Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 3 - 4. januar 2007 Lærarastarv í Hvalvíkar skúla Søkt verður eftir einum lærara fyri lærara í barnsburðarfarloyvi í tíðarskeiðnum 17. januar – 27. juni 2007. Talan er um parttíðarstarv, og fevnur um 20 tímar um vikuna. Lærugreinir: • Heimstaðarlæra í 3. flokki • Kristni í 3. og 4. flokki • Rokning í 3. og 4. flokki • Søgu í 3. og 4. flokki • Serundirvísing Lønar- og setanartreytir: Tann, ið settur verður, skal hava læraraútbúgv­ ing, og lønt verður sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag í lønarflokkunum 18.1 – 27.4. Um eingin við útbúgving søkir, verður annað fólk sett ístaðin. Umsóknir: Umsóknir við C.V., avriti av prógvi og møgu­ ligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 8. januar 2007, og sendast til: Hvalvíkar skúli Att. Aslaug Olsen, skúlaleiðari Skúlavegur 1 430 Hvalvík Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til skúlaleiðaran á tlf. nr. 607551 ella 222475. Broyttar avgreiðslutíðir Frá 1. januar 2007 verður skrivstovan opin hvønn mánadag og mikudag - frá kl. 17 til 19. Sjúkrakassi Skála Læknadømis 490 Strendur · telefon 449 212 · Telefaks 449 232 T-post adressa: sjkhil@post.olivant.fo Limagjald fyri 2007 Limagjaldið fyri 2007 verður óbroytt 600 krónur um kvartali og fellur til gjaldingar í ávikavist januar, apríl, juli og oktober. Sjúkrakassi Skála Læknadømis 490 Strendur · telefon 449 212 · Telefaks 449 232 T-post adressa: sjkhil@post.olivant.fo P r o k l a m a Øll, sum hava krøv í búnum eftir Ole Sofus Frede­ rik Martin Olsen, cand. polit., føddur 10. desember 1913 – deyður 20. oktober 2006, ið búði á Ting­ húsvegnum 27, 100 Tórshavn, verða við hesum biðin um innan tríggjar mánaðir frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá at skjalprógva krøv síni yvirfyri undirritaða Petur Even Djurhuus, ið eftir áseting í testamenti viðgerði búgvið sum executor testamenti. Heitt verður eisini á møguligir arvingar og legat­ arar, um at boða frá hesum yvirfyri undirritaða. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin og sendast undirritaða Petur Even Djurhuus, advokati, Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn vísandi til j.nr. 4920602 saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. Tórshavn, tann 3. januar 2007 Petur Even Djurhuus, excecutor testamenti Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn tlf. 31 12 60 telefax 31 12 61 e-mail: ped@lawfirm.fo Tórmóður Djurhuus, adv. Jógvan Páll Lassen, adv. Jógvan E. Ellefsen, adv. Ingi Højgaard, adv. Petur Even Djurhuus, adv. Anna Dam, adv. advokatfelagið Yviri við Strond 4 · Boks 359 FO­110 Tórshavn Tlf. 311260 · Fax 311261 Telefontíð: 930-1200 og 1300-1600 Alari søkist Søkt verður eftir fólki til aling, at byrja sum skjótast. Fólk við royndum hava fyrimun. Áhuga kunnu venda sær til Heina á telefon 235041. P/F Faroe Salmon Altjóða Skrivstovuna tlf. 322065 ask@ask.fo www.ask.fo TOEFL-roynd leygardagin 10. mars 2007 (Test of English as a Foreign Language) Møguleiki er aftur at taka sonevndu TOEFL iBT- royndina í Føroyum. TOEFL-royndin er ofta upptøkukrav á hægri lærustovnum í ensktmæltum londum. Royndin verður leygardagin 10. mars 2007 á Fróðskaparsetri Føroya, Nóatúni 3. Tilmeldingarfreistin er í seinasta lagi 8 dagar undan royndini. Tilmelding on-line fer fram á: www.ets.org/toefl Kostnaðurin er 140 USD. Faldarin Information and Registration Bulletin 2006-07 for iBT fæst við at venda sær til: Fróðskaparsetur Føroya tlf. 352500 setur@setur.fo www.setur.fo Felagsformansvalið í Fiskimannafelagnum Atkvøðuseðlarnir til formansvalið í Fiski­ mannafelagnum eru sendir út til tey, sum hava atkvøðurætt. Hesi eru tey, sum hava goldið limagjald og/ella, sum eru mynstraði eftir sátt­ málanum millum Føroya Fiskimanna­ felag og Føroya Reiðarafelag í 2005 og/ ella 2006. Afturat hesum eru tey, sum hava goldið limagjald til Sjómannadeild FFs somu ár. Um tað hendir seg, at fiskimaður ella sjó­maður við valrætti ikki hevur fingið atkvøðuseðil, eigur viðkomandi at siga felagsskrivstovuni frá, og sendir hon so atkvøðuseðil. Atkvøðuseðlarnir skulu vera grannskoð­ ara felagsins í hendi í seinasta lagi 30. januar. Føroya Fiskimannafelag Tlf. 31 15 69 Fax. 31 87 69 Teldupostur: fo-fisk@post.olivant.fo Hjálparfólk Søkt verður eftir tveimum hjálparfólkum at arbeiða 25 tímar um vikuna í tíðarskeiðnum 29. januar 2007 til 13. juli 2007. Barnagarðurin Vípan er sjálvsognarstovnur nor­ meraður til 30 børn í aldrinum 3­7 ár. Arbeiðs­ tíðirnar eru skiftandi millum kl. 7.30­17.00. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda­ gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Starvið er lønt á lønarstigi 1­5. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Birgit Dam Thomassen, leiðara tlf. 31 75 35. Umsókn saman við avritum av viðmælum verður at senda stovninum í seinasta lagi 19. januar 2007. Barnagarðurin Vípan, Vípuvegur 3, 100 Tórshavn. Tlf. 31 75 35 lýsingar www.sosialurin.fo