fríggjadagur 5. januar 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 4 - 5. januar 2007 ]
Nýggi TB-venjarin
er sinnaður at lata
tvøramenn sleppa at
standa sína roynd,
áðrenn hann fer
at leita eftir fleiri
útlendingum
Fótbóltur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tey, sum standa á odda fyri
Føroya elsta fótbóltsfelag,
hava ikki havt so nógv at
fegnast um seinastu árini.
TB hevur stríðst í næsbestu
fótbóltsdeildini í mong ár
og hóast tað onkuntíð hevur
verið tætt við, hevur tað
ongantíð eydnast at býta seg
fast í bestu deildina.
Men tey hava ongantíð
dult fyri, at tey arbeiða við
hond og fót fyri at fáa TB upp
aftur ímillum tey bestu.
Og nú vóna tey at hava
funnið mannin, sum kann
megna lyfta TB upp í
Formuladeildina.
Hósdagin skrivaðu TB undir
eitt árs venjarasáttmála við
Jan Nielsen úr Danmark.
Hann kennur ikki nógv til
føroyskan fótbólt. Men frá
venjarastarvi í Danmark,
kennir hann brøðurnar Óla
og Jón Johannesen, sum
báðir hava spælt niðri og teir
báðir hava í mong ár verið
stuðlar á TB liðnum.
Hugburðurin
er tann rætti
Sjálvur er venjarin eitt
sindur varðin við at lovað
ov nógv.
– Endamálið er púra greitt
og tað er liggja í oddinum,
tá ið kappingin er av, sigur
hann.
Men um tað fer at eydnast
er torført at siga, tí hann
kennir onki til hini liðini
og hann kennir heldur ikki
spælararnar hann hevur
til taks, uttan teir báðar
veteranarnar, Johannesen
brøðurnar.
Men uppskriftin til tað
hevur hann longu í høvd
inum.
– Vit ætla at stýra spæl
inum. Eg vil fegin, at mítt
lið skal hava bóltin nógv í
einum dysti og tað fari eg
at arbeiða hart fyri, sigur
hann.
– Annars havi eg fingið
at vita, at TB hevur góðar
spælarar í hópinum og tá ið
eg hitti spælarar og stjórn
í TB, nú eg var í Føroyum
og skrivaði undir sáttmálan,
virkaðu øll rættiliga miðvís
í tí, tey ætlaðu. Tað virkar,
sum um bjartskygni er stórt
og at tað er ein veruligur vilji
til at røkka á mál og tað var
ógvuliga postivt at merkja,
sigur hann.
Lokalir fáa
møguleikan
TB hevur nú fingið nýggjan
málverja úr Serbia.
Men at fáa fleiri útlendskar
spælarar til Tvøroyrar er ikki
tað fyrsta, venjarin hugsar
um.
– Tá ið eg komi aftur til
Føroyar 1. februar, byrja
vit heilt av nýggjum. Og eg
eri avgjørt sinnaður at geva
spælarunum, sum longu eru
í hópinum, ein veruligan
møguleika at vísa, hvør dug
ur er í teimum, áðrenn vit
fara uttanlands at leita eftir
spælarum.
– Fyri hvønn útlending,
vit fáa til Tvøroyrar, verður
tað ein annar í hópinum, sum
missur plássið á liðnum.
Men vísir tað seg, at vit kort
ini mangla spælarar á ávís
pláss, skulu vit fyrst hava
gjørt okkum púra greitt,
hvat vit hava brúk fyri. Tí
skulu vit hava vissu fyri, at
ein spælari, vit fáa uttanífrá
er betri enn ein, vit hava
frammanundan, sigur Jan
Nielsen.
– Men í fyrstu atløgu eri
eg sinnaður at vita, hvat vit
fáa burturúr teimum spæl
arum, vit longu hava og at
geva teimum ein veruligan
møguleika at bíta seg fastar
í liðið, áðrenn vit leita aðra
staðni eftir leikarum, leggur
hann afturat.
Jan skal fáa TB upp í
tann stuttliga endan
Nýggi venjarin, Jan Nielsen,
vinstrumegin, og Jóan
Petur Olgarsson, formaður
í TB, taka lógvatak eftir at
undirskriftin er sett á nýggjan
sáttmála. Nú er endamálið at
fáa TB fram í fremstu røð
Hondbóltsstøður
Sunset-kappingin
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Neistin
0
0
-
0
-
0
217
164
53
7
2 Stjørnan
0
0
-
0
-
0
199
161
38
6
3 VB
0
0
-
0
-
0
180
199
-19
4
4 Kyndil
0
0
-
0
-
0
187
215
-28
2
5 StÍF
0
0
-
0
-
0
178
222
-44
2
Atlantic Airways-kappingin
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 VÍF
0
0
-
0
-
0
304
272
32
9
2 StÍF
0
0
-
0
-
0
279
267
12
7
3 Neistin
0
0
-
0
-
0
321
297
24
6
4 Kyndil
0
0
-
0
-
0
273
272
1
4
5 KÍF
0
0
-
0
-
0
261
284
-23
3
6 H71
0
0
-
0
-
0
269
315
-46
3
Flogbóltsstøður
Meistaradeild kvinnur
v
t
d
v
-
t
sett
sett
+/-
stig
1 ÍF
12
9
-
3
31
21
10
11
2 TB
12
8
-
4
28
14
14
10
3 Dráttur
12
8
-
4
29
22
7
9
4 SÍ
12
7
-
5
26
22
4
8
5 KÍF
12
2
-
10
19
30
-11
2
6 Mjølnir
12
2
-
10
9
33
-24
2
Meistaradeild menn
v
t
d
v
-
t
sett
sett
+/-
stig
1 ÍF
9
8
-
1
24
12
12
9
2 Mjølnir
9
7
-
2
24
12
12
8
3 Fram
9
4
-
5
16
20
-4
4
4 Fleyr
10
3
-
7
15
23
-8
4
5 SÍ
9
1
-
8
14
26
-12
1
Sir Alex vil hava Hargreaves
Hóast Bayern München alla tíðina hevur sagt, at teir ikki
vilja selja, so hevur Manchester United støðugt sýnt áhuga
fyri sterka miðvallaranum, Owen Hargreaves. Spælarin
sjálvur hevur eisini sagt, at hann fegin vil til Old Trafford at
spæla, og nú er aftur møguleiki fyri einum skifti. Manchester
United hevur nú boðið 125 mió kr. fyri spælaran, og so er
spurningurin, um Bayern tekur av hesaferð, men hetta tykist
tó ósannlíkt, halda týskir miðlar.
Wilbek er ársins coach
Nú danska manslandsliðið í hondbólti fyrireikar seg til HM-
endaspælið í Týsklandi, er tað við einum nýggjum steypi
í hondini. Venjarin hjá liðnum, Ulrik Wilbek, er nevnliga
júst kosin sum besti coach í donskum ítrótti. Wilbek hevur
í fleiri ár prógvað, hvussu týdningarmikil sálarfrøðin er
í kappingarítrótti, og tað er fyrst og fremsti evni hansara
at arbeiða við hesum, sum hevur ført nýggja heiðurin við
sær.