Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. januar 2007síða 3

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 8. januar 2007 3 tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 Herfyri tók Karsten Hansen seg úr Tjóðveldisflokkinum, og nú umhugsar Steinbjørn O. Jacob­ sen, borgarstjóri í Klaksvík, at gera tað sama POLITIKKUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo - Eg umhugsi alvorliga støðuna, tí eg eri ikki nøgdur við hana, sum hon er nú. Eg havi ikki tikið støðu enn, men tað verður um ikki so langa tíð, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, um sín limaskap í Tjóðveldisflokkinum. Herfyri tók næstfor­mað­ urin í flokkinum, Karst­ en Hansen, seg úr Tjóð­ veldisflokkinum, av tí at allir hinir tinglimir floksins atkvøddu fyri broytingini í §266b í revsilógini, so samkynd verða vard ímóti diskriminatión, og tað hóvaði honum ikki. Partamaður hansara í Norðoyggjum, Steinbjørn O. Jacobsen, er samdur við hann. Hugburðurin øðrvísi í Suðurstreymoy - Tað er fallið mær fyri bróstið, at Tjóðveldis­ flokk­urin í sambandi við lógasmíð, ikki vil hava Bíbliuna sum rættisnór, sigur Steinbjørn O.Jacobsen, ið tó leggur afturat, at hann ongan veg er farin enn. Hann hevur heldur ikki tikið støðu til, um hann møguliga ætlar upp í annan flokk ella upp í lands­poli­ tikk. - Eg havi tvey ár eftir sum borgarstjóri, sigur hann. Steinbjørn O. Jacobsen metir annars, at hugburðurin mótvegis eitt nú málum sum 266b er heldur øðrvísi í t.d. Norðoyggjum og Sandoynni enn í Suðurstreymoy, har fleiri fólk búgva. Steinbjørn O. Jacobsen er ikki nøgdur við Tjóðveldisflokkin Smyril Line bjóðar áhugavert og avbjóðandi starv, sum móttøkuleiðari í einum al- tjóða umhvørvi, har lyklaorð- ini eru: Ábyrgd Personlig avbjóðing Dygd Faklig menning Persónlig menning Smyril Line sóknast eftir fólki við receptionst útbúgving og gjarna royndir sum leiðari. Tað er krav, at umsøkjararnir duga væl enskt, hava góð samstarvsevni, góðan teldu - kunnskap og duga at arbeiða undir trýsti uttan at missa yvir litið. • • • • • Heilsuprógv fyri sjófólk krevst (ikki eldri enn 2 ár). Tað er ein fyrimunur at hava trygdarskeið (ikki eldri enn 5 ár). Løn og setanartreytir eru smb. galdandi sáttmála und ir FAS- skipanini við Føroya Fiski- mannafelag. Størvini verða sett skjótast gjørligt. Umsóknir og CV skulu send- ast við telduposti til aðra av hesum tilskriftum áðrenn 15. januar 2007: crew@smyril-line.fo hotel.manager@norrona.fo Søkt verður eftir móttøkuleiðara til Norrönu at byrja skjótast gjørligt MÓTTØKULEIÐARI TIL NORRÖNU Smyril Line varð stovnað í 1982, og í dag selja og marknaðar- føra vit Føroyar, Ísland, Noreg, Hetland og Danmark um allan heimin. Høvuðsskrivstova felagsins er í Tórshavn. Eisini hevur Smyril Line skrivstovur í Hanstholm, Bergen, Reykjavík, Kiel og í Lerwick. Agentar eru í Svøríki, Finnlandi, Týsklandi, Eysturríki, Sveits, Benelux, Fraklandi og Italia. SMYRIL LINE · J. BRONCKS GØTA 37 · POSTBOKS 370 · FO-110 TÓRSHAVN TLF 34 59 00 · FAX 34 59 50 · OFFICE@SMYRIL-LINE.FO · WWW.SMYRIL-LINE.COM Borgarstjórin í Klaksvík umhugsar støðuna í Tjóðveldisflokkinum Eingin av manningini fekk skaða, tá Fríðborg hóskvøldið fekk ein sjógv, sum breyt einar fimm rútar og oyðilegði elútgerðina og tað mesta av brúnni FISKIVINNA Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Tummas Justinussen, reið­ ari, sigur, at veðrið var so vánaligt, at eingin kundi koma og hjálpa Fríðborg, og tí lógu teir einsamallir í einar 18 tímar, til Havborg kom teimum til hjálpar. Fríðborg hevði júst verið og landað í Íslandi. Teir vóru staddir nakað suður úr Kappanum á veg til Grand Bank, tá sjógvurin forðaði fyri, at fiskiskapurin kundi halda fram. Havborg er nú farin aftur til fiskiskap, og Fríðborg er á veg til Føroya, her teir væntandi verða týsdagin. Fríðborg í ógvusligum ódnarveðri Hóast nógv er oyðilagt umborð, megnar Fríðborg at sigla til lands og verður væntandi í Føroyum í morgin