnu al­tíð gera tað betri. M.a. fara vit tí framyvir at taka neyðug stig at fyribyrgja, at dómarar koma í ringa støðu og royna at skipa fyri, at áskoðarar ikki standa ov nær vøllinum og harvið koma í vanda beinleiðis at gerast partur av sjálvum dystinum. At enda spurdu vit Jón, um Neistin ætlaði at fara víðari við málinum. – Tað er so stutt fráliðið enn og umstøður hava ikki verið at tosa við hinar nevnd­arlimirnar um málið, og tí er enn er eingin støðu tikin, um vit gera nakað meira við tað. tj Óheppin handfaring Rættiligt rok stóðst á vøllinum eftir grannauppgerðina millum Neistan og Kyndil tann 16. desember. Kappingarnevndin valdi at taka málið upp um Hans Áka Dal Christiansen, sum seinni bleiv dømdur leikbann í tríggjar dystir. Eftir hetta valdi Kyndil at kæra málið víðari til dómsnevndina... ... Í gjár valdi dómsnevndin hjá hondbóltssambandinum so at ógilda úrskurðin, sum kappingarnevndin tók tann 20. desember í málinum um Hans Áka Dal Christiansen. Dómsnevndin metti, at kappingarnevndin hevði gjørt so álvarsligar formligar feilir í málsviðgerðini, at avgerðin um leikbann til Hans Áka Dal Christiansen átti at ógildast.