Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 42

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 3 - 4. januar 2007 STØRV Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahús Føroya við umleið 20 serlæknaøkjum og 200 seingja- plássum. Tilsamans starvast yvir 800 fólk á Landssjúkrahúsinum, og endamál okkara er at bjóða føroyingum eina góða heilsutænastu á so nógvum økjum sum gjørligt. Landssjúkrahúsið J.C. Svabosgøta 100 Tórshavn Tel: +298 30 45 00 Fax: +298 31 42 53 lsh@lsh.fo www.lsh.fo Sjúkrarøktarfrøðingar og Heilsurøktarar Í samband við, at kirurgiska seingjardeildin fær 10 seingjarpláss meira, verður søkt eftir røktarstarvsfólki til setan 1. februar 2007 ella eftir avtalu. Talan er um dag-, kvøld- og náttarvaktir á ymsum starvsbrøkum eftir avtalu. Størvini verða fyribils sett í 1 ár við møguleika fyri leingjan. Deildin er ein kirurgisk seingjardeild við servitan innan ortopedi, maga/tarm og urologi. Vit hýsa eisini sjúklingum við almenn kirurgiskum-, gynekologiskum-, eyga-, oyra-, nasa- og hálsasjúkum. · prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur/heilsurøktari · fakligan áhuga og royndir innan kirurgiska sjúkrarøkt · fleksibilitetur og góð samstarvsevni · opin og jalig/ur · vil søkja mennandi avbjóðingar smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar/Almanna- og heilsurøktarfelagaðið og Fíggjarmálaráðið. um størvini við at ringja 304500 til Elin Vitalis, deildarleiðara á G4, lokal 5064 ella til Nainu Túgvustein, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 5102, t- post naina@lsh.fo er 22. januar 2007 kl. 12.00 Krøv til umsøkjarnar Lønar- og setanartreytir Nærri fæst at vita Umsóknarfreistin Í samband við, at nýggja vaktarskipanin fyri kommunulæknar byrjar á Landssjúkrahúsinum, verður søkt eftir sjúkrarøktarfrøðingum í fyrstu syftu til kommunulæknatænastuna og skaðastovu/móttøkuna til setan 1. februar 2007 ella skjótast gjørligt á ymsum starvsbrøkum. · vaktarskipan fyri kommunulæknar í tíðarskeiðinum kl. 16.00-08.00 allar dagar umframt dagtímarnar í vikuskiftum · skaðastovu · bráðfeingis móttøku · dagskurð · viðrakning · intensiv Deildin er ein heild við fleiri ymiskum funktiónum, og starvsettu koma eftir tørvi at hava ymiskar arbeiðsuppgávur á deildini, tó fyrst og fremst innan vaktarskipanina fyri kommunulæknar og hareftir skaðastovuna/móttøkuna. Kommunulæknavaktin á Landssjúkrahúsinum er nýskapað og umfatar miðstaðarøkið, tvs. Streymoy, Eysturoy, Vágoy, Sandoy, Nólsoy, Hestoy, Koltur, Dímun og Mykines. Seinni verður skipanin møguliga víðkað. Arbeiðsøkið til hesi størv umfatar í høvuðsheitum móttøku, observatión og sjúkrarøkt til sjúklingar, ið seta seg í samband við kommunlæknavaktina, koma á skaðastovuna og í bráðfeingis móttøkuna, umframt at hjálpa kommunulæknanum við kanning og viðgerð. · innleiðslu og upplæring · fjølbroytt arbeiði og nógvar avbjóðingar · gott og positivt arbeiðsumhvørvi · prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur · fakligan áhuga í móttøku, observatión, kanningum, viðgerð og røkt av sjúklingum við bráðfeingis tørvi og minst 2 ára royndir frá medisinskari og/ella kirurgiskari seingjardeild · fleksibilitetur og góð samstarvsevni · opin og jalig/ur · vil søkja mennandi avbjóðingar · má kunna arbeiða í skiftandi vaktum, tó mest kvøldvaktir og vikuskiftisvaktir · teldukunnleika á brúkarastøði · má kunna arbeiða sjálvstøðugt · arbeiðsroyndir hjá kommunulækna ella líknandi fakliga breiðar royndir · fakligar royndir við at móttaka, observera, kanna, viðgerða og røkta sjúklingar við bráðfeingis tørvi sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um størvini við at ringja 304500 til Margit Stórá, deildarleiðara á G1, lokal 5811, t-post mast@lsh.fo ella til Nainu Túgvustein, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 5102, t-post naina@lsh.fo er 22. januar 2007 kl.12.00 Deildin umfatar Arbeiðsøkið í høvuðsheitum Vit kunnu bjóða Krøv til umsøkjarnar Fyrimun hava umsøkjarar, sum hava Lønar- og setanartreytir Nærri fæst at vita Umsóknarfreistin Sjúkrarøktarfrøðingar til Bráðfeingisdeildina G1 (fyrst og fremst til kommunulæknatænastuna og skaðastovu/móttøkuna) Læknaskrivari til Skurðdepilin Umsóknarfreistin er 19. januar 2007 sí meira á www.lsh.fo Sjúkrarøktarfrøðingar til Økispsykiatriina í Suðuroy Umsóknarfreistin er 8. januar 2007 sí meira á www.lsh.fo Sjúkrarøktarfrøðingur til A2 Umsóknarfreistin er 8. januar 2007 sí meira á www.lsh.fo Onnur størv Umsóknin skal vera Lønar- og starvsfólkadeildini í hendi, áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn við CV, autorisatión, prógvum, skjølum o.l. skal sendast til: Landssjúkrahúsið, Lønar og starvsfólkadeildin, FO 100 Tórshavn Arbeiðshandskar til øll endamál - bæði á sjógvi og landi Landsins størsta úrval frá eingangshandskum til fóðraðar Japan-handskar Beinleiðis frá framleiðara Sosialurin 311820 spf Reingerðarfólk Sóknast verður eftir fólki til reingerðing nakrar tímar um dagin. Sp/f Dveylan v/KirStin JacobSen tlf 31 41 75 / 21 41 75 · J.C. Svabos gøta 50 dveylan@post.olivant.fo Umboðsmannaval Sambært grein 28 í høvuðssamtyktini verður lýst til umboðsmannaval í Fuglafirði 14. februar 2007. 4 umboð skulu veljast. Uppskot um – minst 6 valevni – skulu vera sjúkrakassanum í hendi innan 31. jan. 2007. Sjúkrakassi Fuglafjarðar Læknadømis lýsingar