Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 3 - 4. januar 2007 Arbeiðseftirlitið søkir løgfrøðing Okkara løgfrøðingur hevur tikið við nýggjum avbjóðingum og tí er eitt áhugavert starv sum løgfrøðingur á Arbeiðseftirlitinum leyst at søkja. Høvuðsarbeiðsøki er at gera uppskot til lógir, kunngerðir, leiðreglur v.m., at ráðgeva stjóranum og starvsfólkum á stovninum. Harafturat kemur málsviðgerð og samskifti við virki, borgarar og myndugleikar í málum, sum hava samband við tað virksemið, sum Arbeiðseftirlitið umsitur. Eisini umfatar starvið undirvísing og kunning fyri virkjum og pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Starvið, sum Arbeiðseftirlitið bjóðar, er í einum spennandi og góðum arbeiðsumhvørvi, har trygd, heilsa og trivnaður er umráðandi, og við sjálvstøðugum, avbjóðandi og tvørfakligum uppgávum, ið geva tær møguleika fyri fakligari og persónligari menning. Samstarvað verður við Vinnumálaráðið. Setanartreytir Vit ynskja, at umsøkjarin hevur løgfrøðiligt embætisprógv og helst royndir innan almenna fyrisiting. Somuleiðis er neyðugt at hava teldukunnleika á brúkarastøði, at skriva rætt føroyskt á ein lættskiljandi hátt og annars at duga væl at samskifta, bæði innan- og uttanhýsis. Starvið er tíðaravmarkað til eitt ár við møguleika fyri leingjan, um løgfrøðingurin í farloyvi ikki kemur aftur. Miðað verður eftir, at seta starvið skjótast til ber og er starvið lønt sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Karl Joensen, stjóra á tlf. 357811 ella um Arbeiðseftirlitið á heimasíðu www.arb.fo. Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmælum skal sendast til Arbeiðseftirlitið, Falkavegur 6, 100 Tórshavn og vera stovninum í hendi í seinasta lagi 24. januar 2007. Arbeiðseftirlitið Falkavegur 6 - 100 Tórshavn tlf. 35 78 11 - fax. 35 78 10 - www.arb.fo Námsfrøðingur til Barnagarðin í Gerðinum Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til »Barna­ garðin í Gerðinum« at byrja 15.02.2007 ella eftir nærri avtalu. Starvið er í Skúlastovuni. Á stovuni eru 15 børn í aldrinum 6 – 8 ár. Um okkum: Barnagarðurin hevur barnagarðs- og vøggustovu og frítíðarskúla við børnum frá 1. og 2. flokki. Vit bjóða: Eitt áhugavert starv í einum umhvørvið tætt at náttúruni, frítíðarøkið og fótbóltsvølli. Vit vænta: At tú hevur umsorgan og virðing fyri børnunum. Hevur áhugað fyri barnavirksemi bæði innandura og uttandura. Hevur góð samstarvsevnir og er fyrikomandi. Setanarviðurskifti: Løn og setanarviðurskifti eru skipað sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kom- munala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Um námsfrøðingur ikki søkjur um starvið, verður hjálparfólk fyribils sett. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Fríðu Eystberg Johannesen, leiðara tlf. 361202 ella fartlf. 216202. Skrivlig umsókn við prógvi og viðmælum, skal sendast til: Skopunar Kommuna Att:Fríða Eystberg Johannesen, leiðari FO­240 Skopun Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 24.01.2007. Setanarsamrøða verður í viku 04. Skopunar Kommuna lýsingar Vit selja nýggjar bátar í ymiskum støddum og sløgum m.a. hesar OCQUETEAU 695 (6,92 x 2,65) v/Volvo 3D 130 hk (20 míl) nakað av útgerð fylgjur við. 523.000,- lev. í Føroyum JEANNEAU 625 (6,40 x 2,55) v/115 hk. Suzuki (30 míl) prísur frá 279.000,- lev. í Føroyum R I N G O G AV TA L A Ð R O Y N D A RT Ú R HP.MARINE · SP/F RÚNAR Túnagøta 1 · 600 Saltangará tlf. 449191/219450 · hpe@kallnet.fo